Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Hetta er okkara seinasti dagur í Rarotonga. Av tí at flogfarið hjá okkum ikki fer fyrr enn kl. 17.30, sleppa vit at sóla okkum eina síðstu ferð. Vit settu vekkaran til 9, tí vit skuldu gera klárt at chekka út, so vit hava bert sovið um tveir-tríggjar tímar í nátt. Ikki so smart, tá man skal flúgva í 15 tímar til Los Angeles, men nokk um tað nú. Tá vit høvdu chekkað út, fóru vit beinleiðis oman á strondina. Tað fyrsta, vit gjørdu, tá vit komu oman, var at seta okkum í havið. Vit byrjaði at roksa, og áðrenn vit vistu av, vóru tveir tímar flognir avstað. Vit høvdu sitið og tosað um alt har heima, og hvussu tað verður at koma heim. Vit eru nú blívnar so vanar við at ferðast og ikki hava eitt fast stað at búgva í heilar tríggjar mánaðir nú, so tað verður nakað heilt annað at koma heim aftur, har tað ikki sker so nógv.
Tá klokkan gjørdist 12 fóru vit at shoppa. Gurið vildi nevniliga hava ein skegan souviner úr Cook Islands - hulahop kjóla og kokusnøt bh :) Tá hon hevði keypt tað, fóru vit aftur á strondina eina løtu, áðrenn vit fóru at keypa milk shake frá Kai Kai Time eina síðstu ferð. Vit blívu tó skuffaðar av milk shake'inum, tí hetta var fyrstu ferð at tað ikki smakkaði líka gott, sum tað átti. Vit lukkaðist akkurát undir brús, áðrenn bussurin kom eftir okkum og Flo. Flo skal við sama flogfari sum vit, so hann fylgdist við okkum. Í bussinum koyrdu vit runt til eitt annað hostel á vegnum. Tað lá longuri inn á oynni, so tá vit koyrdu í gjøgnum skógin hartil, fekk Gurið eina grein í høvdið. Vindeyga í bussinum var opið, og av tí at skógurin er tættur, komu greinarnar inn í bussin.
Á veg til flogvøllin steðgaðu vit uttanfyri ein tatovør-handil. Onkur í bussinum skuldi inn her at gjalda fyri eina tatovering, ið var bleiv gjørd í gjár. Beint tá vit steðga her, kemur ein lastbilur til tatovør-handilin. Tá er tað Rodney, ið vit fyldist við í gjár. Vit vistu, at hann var tatovørur, men tað eru fleiri tatovør-handlar her, so tað var skeg, at vit akkurát skuldu fara til har, hann arbeiddi. Tá hann fór inn í handilin, hevur hann nokk sagt tað við Tama, tí hann kom út at heilsa uppá okkum beint eftir.
Komin á flogvøllin fóru vit trý, vit báðar og Florian, at chekka inn. Tá vit skuldu ígjøgnum passkontroll, vóru vit fyrst noydd at betala 50 NZD (uml. 200 kr). Um man ikki betaldi hetta, slapp man ikki úr landinum. Tá vit vóru komin ígjøgnum alt, bíðaðu vit í einar 40 minuttir, áðrenn vit sluppu umborð á flogfarið. Vit flúgva aftur nú við Air New Zealand, og tað dámdu okkum væl. Vit báðar sótu saman, meðan Florian sat onkustaðni langt afturi í flogfarinum. Vit vóru umborð á einum av teimum heilt stóru flogførunum. Vit sótu nøkunlunda mitt í flogfarinum á rekkju 42 á setrum K og J. Vit hava nú brúkt so nógva tíð í flogførum, at vit føla okkum nærmast heima umborð. Flogtúrurin til Auckland gekk stak skjótt, har vit hugdu eftir filminum "How do you know". Tá filmurin var liðugur, vóru vit so gott sum í Aucklandi. Tað tók okkum 4 tímar at flúgva. Tá vit vóru lend, fóru vit beinanvegin at keypa m&m's og mentos til tann langa flogtúrin til Los Angeles. Tá vit komu á flogvøllin í Aucklandi, sóu vit, at vit skiltist ordiliga burtur frá øllum øðrum. Vit vóru í toppi og shortsi, meðan øll onnur gingu í buksum, troyggjum og jakkum, so tað sást, at vit komu úr heitum londum :p Vit skuldu nú bíða í 1,5 tíma, áðrenn flogfarið fór, so tí brúktu vit tíðina við at eta slikk og spæla kort. Vit spæla enn víðari frá kortspælinum ('500' ella '1000') úr Cook Islands. Vit eru tí nú uppi á 11.000 (man steðgar vanligvís at spæla, tá man er á antin 500 ella 1.000) :') Orsøkin, til at vit en spæla víðari frá sama spælið, er, at tað er so javnt í millum okkum allatíð, so tað er rættiliga spennandi :p
Nú kundu vit síggja fram til ein 12 tíma langan flogtúr! Umborð á hesum flogfarinum fingu vit eisini tíðina at ganga við at hyggja eftir filmum. Vit byrjaðu at hyggja eftir hvør sínum filmi, Gurið eftir "Tangled" (animatiónsfilmur) og Gunnvá eftir "Little Fockers". Meðan vit hyggja, fáa vit náttura, sum var karry kylling. Tá vit vóru lidnar við filmarnar, nærkaðist klokkan 2, so tí vóru vit ordiliga troyttar. Vit hava jú bara sovið í einar tríggjar tímar í nátt. Tað eydnaðist okkum báðum at klára at sova í einar 3-4 tímar um borð á flogfarinum, so tað hjálpti um.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments