Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit!! :)
Í morgun fóru vit upp kl. 5.45, av tí at bussurin til mojo surf-campin skuldi koma eftir okkum kl.6.30. Ella tað hildu vit! Eftir at hava etið morgunmat og tikið alla bagaguna út av hostellinum, sita vit og bíða eftir bussinum. Klokkan nærkast 6.40, og vit halda, at tað er merkiligt, at ongin bussur er komin enn, tí tey plaga at koma til tíðina her. So meðan gunvá situr og passar uppá bagaguna uttanfyri, fer Gurið inn á hostellið at kanna, um tey vita nakað um bussin. Gurið kemur rennandi út aftur og fortelur at bussurin er longu farin!! :o Vit vistu ikki, hvat vit skuldu gera!! Vit finna "emergency" nummarið hjá mojo surf fram, men tíverri var kontórið ikki opna enn ("emergency" nummar og ikki opið). Tá vit hyggja eftir papírinum, sum vit fingu frá Kilroy, stendur tað, at man skal vera har 5 min. áðrenn, og vit vóru har akkurát kl. 6.30. Nú byrjaðu vit at verða ordiliga irriteraðar inná okkum sjálvar, tí vit høvdu verið so sløvar og ikki sæð tað!
Tá vit ikki vita, hvat vit skulu gera, seta vit okkum á netið at vita, um nakar bussur koyrdi til Byron Bay, tí vit vistu at mojo surf bussurin, skuldi steðga har. Tíbetur funnu vit ein Greyhound-buss, sum koyrdi longu kl. 8.15, og fóru tí beinleiðis yvir til bussstatiónina og avstað við bussinum. Busstúrurin tók 3 tímar, og klokkan var 11.15, tá vit komu til Byron Bay. Tíverri var mojo surf bussurin longu farin víðari. Vit kannaðu tí, nær hinir bussarnir fóru og hildu, at vit lukkaðist at taka Greyhound-bussin kl. 12, men av tí at man flytur klokkuna ein tíma fram í New South Wales, var kl. faktiskt yvir 12, og vit sluppu ikki avstað beinanvegin. Gurið rann oman til kontórið hjá mojo surf, og spurdi tey, hvat vit skuldu gera. Vit vistu, at ein bussur koyrdi kl. 21 um kvøldið, og tey bóðu okkum bíleggja hendan. Gurið fór síðani inn á Greyhound-kontórið at bíleggja henda bussin, men hvat!! Bussurin hevði BARA 1 pláss eftir!! Vit bookaðu hetta plássið og hopaðu, at kanska onkur avbestillti sítt pláss.
Síðani fóru vit báðar oman á mojo surf kontóri við bagaguni, og fortaldu teimum um bussin. Tíbetur funnu tey okkum ein annan buss, sum fór kl. 16.35, so vit høvdu 4 tímar í Byron Bay, áðrenn vit skuldu avstað. Vit fingu at vita, at vit skuldu fara til eina restaurant at fáa okkum at eta (tey goldu fyri matin). Vit sloppu at lána súklur frá teimum, so hetta hildu vit vera ordiliga deiligt, tí so sloppu vit undan at ganga allastaðni. Aftaná at hava etið, fóru vit súklutúr - vit súklaðu fyrst til eina strond, har vit steðgaðu at keypa ís og milkshake. Aftaná fóru vit til ein vita, sum var nokso langt uppi, tí tað var nokso strævið at súkla niðan. Tað allar seinasta petti gingu vit - vit settu súklurnar frá okkum á einum parkeringsplássið. Meðan vit gingu niðaná, høvdu vit eitt mega gott útsýnið; vit sóu býin Byron Bay, eina laaanga flotta strond og opið hav. Í vitanum var eitt museum, har man kundi síggja ymiskt gomul ting, sum tey høvdu brúkt fyrr í tíðini. Men vit vóru ikki leingi inni í vitanum, tí vit vildu verða aftur í Byron Bay í góðari tíð. Tað gekk skjótt omaneftir aftur, og vit vóru longu í Byron Bay eftir 10 min. Harafturímóti tók tað næstan 30 min. niðan. Av tí at vit vóru aftur í so góðari tíð fóru vit niðan á Greyhound-kontóri at brúka internetið, áðrenn vit fóru avstað við bussinum.
Aftaná at vit hava koyrt í bussinum eina lítla løtu, kemur ein 15 ára gamal drongur fram til har vit sita og spyr, um vit báðar ikki koma aftur til hann og tveir aðrar dreingir at práta. Vit tímdu ikki serliga væl, tí vit sótu akkurát og lósu í okkara spennandi bók; vit søgdu tó, at vit skuldu koma aftur til teir, tá vit vóru liðugar við kapitilin. Men vit fóru ikki, og tá vit steðga á tí næsta bussstoppistaðið, kemur ein kona fram til okkum, og sigur orsaka, at hin drongurin kom framm íáni. Vit hildu kanska, at hetta var mamman hjá dronginum, og hugsa ikki meira um tað. Seinni beint áðrenn vit fara at koyra aftur, kemur eina annar drongur yvir til okkum og sigur eisini orsaka fyri, at hin drongurin bað okkum koma aftur til teir at tosa. Opinbart hevur tað verið eitt veddimál ella okkurt, so vit vóru glaðar fyri, at vit ikki fóru at tosa við teir. Síðani hugsa vit ikki meira um hesi fólkini, inntil drongurin og konan koma fram til okkum at sita. Drongurin tosar við okkum eina løtu, og síðani hyggja vit eftir filminum, sum verður vístur í bussinum. Konan sovnar, og drongurin fer aftur til hinar dreingirnar, og verður verandi har í eini 10-15 min. Tá hann kemur fram aftur, er konan vekin, og spyr dreingin, hvussu leingi hann var har afturi, og hann sigur 12 sekund. Konan trýr ikki dreinginum, og spyr so okkum, hvussu leingi, hann var har. Drongurin biður okkum siga 12 sekund, men vit fortelja henni sannleika og siga 10-15 min. Konan virkar ikki serliga blíð, og byrjar at tosa við dreingin, sum ein mamma tosar við barnið hjá sær. Vit eru púra frá okkum sjálvum, og vita ikki út ella inn - vit halda at hetta er ordiliga undarlig støða at vera í! Tá bussurin steðgar næstu ferð, fara konan og drongurin út. Vit fara víðari til eitt matstað at eta. Her fortelja hinir dreingirnir okkum, at konan slett ikki kendi tann 15 ára gamla dreingin. Hon hevði eisini sagt, at hesir báðir dreingirnar høvdu ætla at voldtikið henda dreingin. Vit hildu hetta vera sera undarligt, men kundu ikki annað enn flenna eftir tí! :p
So tá vit endiliga koma til Woolgoolga, har ein frá mojo surf er eftir okkum, eru vit sera glaðar fyri, at vit ikki skulu koyra meira í buss við hesum fólkunum ;) Hesin, sum kom efir okkum, er svenskari, og koyrir okkum til okkara fyrstu surf camp, Spot X! Tá vit endiliga eru komnar uppá pláss, eru vit sera glaðar, tí vit hava jú havt ein langan dag. Vit fara ein túr til felagsøki, har vit ætlaðu at sosialisera, men eftir 10 min. avgera vit at fara í kamari at hyggja eftir einum filmi á telduni. Vit hildu hetta vera deiliga avslappandi og hugnaligt!! Tá filmurin er liðgur, fara vit at gera okkum klárar at fara í song. Akkurát tá vit skulu leggja okkum, koma roommates'irnar inn í kamarið. Hetta eru Hester frá Hollandi, sum er 19 ára gomul og Kevin frá Canada, sum segði, at hann var "old" - hann hevur sikkurt verið eini 35-40 ár. Vti práta eina løtu við tey, áðrenn vit øll leggja okkum at sova.
Eftir ein óforvantanðan strævnan dag, eru vit sera positivan um, hvussu hann endaði. Um vit høvdu lukkast mojo bussin í Brisbane, høvdu vit ikki sæð Byron Bay, so tað eru vit øgiliga glaðar fyri! So man kann gott siga, at vit fóru heldigar í óheldinum :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments