Profile
Blog
Photos
Videos
Heyy tit :)
Í morgun høvdu vit sett vekkarin at vekka kl. 9.30, av tí at vit skuldu chekka út kl. 10, og flyta yvir til Base hostellið. Grundin til, at vit hava valt at búgva 3 nætur á hvørjum hostellið, er tann, at vit hava eitt Base Jumping kort, har vit hava 10 nætur fríðar á Base hostellum í Australia. Man kann brúka tríggjar nætur á hvørjum hostelli, og eftirsum tað er so dýrt at búgva í Sydney, vildu vit gjarna brúka tríggjar her. Komnar í receptiónina, fara vit at chekka út. Men av tí at vit høvdu gloymt koddabetrekki, kundu vit ikki chekka út beinanvegin. So meðan Gurið fór niðan aftur í kamarið eftir báðum betrekkunum hjá okkum, sat Gunnvá og passaði uppá bagaguna hjá okkum. Á vegnum oman aftur møtir Gurið Hester, sum var okkara room-mate í Spot X, meðan vit vóru á surf-camp. Meðan vit tosa við hana, kemur Kevin, sum eisini var okkara roommate í Spot X, oman. Vit avgera øll, vit báðar, Hester og Kevin at fara at hyggja eftir Sydney í dag, men av tí at vit skulu skifta hostel, avgera vit at møtast á Base.
Vit báðar taka taxa til Base og chekka inn har. Av tí at kamarið ikki var klárt, tá vit komu, sluppu vit at leggja bagaguna inn í eitt rúm, meðan vit bíða. Vit fóru oman í køkin at eta havragrýn, áðrenn vit fóru niðan í receptiónina at bíða eftir Hester og Kevin. Av tí at tey ikki komu beinanvegin, tímdu vit ikki at blíva við at bíða, so vit fóru bara sjálvar avstað. Vit vóru faktiskt glaðar fyri, at tað bara vóru vit báðar, tí so sluppu vit sjálvar at avgera, hvar vit fóru, og hvussu langa tíð vit brúktu í hvørjum staði :p
Tá vit hava funnið býarkortið av Sydney fram, fara vit avstað. Veðrið er akkurát passaligt til ein gongutúr; heit, sólin er frammi av og á, so vit fara avstað í góðum lagi :p Tað fyrsta, vit fara til, er ein park, sum eitur Hyde Park. Parkin er nokso stór, og inni í henni stóð eitt sera vakurt springvatn. Meðan vit ganga inni í Hyde Park, síggja vit eitt øgiliga stórt katedral - hetta katedralið eitur St. Mary's Cathedral. Tá vit eru komin út úr parkini, gongur leiðin at hyggja eftir Parliament húsinum. Á vegnum hartil koma vit framvið Hyde Park Barrack's Museum. Vit ætlaðu at vera so raskar at fara inn har, men tá vit sóu, at tað kostaði at koma inn, tímdu vit ikki. Vit tíma ikki at brúka pengar uppá museumir, so vit skundaðu okkum at taka eina mynd í inngongini, áðrenn vit fóru útaftur. Síðani komu framvið sjúkrahúsinum í Sydney; frá tí síðuni, har vit sóu hospitalið frá, líktist hetta ikki einum heilt vanligum sjúkrahúsið. Beint uttanfyri sjúkrahúsið, stóð ein standmynd av einum svíni; hetta hildu vit vera nokso undarligt. Nú komu vit so endiliga til Parliament húsið. Vit ætlaðu fyrst bara at ganga forbí tað, men so helt Gurið, at vit burdu farið inn, eftirsum vit vóru her. Vit gingu inni har eina løtu og hugdu, men vit sóu mest myndir av fólkum, sum vóru ella høvdu verið í parliamentinum. Tað næsta staðið, sum vit fóru til, var parkin The Domain. Hetta er eisini ein stór park, har tað ber til at hugna sær við eini bók, hava picnic ella okkurt líknandi. Tá man gongur útaftur úr parkina, kemur man beinleiðis inn í botaniska havan. Vit hildu, at havin var mega flottur - her vóru sera nógv ymiskt blomstur, trø og plantur. Eisini sóu vit stórar flogmýs her; tær vóru svartar, men høvdu ljóst høvd, og tær larmaðu nakað so illa. Gunnvá vildi bara sleppa sær avstað, tí tær hingu í trøunum beint uppiyvir okkum - tað virkaði sum um, at tær fóru at detta niður á tær hvørja løtu. Vit avgjørdu síðani at ganga yvir til Government húsið; man slapp ikki inn har, men vit tóku myndir uttanfyri. Nú gekk leiðin so endiliga til tað, vit hava glett okkum allarmest til at síggja! Nemliga Opera húsið!! :) Vit ganga oman gjøgnum botaniska hava, og ganga síðani framvið sjónum, tá vit síggja bæði opera húsið og Harbour Bridge. Vit ganga til opera húsið og fara inn har, tí vit ætla at keypa okkum smoothies ella okkurt líknandi, tí vit eru so tystar. Vit finna tó útav, at man ikki kann keypa smoothies har, so vit fara eitt sindur longur inn í býin aftur, har vit finna eina café. Her keypa vit okkum banana-smoothies. Vit hildu, at hetta var øgiliga hugnaligt - at sita á eini café í Sydney og drekka smoothies, meðan vit hava eitt fantastiskt útsýnið av Opera húsinum og Harbour Bridge. Vit sótu har í ein tíma og prátaðu, áðrenn vit fóru víðari til Circular Quay, sum er ein kaj. Tá tað byrjaði at regna, byrjaði vit so smátt leiðina heim aftur á hostellið, men á vegnum gingu vit forbí eitt, ið eitur Australian Square, sum vit hildu kanska var áhugavert at síggja. Men hetta er bert eitt fýrakanta torg við einum ella tveimum café'um og onkrum handlum. Eisini var ein bonkur har. Á bonkinum var ein standmynd av einum manni, sum situr og lesur eitt blað.
Meiningin var síðani at fara í Skytower, men hetta útsettu vit, av tí at tað byrjaði at regna, og ætla tí heldur at fara í morgin. Av tí at tað byrjaði at regna ordiliga illa, fóru vit inn í handlar at hyggja. Í einum handli fóru vit at royna klæðir, og her fann Gurið ein topp og ein niðurdeil :) Gurið var sera glað endiliga at hava fingið nýggj klæðir, tí vit hava nú gingið í teimum somu klæðunum í 2,5 mánaðir ;p Síðani fóru vit inn í ein annan handil; her hugdu vit eftir sólbrillum enn einaferð (Gunnvá hevur leitað nú skjótt í mánaða eftir sólbrillum), og Gunnvá fann tíbetur einar. Gurið var sera glað, at Gunnvá endiliga hevði funnið einar sólbrillum, tí Gunnvá hevur ikki tosað um annað í ein heilan mánað. Av tí at allir handlarnir stongdu, skundaðu vit okkum heim í øllum regninum, men fara skjótt avstað aftur, tí vit mugu keypa inn til døgurða. Vit fóru at gera taco-pannukøkur við kjøti í, tá vit komu aftur! Uhmm, tað smakkaði gott!! ;p
Seinni fara vit oman í barrina Scary Canary, har vit møta Jonas frá Týsklandi. Vit tíma ikki at vera í hesi barrini, og fara so øll trý í Side Bar, tí her ber tað til at dansa. Her møta vit Nicklas, sum vit møttu í gjár, og fylgjast síðani eina løtu við honum. Vit møta eisini Helene, sum Gurið fylgdist við í gjár, og dansa eina løtu við henni. Aftaná fóru vit í Scubar og Scuffy Murphy's, áðrenn leiðin gekk heim í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments