Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Í dag gongur so leiðin til New Zealand! :) Flogfarið hjá okkum fer kl. 9.40, so vit vóru longu noyddar at fara upp kl. 5.30. Vit vóru øgiliga troyttar, tá vit vaknaðu, tí vit høvdu ikki sovið meira enn einar 3-4 tímar. Vit pakkaðu tað síðsta, og fóru síðani á tok-statiónina (Town Hall; Queen Victoria Building). Tað vóru ongir trupulleikar at keypa bilett, so vit komu skjótt avstað.
Tá vit komu á flogvøllin, chekkaðu vit inn og fóru at eta á Subway fyri næstu ferð í Australia. Vit keyptu hesa ferð tun í sandwich'in. Tá vit vóru liðugar at eta, fóru vit ígjøgnum passkontrol og boardaði síðani. Flogfarið var eitt av teimum størri, so tí vóru tríggjar rekkjur, har tær ímóti vindeyganum høvdu tvey setur, og tær í miðjuni trý. Øll setrini høvdu ein skerm framman fyri seg. Her kundi man so velja ímillum um man vildi hyggja eftir filmi ella lurta eftir musikki. Vit valdu at fara at hyggja eftir filmi, men tað tók eitt sindur av tíð at velja ein film, tí har vóru so nógvir at velja ímillum. Vit endaðu so við at fara at hyggja eftir einum australskum surffilmi, ið eitur Newcastle. Hesin filmurin var skegur í byrjanini, men endaði við at gerast øgiliga undarligur :p Túrurin í flogfarinum gekk øgiliga skjótt, men hann var jú bert í 3 tímar :)
Umborð á flogfarinum høvdu vit útfylt eitt papír, har vit vóru spurdar um alt ymiskt, m.a. um vit tóku nakra frukt, mat ella skógvar, ið høvdu mold undir, við inn í landið. Vit høvdu sukur, salt og eina vatnfløsku í tí stóra ryggsekkinum, men um vit søgdu ja, fóru vit at fáa bót fyri hetta, so vit satsaðu, og skrivaðu tí nei.. Tá vit komu í land, skuldu vit vísa hetta papírið. Tá vit vísti tí fyrsta manninum papírið, søgdu vit, at vit høvdu skógvar, men hildu ikki at mold var undir. Maðurin sendi okkum víðari til nøkur onnur fólk, har tey skuldu kannað skógvarnar. Tað var eitt sindur av mold undir, so tey vaskaðu teir fyri okkum, áðrenn vit fingu teir aftur. Tá tað var liðugt, skuldi øll bagagan ígjøgnum røntgenmaskinuna. Her vóru vit bangnar fyri, at tey skuldu uppdagar sukuri, saltið og vatnið, men taskurnar komu ígjøgnum uttan nakrir trupulleikar. Men tá dykkaraútgerðin var komin ígjøgnum, tóku tey dykkaraútgerðina hjá Gunnvá tilsíðis. Tey hyggja so í her, og finna tríggjar kiwi fruktir. Vit høvdu keypt kiwi fruktir dagin áðrenn, og ætlaðu at eta tær á flogvøllinum. Gunnvá hevði tí lagt tær í posan við dykkaraútgerðini, og vit gloymdu alt um tað. Vit blivu so tiknar tilsíðis, har vit skuldu bíða eina góða løtu, áðrenn vit skuldu tosa við 'Border Infringement Offence' - eitt slag av politii. Eftir eina góóða løtu bleiv Gunnvá rópt upp. Tá hon kemur her, stendur ein japanesari síðnar av henni og skeldast við tey. Hann hevði gloymt, at hann hevði eitt súrepli við, og hevði tí fingið bót. Gunnvá fær so at vita, at bótin fyri at innflyta nakað er 2000 kr, og tað noyddist vit so pent at gjalda! Hetta eru tær dýrastu kiwi fruktirnar, vit nakrantíð hava átt... og vit sluppu enntá ikki at eta tær!!! Tá vit endiliga vóru lidnar her, vóru vit í so ringum lagi, og vildu bara sleppa til hostellið.
Tað er eitt sindur ironiskt, at vit skuldu fáa bót vegna nakrar kiwi í New Zealandi, tí New Zealand verður kallað 'Kiwi' og fólkini her verða kallaði 'kiwis', og eisini eita nógvir handlar her okkurt við 'kiwi', so vit fara at blíva mintar um bótina allatíð, meðan vit eru í New Zealandi.
Vit skundaðu okkum so til bussstoppstaðið, har vit sóu, at bussurin akkurát var koyrdur. Men tíbetur koyra teir ofta, so her bíðaðu vit ikki longu enn 15 min. Tað tók eina løtu at koyra inn til centrum í Aucklandi, og vit blivu sleptar av tætt við okkara hostell. Tá vit traðkaðu út úr bussinum, byrjaði tað at regna! Vit gingu so til hostellið hjá okkum í regni, men tað lá bert einar 3 min frá.
Vit chekkaðu inn - uttan trupulleikar - og fingu kamar á aðru hædd. Vit høvdu bílagt Kiwi Experience (tað er eitt busspass her í New Zealandi), tá vit vóru í Sydney, so vit fóru beinanvegin oman til ferða-diskin, at kanna um at alt var í ordan við busspassinum, og um hvar og nær vit skuldu møta. Maðurin við diskin hugdi eitt sindur løgi eftir busspassinum, og ringdi tí til skrivstovuna hjá Kiwi Experience at kanna, um alt var í ordan. Tá hann var liðugur at tosa, hugdi hann uppá okkum, og segði: "Eg havi eina góða nýggjheit og eina ringa.. Hvør av tykkum eitur Gunnva?" So fingu vit at vita, at Gunnvá var registrera hjá Kiwi Experience, og stóð til at skula við bussinum í morgin, men einki var bílagt fyri Gurið. Vit hugdu bara uppá hvørja aðra, og vistu simpulten ikki, um vit skuldu flenna ella gráta. Vit spurdu mannin, um hann kundi ringja fyri okkum til Wicked Travel, har vit høvdu bílagt busspassið, men av tí at tað er í Australia, hevði hann ikki loyvi til hetta. Vit hava nokk sæð nakað keddar út, tí hann hevði ikki meira enn sagt hetta, áðrenn hann lyfti hornið, og ringdi til tey. Hann forkláraði teimum, hvat tað dreygaði seg um, og tey søgdu, at tey skuldu kanna tað, og ringja aftur um 10 min. Maðurin bað okkum bara fara at leggja okkum í felagsrúmið at hyggja eftir sjónvarpi. Hetta gjørdu vit so; tá vit høvdu hugt eftir sjónvarp í yvir ein tíma, har vit m.a. høvdu sær ein part av Friends, fór Gurið til mannin aftur at kanna, um alt var í ordan. Maðurin fortaldi, at tey ikki høvdu ringt aftur. Hann fekk tí telefonnummarið frá Gurið, og meðan hon sat her, ringdi hann aftur til tey. Tá hann spurdi tey, hví tey ikki høvdu ringt aftur, søgdu tey, at tey ikki visti, hvat hann tosaði um, tí tey høvdu ikki tosað við hann. Hetta var virkuliga løgi, tí hann hevði tosað við tey, og mintist enntá teirra nøvn, men nei.. So hann var noyddur at forklára alt á nýggjum. Tey søgdu aftur, at tey skuldu ringja aftur. Gurið og maðurin sótu bara býtt og hugdu uppá hvønn annan.. Maðurin spurdi so, um hann kundi hava papírið við telefonnummarinum liggjandi hjá sær, soleiðis at hann kundi ordna alt fyri okkum, meðan vit slappaðu av frammanfyri sjónvarpinum. Vit høvdu fortalt honum um okkara dag, so tað er nokk orsøkin til, at hann var so fittur við okkum. Tá vit høvdu hugt í sjónvarp í uml ein tíma, kom maðurin inn, og fortaldi okkum, at hann hevði ordna alt fyri okkum. Vit vóru so lukkuligar um, at endiliga gekk okkurt tann rætta vegin.
Nú vóru vit svangar, so vit skundaðu okkum út at keypa okkurt at eta. Meðan vit ganga eftir gøtuni, síggja vit Oporto. Hetta er ein fastfood keta, ið selir burgarar við grillaðum kyllingi. Peter segði við okkum, tá vit vóru í Sydney, at vit noyddist at prøva tað, um vit komu fram á tað, tí man kann ikki vera á tí australska kontinentinum uttan at royna Oporto :p Vit keyptu okkum so hvør sín bondi burgara. Orsøkin til at ein av burgarunum eitur bondi burgari, er tí at hendan ketan byrjaði, sum bert ein handil í Bondi. Hareftir eru fleiri og fleiri handlar komnir, og nú eru teir kring allastaðni á tí australska kontenentinum. Hesin smakkaði nógv betur enn Burger King, McDonalds og KFC (Kentucky Fried Chicken), av tí at tað var grillaður kyllingur.
Tá vit høvdu etið, bestemmaðu vit okkum, at fara at hygga okkum í kvøld við einum filmi og onkrum lekkrum. Vit vóru inni í trimum ymiskum handlum, har vit keyptu Caramel Kitkat (ið vit hava nærmast etið hvønn dag, síðan vit komu til Sydney), banan (her eru tær ikki líka dýrar,sum í Australia - tær kosta bara 5 kr her :p ) og slikkipinnar (Chupa Chups!). Á veg aftur til hostellið, síggja vit Skytower'ið her í Aucklandi. Tað var flott, men ikki eins stórt og tað í Sydney. Tá vit komu aftur á hostellið, løgdu vit okkum so í songina hjá Gurið, og fóru at hyggja eftir Happy Feet. Hann endaði uml. 23.00, so vit fóru beinleiðis í song, tá filmurin endaði.
Hetta var okkara fyrsti dagur, har ALT hevur gingið galið - og vónandi eisini tann síðsti! :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments