Profile
Blog
Photos
Videos
Heyyy :)
Í morgun vaknaðu vit kl. 11.00. Vit vaknaðu fleiri ferðir aftur í morgun av okkara room-mates'um, sum larmaðu illa - tó var tað ikki líka ringt sum í gjár.
Vit vóru ordiliga svangar, tá vit vaknaðu, so vit avgjørdu at fara beinleið í supermarked'ið í centrinum at keypa havragrýn. Vit møttu Volmer í receptiónini, og søgdu enn eina ferð bei við hann, tí hann fer heim í dag. Tá vit komu í centrið endaði tað við, at vit fóru líka at hyggja eftir klæðum - men vit keyptu tó ongi.
Í Coles keyptu vit eisini nakrir sjokolátabollar, og settu okkum uttanfyri handilin í centrinum at eta teir :p Á vegnum oman aftur til Wake Up, fóru vit inn til Wicked Travel á netið at facebookast. Tá vit komu oman aftur á Wake Up, settu vit okkum í felagsrúmi at skriva bloggar. Eftir at hava sitið eina løtu, fer Gunnvá at gera okkum døgurða - tun og pasta við mais :D Ímeðan situr Gurið og skrivar bloggar víðari. Tá kemur suðurafrikanarin Henry har, og tey práta eina løtu og avgera, at vit øll skulu fara oman í Side Bar kl. 17.30 at hyggja eftir onkrum filmi, sum tey fara at vísa. Júst tá Gurið kemur inn í køkin til Gunnvá, er døgurðin klárur, so vit fara at eta. Eftir at hava etið, bjóðar Gurið seg fram at taka uppvaskið, eftirsum Gunnvá hevur gjørt døgurða. Tá vit eru liðugar, fara vit í Side Bar at hyggja eftir filminum Knocked Up, sum tey vísa á stórskíggja har niðri. Henry kemur eisini har og setur seg hjá okkum. Vit halda øll, at filmurin er stuttligur.
Tá filmurin er liðugur, avgera vit at møtast aftur í receptiónini um 21-tíðina. Vit fara niðan á 2. hædd, har Henry býr og seta okkum í gangin at spæla kort. Meðan vit sita og spæla, kemur ein av room-mates'unum hjá Henry har - hann eitur Nicklas, er 18 ár og kemur frá Týsklandi. Hann setur seg niður og kemur at spæla kort við okkum. Seinni koma fleiri har, og vit seta okkum í eitt kamar hjá teimum. Har var ein úr Canada, sum æt Billy, tríggjar gentur úr Englandi, sum itu Lauren, Jo og Cindy, og Pan frá Englandi. Seinni aftur komu tvær vinindir hjá teimum ensku og tvær aðrar frá Englandi.
Meðan vit sita og spæla kort, fer Gunnvá niðan í okkara kamar eftir onkrum slikki, sum vit hava keypt í dag, til okkum báðar. Tá hon hevur verið eftir slikkinum og er á veg í elevatorin, uppdagar hon, at hon sleppur ikki aftur á 2. hædd, har øll hini eru. Á hesum hostellinum sleppur man bara á hæddina, har man sjálvur býr (vit búgva á 6. hædd), felagsrúmi og køkin (1. hædd) og receptiónina. So Gunnvá avgerð at fara allan vegin oman til niðastu hædd (receptiónina) at vita, um nakar fer á aðru hædd. Ongin fór, so komin niðan aftur á 6. hædd, fór Gunnvá enn einaferð oman aftur til niðastu hædd. Her møtir hon Kevin, sum var okkara room-mate í mojo surf-campinum. Hon tosar við hann á veg niðan aftur við elevatorinum. Av tí at heldur ongin fór á 2. hædd hesa ferð, avgerð Gunnvá at seta seg at bíða uttanfyri elevatorin til Gurið einaferð leggur merki til, at hon ikki kemur aftur. Gunnvá hevur ikki bíða longi, tá Gurið kemur niðan at hjálpa henni :) hehe :)
Vit sita eina løtu afturat og spæla kort, inntil Gunnvá fer á telduna at skypa við tey har heima. Gurið lovaði at siga Gunnvá frá, tá tey fóru oman í Side Bar, men tá Gurið skal gera hetta, kemur hon í tankar um, at Gunnvá hevur báðir lyklarnar, so nú sleppur Gurið ikki niðan á okkara hædd. Gurið og Henry fara so oman í reseptiónina at vita, um tey kunnu lána ein lykil, soleiðis at tey sleppa upp til 6. hædd, har Gunnvá er. Tá tey koma niðan til Gunnvá, skal hon akkurát tá fara at skype'a við ommuna og abban hjá okkum báðum, so Gurið fer at skype'a við. Henry fer niður undir í barrina til hini at bíða. Tá vit eru liðug at skype'a við tey, fer Gunnvá at skype'a við onkran annan, og Gurið fer niður undir í barrina til hini.
Gurið skrivar..
Vit vóru í Side Bar, har vit øll dansaðu eina góða løtu. Eg fylgdist mest við eini vinkonu hjá Henry, ið var úr Norra. Hon æt Helene. Vit fóru so í Scruffy Murphy's, ið er ein írsk pubb, har ein rúgva av fólki var. Her dansaðu vit eisini, men av tí at tað var so heitt her inni, vóru vit ikki so leingi her. Eg og Henry fóru so til eina aðra írska pub, har Billy var. Hendan írska pubbin var full av monnum í grønum og hvítum stríputum blusum - tað bar næstan ikki til at ganga har inni. Orsøkin til at pubbin var so full, var tí at tey vístu ein fótbóltskamp hjá Celtic. Vit funnu Billy aftaná eina løtu. Tá vit høvdu tosa við hann eina løtu, fór hann at spæla pool í móti tveimum týskarum, og ótrúligt nokk endaði hann at vinna í síðstu løtu. Meðan hann spældi pool, tosaðu eg og Henry við tvær gentur frá Svøríki. So skoraði Celtic, og allir menninir reistu seg upp, so stólarnar koppaðu, og teir skrálaðu sum eg veit ikki hvat.
Tá klokkan bleiv trý, bestemmaði eg og Henry okkum at fara aftur á hostellið í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments