Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í morgun settu vit vekkarin til kl. 7.30, av tí at vit skuldu við Kiwi-bussinum kl. 8.30 til Mercury Bay. Vit settu okkum út at bíða eftir bussinum, og vóru eitt sindur bangnar um, at Angel og Nikolaj ikki vóru vaknaðir. Teir fortaldu okkum í gjár, at ongin av teimum hevði nakran vekkara, so vit máttu koma at banka uppá hurðina hjá teimum í morgun. Men vit funnu útav í gjár, at tað ikki bar til hjá okkum at koma á teirra hædd - man sleppur bara á hæddina, man sjálvur býr á, hæddina har receptiónin er og niðastu hædd. Tí hopaðu vit báðar bara, at teir høvdu funnið útav onkrum, og vaknaðu til tíðina, og náddu bussin. Tíbetur komu teir - Angel hevði funnið ladarin til sína telefon, sum onki battarí hevði, og fekk tí sett vekkarin hjá sær at vekka í morgun. Bussurin var eitt sindur seinur, men tá hann so kom, settu vit okkum í bussin og fóru avstað.
Fyrsta stoppið í dag, var kontóri hjá Kiwi Experience. Her kundu vit fara inn at booka bussarnir hjá okkum. Vit báðar valdu, at booka allir bussarnir hjá okkum beinanveg, av tí at vit hava so knappa tíð. Aftaná at vit høvdu bookað bussin frá Mercury Bay til Rotorua og bussin frá Rotorua til Auckland, fóru at leita eftir einum wc. Vit vistu ikki, hvar wc var beinanveg, og av tí at vit heldur ikki mintist, nær bussurin fór avstað aftur, royndu vit at skunda okkum alt, hvat vit kundu. Vit krossaðu fingrar fyri, at bussurin ikki var farin, tá vit komu aftur. Tíbetur stóð hann har enn, tá vit endiliga komu aftur. Aftaná sóu vit, at busssjafførurin taldu fólkini, fyri at vita um øll vóru við, so hann hevði nokk ikki fari undan okkum ;p Næsta stoppið í dag var beint eftir, at vit vóru komin út út Aucklandi; vit koyrdu niðan til fjallið Mount Eden, har man hevur eitt 360 gradir útsýnið yvir alt Auckland. Vit vistu slett ikki, at Auckland var so stórt, sum tað veruliga er. Heilt ótrúliga stórur býur. Busssjafførurin fortaldi okkum, at Auckland er 4. størsti býur í heiminum, altso í vídd. 1/3 av fólkunum í New Zealandi búgva í Aucklandi, t.v.s 1,4 mió. Vit vóru ikki leingi úti úr bussinum, tí tað var so kalt úti. Skjótt aftaná fóru vit avstað aftur. Nú skuldu vit koyra í 1,5 tíma, áðrenn vit steðgaðu aftur at keypa okkum lunch.
Vit komu til Thames, steðgaðu har, og fóru inn í ein stóran matvøruhandil at keypa okkum lunch. Vit keyptu jogurt, keksir, kylling, bananir og súreplir. Aftaná at hava etið, fóru vit at koyra aftur. Hesa ferð koyrdu vit í 1 tíma, áðrenn vit steðgaðu á einum parkeringøkið í Hahei. Vit báðar, Elliot, Lauren, Angel og Nikolaj (øll tey vit búðu í kamar saman við uppi í Paihia, Bay of Islands) fylgdist øll oman til eitt, ið eitur Cathedral Cave. Vit gingu í eini 30 min. inntil vit komu oman til strondina har, men "veg-arbeiðið" eftir eina cyclon gjørdi, at vit máttu ganga omaneftir runu, fyri at koma líka oman á strondina. Fyri at vit ikki skuldu glíða, høvdu tey bundið eitt band fast í trøini, soleiðis at man kundu halda tí á veg oman. Strondin var soo flott. Eisini var ein nokkso opin grotta her, og ein stórur steinur stóð á sjónum tætt uppi við strondina. Aftaná at hava tikið myndir og spáka ein túr á strondini, settu vit okkum niður at eta banan og súrepli. Angel og Elliot byrjaðu so at byggja eitt sandslott ;p Tá teir vóru liðugur, fóru vit avstað aftur eftir at hava verið her í 1 tíma.
Komnar niðan aftur hartil, har "veg-arbeiði" byrjar, finnur Gurið útav, at hon hevur mist sólbrillurnar, og heldur at hon hevur mist tær niðri á strondini. So hon fer allan vegin oman aftur á strondina at leita eftir teimum, men finnur tær ongastaðni. Tá Gurið kemur niðan aftur, ganga vit til bussin. Vit koyra síðani í ein tíma og koma til Whitianga, sum er býurin, har vit skulu sova hesa næstu náttina. Eftir at hava fingið bagaguna úr bussinum, skulu vit chekka inn. Vit ætlaðu at sleppa í kamar saman við Angel, Nikolaj, Elliot, Lauren og Caroline, men tað vóru bara 5-manskømur vóru eftir. Tí fóru hini 5 í sama kamar, meðan vit báðar fingu eitt annað kamar við síðurnar av teimum saman við tveimum frá Skotlandi. Tey eita Walker og Katherine. Vit roksa við tey eina løtu, og so spyr Kat, um nakar av okkum báðum vil hava einar sólbrillur. Hon hevði fingið tær frítt á gøtuni, men hon hevði longu 5 pør, og tímdi tí ikki at bera uppá tær. Gurið bleiv so glað, tí hon hevði ongar, so nú hevur hon einar grønar sólbrillur :p
Kl. 18.30 fóru vit at eta Spagetti Bolognese niðri í køkini á hostellinum. Tá vit hava fingið uppá tallerkin, seta vit báðar, Elliot og Lauren okkum niður á sofuna at hyggja eftir filminum Waterboy. Eftir at filmurin er liðugur fara vit báðar, Elliot og Angel at spæla pool - vit báðar ímóti teimum. Teir vinna eftir eitt javnt spæl - vit høvdu bert eina kúlu eftir. Nú vóru Lauren og Caroline eisini har, so tær koma eisini at spæla við. Nú spæla vit trý ímóti trimum - vit báðar og Eliiot móti Angel, Lauren og Caroline. Hetta spælið vinna hini, so vit báðar bara taptu í kvøld :( ;p Men tað var hugnaligt hóast alt. Aftaná poolspælið fara hini í song, og vit báðar fara í okkara kamar at skriva bloggar. Tá vit vóru liðugar at skriva, fóru vit eisini í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments