Profile
Blog
Photos
Videos
Heyy!!
Í morgun sluppu vit at sova LONGI :D ella vit vaknaðu faktiskt av okkara room-mates'um, tí teir larmaðu so illa - vit vóru nokso irriteraðar. Onkur fór tíðliga upp í morgun at pakka, meðan onkur annar tosaði í telefon inni í kamarinum. So Gunnvá legði seg at lesa sína bók, meðan Gurið lá og irriteraðist inn í room-mates'irnar. Vit fóru upp um 11-tíðina at fáa okkum havragrýn, og settu okkum síðani í felagsrúmi at skriva bloggar og hyggja eftir sjónvarp eina løtu. Tá Gurið ikki hevði morgungron meira, fóru vit til eitt stað, ið eitur Wicked Travel, har vit fóru á internetið (frítt internet) :) Vit løgdu NÓGVAR bloggar út, eftirsum vit vóru langt aftanfyri ;p Vit vóru eisini á facebook eina løtu, og harumframt avgjørdu vit at fara at bestilla KiwiExperience-bussin í New Zealandi. Hóast vit bara vera í New Zealandi í 1 viku, vilja vit gjarna royna henda bussin, tí so lukkast vit at koma eitt sindur runt í norður New Zealandi, og harumframt siga øll at KiwiExperience er so gott ;)
Eftir at hava sitið á netinum, fóru vit at finna onkran handil, sum selir handkløð - Gurið misti jú sítt handklæð vekk, tá vit vóru og surfaðu, so hon hevði ikki nakað, og mátti keypa sær eitt nýtt, um hon skuldi sleppa undir brús ;) Á vegnum fór tað at pissa niður og vit máttu renna millum droparnar. Hetta var skeg nokk, men vit blivu gjøgnumbloyttar ;)
Aftaná at Gurið hevði keypt sær at Australskt handklæð, fóru vit heim undir brús, tí vit høvdu avtalað við danskarin Volmer, at vit skuldu fara út at eta saman. Volmer var ein av teimum, sum vit møttu í Spot X. Vit møttist honum niðri í receptiónini kl. 18, og fóru síðani at finna okkurt at eta. Volmer hevði hoyrt um eitt stað sum æt Mamak, so vit ætlaðu bara at fara har at eta. Men tá vit komu hartil, síggja vit at tað er ein meega long kø til at sleppa inn, so vit fara bara avstað aftur, tí vit vilja hava okkurt at eta beinanveg ;p Tað endar tó við, at vit fara inn til eitt stað, har tey selja kebab, pizza og burgarir. Vit báðar keypa kyllingaburgara, sum smakkaði øgiliga væl, meðan Volmer keypti sær pizza. Aftaná fara vit á hotellið og oman í barrina her á hostellinum. Her sita vit og práta eina løtu, áðrenn ætlanin er at fara til King Cross, sum er ein kend gøta her í Sydney. Meðan vit standa og diskutera, um vit skulu fara har til, ella um vit bara skulu vera her á hostellinum, nú tá tað er byrja at regna, hoyra vit onkran rópa á okkum. Tá er tað Henry og Vilde, sum vit fylgdist við á Fraser Island :) Vit tosa eina løtu við tey, meðan Volmer roynir at fáa fatur á einum taxa. Men av tí at tað regnar og tað er ringt at fáa fatur í einum taxa, avgera vit at fara aftur í barrina niðri undir.
Vit hava ikki verið har í meira enn 15 min., tá ein prikar á ryggin hjá Gunnvá. Hon hvøkkur við, tí hon hevur sæð hann fyrr. Tá er tað Josh, sum vit báðar møttu í Ao Nang í Thailandi ;) Hann býr í Sydney, og var við familjuni og ferðaðist í Thailandi, tá vit vóru. Vit hildu, tað vera soo undarligt at skula møta honum aftur her!! Vit kunnu enn einaferð staðfesta, at jørðin er so nógva ferðir minni, enn vit hildu hana vera! :D Vit tosa við hann eina lítla løtu, áðrenn hann fer avstað við onkrum vinmonnum hjá sær.
Aftaná at Josh er farin, fara vit trý at dansa. Kl. 2 siga vit bei við Volmer, tí hann fer avstað í morgin, og fóru síðani niðan í kamarið. Gurið fer í song beinanveg, meðan Gunnvá setur seg út í gangin at lesa bókina hjá sær lidna ;)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments