

Spot X, New South Wales
Hey tit!!!
Í morgun skuldu vit aftur surfa kl. 9 og blivu tí vaktar kl. 8. Av tí at vit fóru tíðliga í song í gjár, vóru vit úthvíldar og væl fyri at fara oman at surfa. So aftaná at hava etið morgunmat, gekk leiðin oman á strondina. Áðrenn vit fóru at surfa, mátti Gunnvá koyra klistur á fingraspísarnir hjá sær, tí húð var skrava av teimum, tá hon surfaði í gjár, og hon fekk eitt sindur ilt hvørja ferð, hon nemdi við okkurt....