Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Nú hava vit so sovið okkara fyrstu nátt í New Zealandi. Vit sluppu tó ikki at sova longi, tí vit skuldu longu møta á bussstoppstaðnum kl. 7.15, og fóru tí upp kl. 6.30. Vit chekkaðu út úr Nomads Backpackers og gingu til bussstopstaðið og vóru longu har kl. 7 ;)
Tá vit hava blakað bagaguna frá okkum, setur Gurið seg á ein bonk at passa uppá bagaguna, meðan Gunnvá fer at keypa okkum okkurt at hava í bussinum at eta, tí vit hava jú ikki etið morgunmat. Tá Gunnvá kemur aftur byrjar at regna, so vit seta okkum at krokað aftanfyri ryggsekkirnir, og ballaðu okkum við einum teppi, meðan vit eta morgunmat. Vit bíða her eina løtu, áðrenn tann stóri grøni Kiwi-bussurin kemur.
Tá vit hava sett okkum í bussin, fáa vit nøkur papírir, sum vit kunnu skriva okkum á. Hetta er millum annað papír um hostel í Paihia (Bay of Islands), nær man skal úr aftur Paihia við bussinum og eisini ymiskir túrar, man kann fara á. Vit skrivaðu okkum beinanvegin á túrin, har man kann svimja við delfinum. So kemur papírið, har man skal skriva seg á, nær man skal við bussinum úr Paihia. Vit høvdu ætlað at fara harfrá í morgin, tí vit hava bert 6 dagar eftir í New Zealandi, men bussurin koyrir ikki tá. Vit skrivaðu okkum tí at fara við bussinum í ovurmorgin, so vónandi lukkast við eisini omaneftir, sum vit hava ætlað okkum. Tá øll papírini eru farin runt, kunnu vit slappa av allan vegin. Vit dáma sera gott Kiwi Experience, tí vit skulu ikki hugsa um nakað - alt verður ordna fyri okkum :) Vit gera tvey stopp í bussinum á veg niðan til Paihia, har tað eina er døgurðastopp og hitt er wc-stopp.
Vit komu til Paihia um 12-tíðina, har vit checkaðu inn á 'Pipi Patch'. Vit skuldu búgva á einum dormi, har 8 sengur vóru inni. Tá vit koma í kamarið, sum er nr. 22, er eingin har, men vit síggja at tríggjar sengur eru upptiknar. Vit leggja okkum so í hvør sína song, og byrja at skriva bloggar. Tað regnar her í Paihia í dag, so tí er ikki so nógv at gera - og tað hildu vit vera so deiligt. Tað er so langt síðan, at vit hava kunna slappa av, so vit nýttu tað ordiliga. Meðan vit sita og skriva bloggar, kemur ein drongur inn í kamarið. Hann eitur Angel og er frá Arizona. Tá vit hava roksað við hann eina góða løtu, koma trý onnur inn. Tey eita Nicolaj, Lauren og Elliot. Nicholaj er frá Danmark, so tá hann fær at vita, at vit eru frá Føroyum, verður hann so glaður fyri, at hann sleppur at tosa danskt aftur, at hann roksar, sum eg veit ikki hvat. Vit fáa so at vita, at hann akkurát er byrjaður at ferðast, og hevur tí bert verið vekk í 3 dagar. Lauren og Elliot eru eitt enskt par. Tey øll trý eru 19 ára gomul og Angel er 21 ár. So vit eru øll rættuliga javngomul, so tað er ordiliga deiligt.
Tá klokkan verður 19 er tíð til barbeque. Vit fáa búff, epli, kjøtpylsu og salat, so tað var fínastaslag. Vit eta saman við tveimum donskum gentum, og roksa við tær eina góða løtu, áðrenn vit fara í kamarið at hyggja eftir 'Something about Mary'. Meðan vit hyggja eftir filmi, fara hini í kamarinum (Angel, Nickolaj, Elliot og Lauren) oman í barrina á hostellinum, tí tað er diskotek her í kvøld. Men áðrenn tey fara, vilja tey hava okkum at lova, at vit eisini koma oman ein túr, so tað gera vit. Júst sum filmurin er liðugur, koma Angel og Elliot niðan í kamarið at vita, hvar vit blíva av. Vit fara so oman í barrina, og vit øll í okkara kamarið fylgjast alt kvøldið. Ordiliga skeg. Tá klokkan gerst 00, fara vit øll niðan í kamarið, siga góða nátt við hvønn annan og so at leggja okkum at sova. Vit føla okkum akkurát sum ein familja :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments