Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Hetta er so okkara síðsti dagur í Australia! Ordiliga syrgiligt, tí vit føla tað slett ikki, sum um at vit hava verið her í 5 vikur longu, og vilja tí vera her longur - tíðin hevur simpulten flogið avstað her í Australia! Vit fara tí at fáa so nógv burturúr, sum yvirhøvur møguligt í dag :)
Sum tit vita, 'gloymdi' mojosurf bussurin at koma eftir okkum í Brisbane, so tí mistu vit fyrstu surf lektiónina á Spot X. Tá vit vóru á Crecent Head, tann næsti surfcamp'urin, tosaðu vit við Nick, um tað bar til at fáa surflektiónina í Sydney, av tí at vit ikki tímdu/orkaðu at hava tvær surflektiónir beint eftir hvørja aðra (at surfa í 4 tímar út í eitt hevði verið extremt stravið :p ). Hann segði, at hann skuldi royna at ordna okkurt, soleiðis at tað bar til. Vit ringdu til hann, tá vit komu til Sydney, og fingu at vita, at hann hevði klárað at skaffa okkum eina surflektión til 23. mars. Surflektiónir kosta nógv meira her í Sydney, men vit sluppu undan at gjalda nakað :)
So í dag skulu vit aftur SURFA! :D Bussurin kom eftir okkum uttan fyri Wake Up!-hostellið kl. 9.30, so vit fóru har í góðari tíð, soleiðis at hesin bussurin ikki eisini skuldi fara undan okkum :) Vit vóru eini 20 fólk í bussinum, har øll uttan fýra vóru frá Englandi. Tað tók einar 40 minuttir at koyra til strondina. Í bussinum vístu tey ein surffilm. Vit hava bert sæð ein surffilm, og undarligt nokk var hetta hann; nevniliga Dane Reynolds. Vit skuldu surfa á tí sunnastu strondini í Sydney, ið eitur Port Harbour. Her vóru næstan eingi fólk, so tað var ordiliga deiligt. Bussurin steðgaði eitt sindur burturi frá strondini, og vit blivu koyrd á strondina við einum mini bussi. Hetta minti okkum um eina milda versión av Fraser Island, tí vegirnir her vóru eisini sera óslættir.
Tá vit øll vóru komin á strondina, skuldu vit lata okkum í, áðrenn instruktørarnar fóru í hálvt við at læra okkum um tey ymisku tingini um surfing, soleiðis at vit skuldu vera klár at surfa. Vit báðar hava longu hoyrt alt hetta, so vit føldu okkum ordiliga klókar, tá hann greiddi frá øllum ;) So skuldu vit læra at standa á surfboardinum - her blivu vit yvirraskaðar, tí teir gjørdu slett ikki líka, sum instruktørarnar á Spot X og Crecent Head. Vit hava lært at standa uppá tann mátan, at vit fyrst koyra tann eina fótin longri upp á surfboardinum, og síðani reisa okkum upp, meðan vit koyra hin fótin fram, men her skuldi man fyrst lyfta seg upp, so síðani sum so hoppa á pláss. Gurið helt tann fyrsta mátan vera nógv lættari, so hon helt seg til hann, hóast instruktørarnar royndi at rætta uppá hana. Gunnvá var eitt sindur meiri opin, og rpyndi at læra seg tann nýggja mátan.
So var endiliga tíð at fara út á havið at surfa! :) Aldurnar her eru heilt øðrvísi enn tær hava verið hini bæði støðini, men hetta bilti einki. Longu fyrstu ferð vit royndu at koma upp at standa, eydnaðist tað. Ååå, tað var gott at surfa aftur! :) Vit eru ordiliga follnar fyri at surfa og halda, at tað er so keðiligt, at vatnið skal vera so kalt í Føroyum.. Tað gekk ordiliga gott hjá okkum at surfa, og stóðu næstan alla tíð :) Tá vit høvdu surfa í 1 tíma, fóru vit upp at eta. Her fingu vit burrito's, vatnmelón og sjokuláta kakur. Vit fóru so út í aftur, og surfaði í 1,5 tímar, áðrenn leiðin gekk inn aftur í býin. Vit koyrdu aftur í tí lítla bussinum av strondini til tann stóra bussinum. Vit báðar endaðu við at sita í skelliláturi í hesum bussinum, tí allar genturnar skríggjaðu, sum eg veit ikki hvat. Vegurin var rættuliga óslættur, men hann var so slett einki aftur ímóti Fraser Island. Vit fóru so í mojosurf bussin, og byrjaðu at koyra aftur til hostellini. Nú var klokkan 17, og vit ætlaðu okkum til Bondi Beach. Í gjár avtalaðu vit við Peter at fara at fáa okkum ein drekkamun á onkrari café, tá vit komu hartil, tí hann býr á Bondi Junction.
Á veg til hostellið frá Wake Up!, har vit blivu sleptar av, fóru vit inn í Wicked Travel eftir Kiwi-bussbilettini hjá okkum. Tað er her inni tey hava frítt internet, so vit skundaðu okkum at skriva til Peter, at vit blivu forsinkaðar. Vit fóru síðani til Base (hostellið), har vit fyrst fóru undir brús, og síðani oman í køkina at eta. Í dag eta vit bara restir, tí vit fara jú avstað til New Zealand í morgin, so rætturin hjá okkum í dag er pannukaka, kjøt, tuna, meis, agurk, kiwi, rískakur og havragrýn. Stuttlig samanblanding :p Meðan vit sita her og eta, ringir Peter til Gurið, og vit avtala at møtast við honum kl. 18.30 á tokstatiónini í Bondi Junction. Vit eta so liðugt, og klára at eta alt uttan kiwi'irnar, so vit bestemma okkum at goyma tær til í morginárini ella til vit eru á flogvøllinum. Vit skunda okkum so til tokstatiónina, og keypa eina bilett til Bondi Junction. Tokið hevur tvær hæddir, so vit seta okkum niðurundir. Tá vit koma út úr tokstatiónini, ringja vit til Peter, og tá vísir tað seg, at hann stendur 10 skritt frá okkum :)
Vit trý ganga so til har, sum hann býr, eftir bilinum hjá honum, og koyra oman til strondina Bondi Beach. Her møtast vit so við vinmanninum hjá honum Paul, sum vit eisini fylgdist við á Phi Phi. Vit ganga so eftir strondini, har vit báðar fara at dippa føturnar í. Klokkan er næstan 19, so tí er blivið ov kalt at fara at svimja.
Ein 7 km long gøta gongur allan vegin fram við havinum til tvær aðrar strendur. Vit byrja at ganga eftir vegnum, men vit ganga tó bert eitt lítið petti, av tí at tað byrjar at blíva myrkt. So gekk leiðin at keypa okkurt lekkurt. Vit fóru á eina café, har nógv sjokuláta var at fáa. Vit báðar keyptu hvør sítt iced chockolate, Paul te og Peter kaffi, og til desert keypti Gunnvá pannukaku við ís og sjokulátu í, Paul eina sjokulátakøku sandwich og bæði Gurið og Peter keyptu eitt, sum hevði sjokulátu, sjokulátamousse og kaku í. Vit minnast ikki, hvussu tað eitur. Tá vit vóru liðug at eta, vóru øll í einum sjokuláta-koma, har vit bert sótu og stardu eina løtu. So vildi Paul læra at siga okkum á føroyskum; vit vita ikki, hvussu vit komu inná tað, men hann lærdi so at siga "jesus pápi signi teg", "hvussu gongur?" og "gott". Peter gloymdi allatíðina orðini, men eitt hekk kortini við, og tað var "sjokuláta" ;) Tá vit vóru liðug at eta og roksa býtt við tí føroyska, gingu vit ein lítla túr. Tá vit høvdu gingið túrin, sóu vit, at klokkan var 22.30. Vit høvdu ikki pakka til at fara avstað í morgin, so tí vóru vit heldur noyddar at sleppa okkum aftur á hostellið. Vit søgdu bei við Paul, og Peter var so fittur, at koyra okkum allan vegin aftur til hostellið. Tá vit fóru úr bilinum, segði Peter, at tað kanska var gott allíkavæl, at vit fóru avstað, tí nú meðan hann hevði fylgst við okkum, hevði hann etið so ótrúliga ósunt :) Hann er fitness instruktør, so hann skal ikki eta so nógv ósunt. Vit søgdu so bei, og avtalaðu at møtast aftur á Phi Phi næsta januar :D
Vit skundaðu okkum at pakka, og fóru so at skype'a heim. Fólk vóru í kamarinum hjá okkum, so tí fóru vit út í gangin. Men av tí at klokkan nú var 23, vóru nógv fólk í býnum; tey róptu og komu enntá at skype'a við :) Tí skype'aði vit ikki longi. Vit skuldu so báði fara oman í barrina á hostellinum hjá okkum, tí vit høvdu avtalað við tey, sum vit surfaðu við í dag at koma í Scary Canary, um vit høvdu tíð, og so høvdu vit eisini ætla okkum at fara í Kings Cross ein túr. Vit hava longu verið í barrini hjá okkum, so vit valdu tí fyrst at fara í Kings Cross. Av tí at man ikki sleppur inn á nakra barr í klip-klapparum í Kings Cross, hevði Gurið tikið fjakkaraskógvarnar við í taskuna. Gunnvá var í sínum Converse, so har var eingin trupulleiki. Uttanfyri barrina sum vit skuldu inn í, mátti Gurið lata seg í sínar vandriskógvar, áðrenn vit sluppu inn. Eitt lítið mótatipp her: tað sær ikki so smart út at vera í stórum vandriskóm, tá man er í niðurdeili :'D Vit vóru ikki inni her longi; vit komu bert her til Kings Cross fyri at síggja fólk drekka úr te-koppum. Kings Cross er kent fyri (umframt tað stóra Coca-Cola skiltið) tepottarnar. Í tepottunum er okkurt alkohol, og so stoyta tey úr tepottinum í tekoppar og drekka alt í einum (shots).
Tá vit eru á veg heim og bíða við eitt fótgangarfelt, møta vit tveimum dreingjum. Hesir vóru frá Kanada og einum landi, sum liggur beint omanfyri Madagascar. Teir itu Slomo og Arthur. Teir spurdu, um teir kundu fylgjast við okkum til George Street. Tá vit endiliga vóru komin til George Street, vóru vit glaðar at sleppa av við teir, tí teir vóru so stravnir at hoyra uppá :p Vit fóru so aftur á hostellið og í song, tí klokkan var nú uml 1.30.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments