Paihia, New Zealand
Heyyy tit!! :D
Í morgun sluppu vit endiliga at sova leingi. Gurið vaknaði kl. 10.30, og tosaði við øll hini í kamarinum, inntil tey fóru crusetúrin, har man kann svimja við delfinum. Vit skulu á tann túrin í morgin, so vit eru sera spentar at hoyra, hvat tey halda um hann. Tey fóru avstað klokkan 12, so tá slapp Gunnvá ikki at sova longur, tí Gurið vakti hana. Vit tóku skálir úr køkini niðan í kamar og fingu okkum havragrýn at eta, á...