Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í morgun fóru vit upp kl. 6. 45, tí vit skuldu avstað við Kiwi-bussinum kl. 7.30. Nú gekk leiðin suður til Rotorua, men vit gjørdu nøkur stopp á vegnum. Aftaná at hava koyrt í 2 tímar til eitt stað, sum eitur Karangahake Gorge, fóru vit út úr bussinum, tí nú skuldu vit ein gongutúr. Vit gingu fyrst tvørtur um tvær svingbrúgvar, áðrenn vit komu til eina langa jarnbreytar tunnell, ið var 1 km. Tá vit gingu inni í tunnellini, sá man næstan ikki fram um nøsina, um man ikki hevði eina lummalykt. Gunnvá hevði sína telefon við, so hon brúkti lummalyktina, sum er í henni. Hetta var ein góður og flottur túrur, sum tók 30 min. Síðani fóru vit at koyra víðari - næsta stop var bygdin Matamata, ið eisini er kallað Hobbiton. Orsøkin til at bygdin verður kallað Hobbiton, er tí at upptøkur til filmin 'Lord of the Rings' vóru gjørdar her. Hetta er tað staðið, har hobbitarnir búðu (í filminum). Mitt í bygdini stóð eitt stórt skelti, har tað stóð "Welcome to Hobbiton", og viðsíðurnar av tí var ein standmynd av Gollum (sum er við í filminum Lord of the Rings). Henda standmyndin líktiskt tó meira einum trølli enn Gollum sjálvum. Aftaná at hava tikið myndir, fóru vit í subway við Angel, Nikolaj og Caroline at keypa okkum eina sandwich; vit vóru ordiliga svangar nú, tí vit høvdu ikki etið nakran morgunmat. Kl. 12 fóru vit avstað aftur við bussinum.
Nú gekk leiðin endiliga til Rotorua - hetta tók uml. 1 tíma. Tá vit vóru komin til Rotorua, skuldi vit fyrst til Tamaki kontóri. Her keyptu vit okkum atgongumerki til seinni í kvøld, tá vit fara til Tamaki bygdina, sum er har maorifólki býr/búðu. Vit forklára meira frá hesum seinni í blogginum.
Av tí at vit høvdu góða tíð í dag, kundu vit at fara til onkrar aktivitetir í dag. Vit báðar, Angel, Nikolaj, Lauren, Elliot og Caroline valdu at fara til eitt stað, har man fer niðan á eitt fjall við eini gondolu, sum er tað sama sum cable cars og skyrail. Tá vit vóru komin niðaná, skuldu vit koyra vit sovorðnum bilum allan vegin oman aftur. Hesir bilarnir, sum man koyrir við, verða kallaðir "luge" - teir líkjast sletum við einum ratti og hjólum. Man koyrir oman gjøgnum brekkur, so man fær ferð á tann hátt, men tað ber eisini til at bremsar. Øll skulu vera í hjálmum, fyri at sleppa at koyra við bilunum.
Fyrstu ferð vit royndu, skuldu vit gjøgnum ein bana, har tey, sum fyrstu ferð royndi bilarnir, skuldu fara í gjøgnum. Hetta var fyri, at man skuldi øva seg, áðrenn man fór til hinar báðar banarnar, sum vóru eitt sindur meira útfordrandi. Man visti beinanveg, at hetta fór at blíva ordiliga skeg. Hóast tað ikki var loyvi, koyrdu vit kapp - tað gjørdi tað uppaftur skegari. Men tað endaði við at bilurin hjá Elliot koppaði, tá hann royndi at yvirhála Gurið. Men tað hendi ikki tað heilt stóra :) Tá vit vóru komin hartil banin endaði, skuldi man seta bilarnir á eitt band (líka sum eitt renniband). Bandið førdi bilarnar til eina lyftu, sum tók tveir og tveir bilar við sær niðan aftur. Vit fóru eisini niðan við hesi lyftini. Man sat á einum "bonki", har tvey fólk passaðu á. Henda lyftan førdi okkum síðani niðan aftur til har banarnar byrja. Næstu ferð vit koyrdu oman við hesum bilunum, fóru vit í tann mittasta banan, ið var eitt sindur meira útfordrandi. Hetta var nógv stuttligari, tí man koyrdi nógv skjótari. Tann seinasti banin var enn meira útfordrandi enn hin; einastaðni í hesum bananum er ein brøtt brekka. Tá man koyrdi eftir henni, fór man í leysari luft. Vit øll dámdu henda banan best. Vit høvdu keypt eitt atgongumerki, har man kundi koyra 5 ferðir omaneftir, so tá vit fyri fimtu ferð komu niðan aftur, var tíð til at fara oman aftur við gondoluni. Kl. var 16, tá vit komu oman, og skjótt eftir kom Kiwi-bussurin eftir okkum. Bussurin koyrdu okkum á okkara hostell, har vit checkaðu inn. Vit fingu kamar saman við Angel, Nikolaj og Caroline. Undarligt nokk búðu vit aftur í kamari "22"! :)
Nú var tíð at gera okkum kláran at fara til Tamaki Maori bygdina. Vit øll í okkara kamari fóru á hendan túrin :) Ein bussur kom eftir okkum, og koyrdu okkum til bygdina. Busssjaførurin hjá okkum var sjálvur ein av maori-fólkunum, og var sera festligur og fittur. Hann bað okkum fyrireika okkum ein sang (á okkara egna máli), tí tað skuldi vera ein sangur úr hvørjum landi, t.d. skuldi onglendingarnir syngja ein enskan sang, meðan týskarnir skuldu syngja ein týskan sang. Av tí at bara vit báðar vóru úr Føroyum, tosaðu vit um, hvønn vit skuldu fara at syngja. Vit avgjørdu, at um vit vóru bidnar um at skula syngja, so sungu vit "ein indi, tveir indi, tríggir indiánarar..." ;p Hann segði, at vit skuldu syngja sangin á veg heim aftur við bussinum, men vit trúðu ikki nakað serligt uppá hann :)
Busssjaførurin bað okkum síðani velja okkum ein chief - chief'urin skuldi vera eitt mannfólk, og tí valdu vit Jack, Englandi, frá okkara bussi.
Aftaná at hava koyrt í eini 20 min. komu vit til Tamaki Maori bygduna. Tað fyrsta á skránni var ein vælkomstceremoni. Her vóru ikki bert fólk frá okkara bussi, men frá fimm ymiskum, t.v.s. at tað vóru fimm chief'ar. Allir 5 chief'arnir, sum vóru valdir, skuldu luttaka í cermoniini, har teir skuldu útfordrast. Maori-fólkini sungu og gjørdu scary/funny-faces ímóti chefunum, sum stóðu frammanfyri øll hini fólkini. Chefirnir kundu ikki siga nakað ella flenna, meðan henda ceremonin fór fram, tí hetta er ein ceremoni, har maori-fólkini skulu finna útav, um vit koma í friði ella ikki. Chefirnir kláraðu útfordringina, og síðani vóru øll fólkini vælkomin inn í bygdina. Vit hugdu okkum um í bygdini, har fólkini fortaldu frá, hvussu tey livdu fyrr í tíðini. Her bleiv m.a. víst, hvussu tey gjørdu klæðini og kurvar, hvussu tey tatoveraði hvønn annan, og hvat tatoveringarnar merktu (tað var altíð okkurt við søguna hjá tí einstaka), hvussu tey búðu o.s.fr.
Aftaná at hava verið runt í bygdini, sluppu vit inn har, tey gjørdu matin, sum vit skuldu eta seinni. Tað er nógvur aktivitetur í jørðini her í Rotorua, tí at jarðarskorpan er so tunn her, tí var vanligt hjá maori-fólkunum at grava matin niður í jørðina, har tey síðani gjørdu ein ovn undir jørðini við vulkansteinum. Maturin bleiv tí kókaður av hitanum frá jørðini. Hetta verður kallað hangi. Tey høvdu gjørt ein stórt runt hol niður í jørðina, har kjøtið lá niðast, av tí tað tekur longst tíð at kóka, omaná lógu eplini, síðani gularøturnar og ovast lá ein posi við onkrum í. Hetta vera sera áhugavert at síggja. Og vit øll blivu heilt svong av at standa her, og hyggja eftir teimum taka matin upp.
Meðan tey skuldu gera matin tilreiðar at eta, fóru vit øll inn í Whareniu (ein sal) - nú skuldu maori-fólki undirhalda okkum. Fyrst sungu tey tveir eitt sindur villar sangir, meðan tey dansaðu til - her brúktu tey eitt band við tveimum bóltum og høvdu tveir pinnar í part, ið tey brúktu til at gera ymiskt ljóð. Aftaná sungu tvey maorifólk ein meira stillan sang um ein drong og eina gentu, sum vóru forelskaði. Hetta er ein romantisk søgn, ið minnir um Romeo og Juliet, men hevur tó ein góðan enda :) Vit hildu báðar, at hetta var sera rørandi, tí sangurin var so flottur. Eftir at hesin sangurin var liðugur, sungu tey tveir aðrar sangir. Øll fólkini, sum vóru her og hugdu, hyggaðu sær ordiliga, tí tey gjørdu so nógv burturúr. Heilt ótrúliga annaðleiðis upplivilsi, sum eingin av okkum vildi verið fyri uttan :)
Nú var so tíðin komin, at vit skuldu eta. Vit øll, vit báðar, Angel, Nikolaj og Caroline høvdu øll glett okkum til hetta, tí vit øll vóru so svong, og vit vistu at tað var buffet, so vit kundu eta so nógv, sum vit vildu. Tá øll høvdu sett seg niður, skuldu vit vælsigna matin, áðrenn vit kundu byrja at eta. Hetta var gjørt soleiðis, at vit øll skuldu koyra høvdini niður, meðan tey bóðu á teirra máli. So var tíð at eta, og av tí at vit sótu við borð nr. 1, vóru vit tey fyrstu, ið sluppu at fylla okkum á tallerkin. Á buffetborðinum vóru gularøtur, 2 sløg av eplum, kyllingur, kjøt, fiskur, okkurt mix, salat, pastasalat og sós. Vit fingu okkum 2 ferðir uppá tallerkin, og tá vóru liðug at eta, vóru vit proppmett. Men so bleiv dessert serverða; her kundi man fáa sær sjokolátakaka, har man kundi koyra vanillusós omaná, frukt og lagkøka. Eisini kundi man fáa sær kaffe, te og heitt kakao afturvið. Øll vóru so mett aftaná tey vóru liðug! Tað smakkaði heilt heilt ótrúliga gott, og Gunnvá helt hetta vera bestu máltíð, hon hevði fingið á øllum túrinum :)
Tá vit vóru liðug at eta, kundu vit fara at hyggja eftir souveinerum, men hetta var so dýrt, so vit keyptu ikki nakað. Vit bíða heldur, til vit koma aftur til Auckland, tí har er tað bíligari. Vit fóru inn aftur, har vit høvdu etið; nú var tíð til farvælceremoni'ina. Ein maður helt eina talu, har hann takkaði fyri, at øll vóru komin, og til endans skuldu øll reisa seg, taka í hondina á hvørjum øðrum og syngja eina sang. Sangurin var á maoriskum, so beint áðrenn hvørja linju í sanginum, segði forsangarin ta næstu linjuna, so øll kundu syngja við. Hetta var ordiliga hugnaligt, og man føldi seg ordiliga heima har, tí tey vóru so fitt.
Vit fóru síðani í bussin og koyrdu aftur til hostellið. Busssjaførurin tvætlaði ikki, tá hann segði at vit skuldu syngja ein sang, tí á veg til hostellið skuldu vit øll syngja ein sang á okkara egna málið. Fyrst sungu onglendingar, síðani skotarnir, og so víðari og víðari. Til endans vóru tað bara vit báðar eftir, sum ikki høvdu sungið, so Angel, Caroline og Nikolaj rópti, at nú skuldu tey úr Føroyum syngja. Vit báðar sungu síðani sangin um indiánararnar ;) Vit hildu, at hetta var sera festlig. Tá øll høvdu sungið, sungið vit nakrar felagssangir, meðan vit koyrdu tríggja ferðir runt í eini rundkoyring - hetta var ein stórur bussur :p Tá tíð var at siga farvæl við busssjaførin, vóru vit ordiliga keddar, tí vit høvdu havt eitt soooo gott kvøld!! :) Vit halda báðar, at hetta er eitt av hæddarpunktunum her í New Zealandi.
Kl. var nú 22, so vit øll í kamarinum fóru oman í The Lava Bar - her hugnaðu vit okkum og royndu at brúka okkara seinastu tíð saman, av tí at vit báðar fara aftur til Auckland í morgin, meðan hini fara víðari gjøgnum New Zealand. Aftaná eina løtu komu Elliot og Lauren eisini. Vit spældu tvey spøl av pool; vit báðar ímóti Angel og Nikolaj. Teir vunnu tað fyrsta spælið, meðan vit vunnu tað næsta :D hehe :) Tá kl. var 00, vóru øll so troytt, so vit fóru í song. Tað var syrgiligt at siga bei við øll, men tað verður spennandi at fara til Cook Islands at fáa eitt sindur av farvu ;p
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments