Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í morgun sluppu vit at sova eitt sindur longur enn vanligt; vit høvdu sett vekkarin til kl. 9, av tí at vit skuldu við Kiwi-bussinum til Auckland eitt sindur yvir kl. 10. Tá vit høvdu pakkað og chekka út av hostellinum, settu vit okkum niður á gólvi, har vit fóru á internetið, tí klokkan var ikki so nógv. Bussurin kom kl. 10.30. Vit hildu, at tað var ordiliga merkiligt, at vit ikki kendu nakran á bussinum; hesin bussurin koyrdi norðureftir, meðan vit allatíðina hava koyrt suðureftir, so vit høvdu ikki tosað við nakran av teimum, sum vóru við.
Fyrsta og einasta stoppið hjá okkum í dag er Matamata (Hobbiton), har vit eisini steðgaðu í gjár á veg til Rotorua. Av tí at vit longu høvdu sæð og tikið myndir av skeltinum, har tað stóð "Welcome to Hobbiton", fóru vit beinleiðis at keypa okkum ein sandwich í subway. Kl. 12 fóru vit avstað aftur, og nú gekk leiðin til Auckland. Komin til Auckland skuldu vit fyrst steðga við Kiwi-kontóri, har onkur skuldi ordna okkurt. Vit báðar fóru í countdown, sum er ein handilsketa av bíligum supermarknaðum. Her keyptu vit inn til døgurða; sum ikki eina ferð var burritos við tuna, mais og agurk :p
Tá vit endiliga komu inn til býin, fingu vit bagaguna og fóru á Nomads hostellið. Uff, tað tók langa tíð at chekka inn (tá vit siga langa tíð, meina vit uml. 30 min. Vanligt tekur tað 2-5 min at chekka inn)!! Vit vóru nakað so troyttar, so tað føldist, sum tað tók øldir. Onkur fólk vóru frammanfyri okkum, og tað tók øldir hjá receptionistunum at chekka fólkini inn. Eina ferð stóðu 3-4 fólk aftanfyri diskin, og tað virkaði ikki, sum um nakar gjørdi nakað til nyttu. Tá vit endiliga høvdu chekka inn, fóru vit beinleiðis niðan á kamarið, har vit blakaðu bagaguna frá okkum og fóru út aftur.
Tann fyrsti persónurin, sum vit møta, tá vit eru komnar út, er ein sum vit kenna. Hetta er Slomo frá Canada, sum vit møttu seinasta kvøldið í Sydney. Hann mintist okkum aftur, og vit prátaðu eina løtu við hann. Hann skal eisini búgva á Nomads í nátt. Skeg at vit aftur møta fólkið, vit kenna :) Heimurin er so lítil! :)
Av tí at vit báðar mangla klipklapparir og ballerina-skógvar, valdu vit at brúka eitt sindur av degnum í dag at shoppa. Fyrst vóru vit í einum souvenirhandli, har vit keyptu okkurt at hava heim við. Síðani gekk leiðin á skógvajakt! Tað var ikki leingi, áðrenn vit komu í ein handil, sum seldi klippklapparir fyri 2 NZD, sum er 9 kr. Hóast teir vóru pink, keyptu við hvør sínar. Eisini her inni funnu vit ballerina skógvar, tvey pør fyri 25 NZD, so vit keyptu eisini hvør sínar svartar. Meðan Gurið prøvar ballerinaskógvarnar, gekk hon runt í handlinum og maldi. Tá hon kemur aftur, og skal lata seg í sínar klip-klappar, finnur hon teir ongastaðni. Tá hevur ein maður, sum arbeiddi har, tikið teir, tí hann helt, at teir skuldu vekk. Tað er tó ikki løgi, tí Gurið er ikki farin so gott við klip-klapparunum hjá sær - har eru nemliga tvey stór hol í, har hælurin eigur at vera! :p Gurið bleiv eitt sindur flov, og bað so mannin koyra teir vekk, og keypti ballerina skógvarnar, sum hon var noydd at fara í beinanvegin. Gunnvá keypti eisini tvey pør av sólbrillum.
Aftaná komu vit í ein annan handil, har Gunnvá fann einir klippklapparir fyri 1 NZD. Vit gingu so víðari, og komu til ein handil, har Gurið keypti trý pør av sólbrillum og Gunnvá 1 par. Nú hava vit 4 pør av sólbrillum í part, so vónandi halda hesar til restina av túrinum. At enda fóru vit í eitt apotek at keypa moyggjabita-spray, so nú eru vit klárar at fara til Cook Oyggjarnar :) Man kann ikki siga annað, enn at tað var ein succes at fara at shoppa í dag ;p
Komnar heim á hostellið, fóru vit beinanvegin at gera døgurða. Eftir hetta settu vit okkum oman í felagsrúmi við teldunum, har vit skrivaðu allir bloggarnir og løgdu teir út. Vit vóru rættiliga langt aftanfyri, so tað trongdi til ::)
Tá kl. nærkaðist 00 fóru vit í song, men vit sovnaðu tó ikki fyrr enn klokkan nærkaðist 1. Vit skulu upp kl. 4 í morgin, tí tá skulu vit flúgva til Cook Oyggjarnar :) Vit eru sera spentar at koma hartil! :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments