Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í morgun høvdu vit ikki sett vekkarin, so vit svóvu líka til kl. 13.30. Vit hildu, at tað var sooo lekkurt fyri eina ferð skyld at sleppa at sova leingi. Vit høvdu avgjørt í dag at fara niðan í Skytower og fara ein gongutúr í Darling Harbour. Áðrenn vit fóru út, fóru vit fyrst undir brús og síðani at eta.
Kl. 15 gekk leiðin síðani til Skytower. Fyri at koma har man keypir bilettir og sovrut, skuldi man fyrst ganga inn í eitt centur og nakrar hæddir upp. Komnar niðan hartil, síggja vit, at tað er nokso dýrt at sleppa niðan og man sleppur ikki eingongd útum. Um vit eisini vildu sleppa út, kom tað at kosta okkum 55 AUD í part; eitt sindur yvir 300 kr. Hetta tímdu vit ikki ordiliga akkurát tá, og fóru síðani avstað aftur. Vit keyptu okkum hvør sín smoothies í centrinum, har vit plaga at keypa inn, og fóru síðani til gongu móti Darling Harbour - hetta er eitt stórt økið beint við sjógvin. Á økinum er ein lítil park við einum springvatni og spæliplássi, og á keiøkinum eru nógvar restaurantir og caféir. Tá man gongur á keiøkinum, kemur man til eina brúgv, har man kann ganga yvirum, aftur hartil man kom frá. Vit ganga yvirum brúnna og síggja, at vit búgva faktiskt rættiliga tætt við Darling Harbour; tættari enn vit hildu.
Aftaná fara vit yvir til Wicked Travel at booka okkara Kiwi Experience bussar í New Zealand. Meðan vit eru har, fara vit líka á netið at ordna ymiskt á facebook. Tá vit eru liðugar, fara vit í centrið at keypa inn til døgurða. Tá vit standa við kassan og skulu gjalda, royna vit at goyma allan sjokolátuna, vit hava keypt ;p men í tí vit gera tað, standa tveir dreingir aftanfyri okkum, og ein av teimum sigur við hin, hasar mugu dámar væl sjokolátu. Hin svarar aftur, ja, har er næstan bara sjokoláta. Vit byrja síðani at práta við teir og vísa teimum, at vit faktiskt eisini keypa mais, agurk og tuna ;p Eftir at hava goldið fara vit beinleiðis heim á hostellið at eta.
Vit máttu skunda okkum ordiliga nógv, tí vit høvdu avtalað við Peter, sum vit møttu á Koh Samui í Thailandi, at møtast uttanfyri Wake Up kl. 20 - hann skuldi vísa okkum eitt sindur av býnum. Vit gingu oman eftir einari langari gøtu, George Street, har vit m.a. gingu framvið Queen Victoria Building. Síðani gingu vit til The Rocks, sum er ein av teimum elstu býarpartinum í Sydney; hetta liggur beint við sjógvin, har Harbour Bridge, Circular Quay og opera húsið eru, so man kann gott siga, at hetta liggur rættiliga væl fyri. Vit gingu víðari framvið Circular Quay og til opera húsið, har vit settu okkum niður eina løtu at práta. Eftir at hava sitið har og síðani tikið nakrar myndir av operahúsinum og Harbour Bridge, fóru vit so spakuliga avstað aftur. Á vegnum heim til hostellið fóru vit inn í KFC, sum er ein fast food handil; her keyptu vit fyri fyrstu ferð. Vit keyptu frituru steiktan kylling (sum er teirra specialið) og ein kyllingaburgara. Vit báðar hildu, at burgarin smakkaði gott, men løgdu ikki serliga nógv í hitt. Aftaná at hava etið fylgdi Peter okkum heim, og vit fóru beinleiðis í song.
Vit halda báðar, at kvøldið í kvøld hevur verið ordiliga hugnaligt og skeg! Vit hugnaði okkum við Peter og snakkaði um Phi Phi og Thailand. Harumframt halda vit, at tað var ordiliga skeg, at ein lokalur vísti okkum Sydney :) Tað er faktiskt heilt annarleiðis at síggja býin um kvøldið enn um um dagin; um kvøldið eru nógv ljós, og hetta ger býin soo vakran.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments