Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Í morgun skulu vit svimja við delfinum, so vit vóru longu uppi kl. 6.30. Cruise-túrurin byrjaði ikki fyrr klokkan 8, men vit vóru noyddar at pakka og chekka út, áðrenn vit kundu fara avstað. Vit vóru niðri á keiini í góðari tíð, so vit vóru noyddar at bíða í 30 min., áðrenn vit sluppu umborð á bátin. Vit eru við einum lítlum báti, so vit hava ordiliga gott útsýnið yvir havið, og eru rættiliga tætt við vatnið. Vit fingu at vita, beinanvegin vit komu í bátin, at tað gott kundi taka upp til 3 tímar, inntil man sá nakrir delfinar, og at tað ikki var sikkurt, at man kundi svimja við teimum. Vit høvdu ikki siglt í meira enn 10 min, áðrenn vit sóu vit delfinar. Vit sigldu yvir til teir, og teir byrjaðu at svimja beint viðsíðnar av bátinum. Tá vit siga beint viðsíðnar av bátinum, so meinar vit eisini beint viðsíðnar av. Teir vóru bert einar 10 cm frá bátinum, og vóru eisini undir honum fleiri ferðir. Tær báðar, sum arbeiddu umborð, royndi at vurdera um vit kundu sleppa at svimja við hesum delfinunum, men hesir vóru ikki so spælisjúkir, so vit fóru tí víðari. Í dag regnaði ikki, so tí vóru líkindini góð at svimja, men um delfinarnar veiða, svimja forbíð, hava ungar ella eru uppávegin ber ikki til at svimja við teimum, so vit hopa bara uppá tað besta.
Vit høvdu ikki siglt í meira enn 5 minuttir, áðrenn Gurið heldur seg síggja delfinar langt vekk. Hon sigur tað so við kaptajnin (sum faktiskt er ein kvinna), sum so tekur kikarin. Tá hon sær at hetta vóru delfinar, byrjaði hon at sigla ímóti teimum. Tá vit koma til teir, koma teir beinanvegin til bátin. Meðan vit sigla við teimum, sleppa vit at leggja okkum framm í gronina á bátinum, soleiðis at vit síggja hvørja ferð teir koma undan bátinum. Hetta hildu vit vera ordiliga gott. Tá vit hava siglt við teimum í einar 30 minuttir, fáa vit at vita, at vit sleppa at svimja vit teimum. Vit báðar hava okkara snorklara útgerð við, so vit lata okkum í tað, og leypa út í saman við øllum hinum umborð. Tá vit akkurát eru komin út í havið, hoppa teir forbí beint viðsíðnar av okkum. Vit hildu, hetta vera so cool, at vit nærmast ikki hugdu undir vatnið (snorklaðu), men royndu at hyggja eftir, hvar teir fóru at hoppa upp næst. Áðrenn vit fóru í havið, fingu vit at vita, at um vit gera ljóð undir vatninum, tiltrekkja vit delfinir. So meðan vit svumu her úti, gjørdu øll ljóð - tað ljóðaði so heilt ótrúliga býtt og skeg! :D
Tá vit høvdu verið í vatninum í einar 10 min, blivu vit rópt uppaftur, tí tá vóru delfinarnar so mikið langt burturi frá okkum, at vit skuldu sigla yvir til teir. Tá vit eru komin í bátin aftur, fáa vit at vita enn eina ferð, at vit skulu hyggja undir vatnið, tí teir plaga at svimja tætt við fólk. Vit fara aftur í vatnið 2 min aftaná. Hesa ferð gera vit aftur tey skegu ljóðini, og eru nú raskari at hyggja undir vatnið, og vit síggja fleiri delfinar svimja beint undir okkum. Vit báðar halda hetta vera eitt so cool upplivilsi :D Hóast man ikki sá delfinarnar allatíð, hoyrdi man teir. Nøkur av ljóðunum, sum teir lata frá sær, ber til hjá fólki at hoyra.
Tá vit eru liðug at svimja við delfinum fara vit til eina oyggj, soleiðis at tað ikki skal vera ov stravið at sigla. Vit vóru tó bert her í ein hálvan tíma. Oyggin var sera flott :) Tá vit vóru á veg aftur til Paihia, sigldu vit forbí fleiri delfinar. Teir vóru júst í hálvt við at veiða fiskar, so teir svumu sera skjótt. Teir hoppaðu eisini høgt upp í luftuna, so tað var ordiliga flott at síggja. Tá vit koma aftur á keiina, vóru vit so fegnar! :) Hesin túrurin hevur verið so heilt ótrúliga góður, og tað er eitt heilt fantasktiskt upplivilsi at svimja við delfinum :)
Tá vit komu aftur á hostellið, hugdu øll eftir filminum Slum Dog Millionare. Av tí at hann var júst byrjaður, fóru vit at hyggja við. Her vóru m.a. Elliot, Lauren, Nikolaj og Angel, og tá tey fingu at vita, at vit høvdu svomið við delfinum, blivu øll ordiliga øvundsjúk :p Tey sluppu ikki at svimja við delfinunum í gjár, og høvdu fingið møguleikan at útseta tað til í dag. Tey útsettu tað ikki, og tað ergraði tey seg grønan yvir ;) Meðan vit hyggja eftir filminum, hyggja Gurið og Nikolaj yvir á Gunnvá, og hon snorksvevur! :) Gunnvá svav allan filmin - hetta er tó ikki óvanligt eftir hondini :p Tá filmurin er liðugur, fara vit í kiwi-bussin. Bussurin var sera fullur, so vit báðar kundu ikki sita við síðnar av hvørjum aðari. Gurið endaði við at sita beint undir sjónvarpinum, so tá tey vístu filmin 'Holiday', flutti hon seg á eitt annað pláss. Hon endaði so at sita viðsíðnar av Christoph frá Svøríki. Tey roksaði allan vegin, so Gurið bjóðaði honum við okkum út í kvøld :)
Hesaferð í Aucklandi búgva vit á Base, av tí at vit hava eina nátt eftir av Base jumpcard'inum hjá okkum. Angel og Nikolaj komu við okkum á Base at búgva, men vit búðu tó ikki í sama kamari hesa ferð, tí vit báðar búðu í sanitary partinum, t.v.s. at vit búðu í kømurum, har bert gentir búgva. Hesi kømurini eru betur enn hini, tí tað bert eru fýra sengur í teimum. Vit blakaðu bagaguna í kamarið, og skundaðu okkum at fara undir brús. Vit høvdu avtalað við Angel og Nikolaj at fara út at eta. Vit endaðu við at eta Bondi burgara á Oporto, tí vit funnu onga pizza resturant.
Tá vit vóru liðug at eta, fóru vit í Globe bar, ið er barrin sum hoyrir til Base hostellið. Vit spældu nøkur skeg spøl her, og fóru síðani niðan á hostellið at spæla pool. Pool-borðið var tað vánaligasta, ið vit nakrantíð hava sæð. Tað vóru reyð tape á tí, tí holir vóru komin í tað. Stongin var brotin, kúlurnar vóru í ymiskum støddum, og eingin hvít kúla var! Men tað var so skeg at spæla á tí, tí alt var bara tilfeldigheitir. Tað bleiv uppaftur stuttligari, tá Nikolaj kom til at koyra tað svørtu kúluna í, og vit báðar vunnu! :) Vit fóru so niður undiraftur í Globe barruna, tí vit skuldu møta Christoph her. Vit dansaðu eina løtu, og tá Christoph kom, kom hann at dansa við. Vit dansaðu í tímavís, og høvdu tað so skeg :) Vit fóru í song um 3-tíðina.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments