Rarotonga, Cook Islands
Heey :)
Hetta er okkara seinasti dagur í Rarotonga. Av tí at flogfarið hjá okkum ikki fer fyrr enn kl. 17.30, sleppa vit at sóla okkum eina síðstu ferð. Vit settu vekkaran til 9, tí vit skuldu gera klárt at chekka út, so vit hava bert sovið um tveir-tríggjar tímar í nátt. Ikki so smart, tá man skal flúgva í 15 tímar til Los Angeles, men nokk um tað nú. Tá vit høvdu chekkað út, fóru vit beinleiðis oman á strondina. Tað fyrsta, vit ...