Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Í morgun vaknaðu vit av vekkaranum kl. 9, men tá vit hugdu út, sóu vit, at tað regnaði, so vit løgdu okkum aftur. Vit vaknaðu so við einum chokki, tá ein kona rópti á okkum uttanfyri kamarið. Hon kom at siga okkum, at Jonny, mamma Gunnvá, var í telefonini. Vit hava hvørki havt telefonsamband ella internet her í Rarotonga (Cook Islands), so eingin har heima hevur hoyrt frá okkum. Tá Gunnvá var liðug at tosa í telefon, fóru vit at gera okkum klárar at fara oman á strondina at leggja okkum.
Vit høvdu ikki ligið á strondini í meira enn 15 min., tá tað aftur fór at regna. Vit skundaðu okkum so niðan aftur, og fóru at gera nuddlir. Vit gingu aftur hesa ferð og spurdu, um nakar hevði tendrara. Hvørja ferð vit spyrja onkran, spyrja tey: "Aftur nuddlir nú?" og flenna :p So nú hava øll lagt merki til, at vit eta nuddlir OFTA her á Cook Islands. Orsøkin til at vit eta nuddlir allatíð, er faktiskt fyri at spara. Tað er dýrt at keypa mat her, men nuddlirnar kosta bara 2 kr og onkrastaðni kostaðu tær enntá minni enn tað :) Vit fingu eld frá Flo, sum bara flenti eftir, at vit ótu so ofta nuddlir. Tá vit vóru lidnar at eta okkara vælsignaðu nuddlir, var steðga at regna. Vit avgjørdu so at fara ein gongutúr eftir strondini, men vit høvdu ikki gingið meira enn nakrar fáar metrar, áðrenn vit avgjørdu at droppa tað. Vit fingu so nógvar flugur á okkum beinanvegin - vit hava annars ikki lagt merki til nakrar flugur á strondini áður. So í staðin, fóru vit at keypa okkum hvør sítt banana milk shake. Meðan vit sita her og drekka tað, kemur Shawn. Vit roksa eina løtu við hann, áðrenn vit bestemma okkum fyri, enn eina ferð at fara á strondina at sóla okkum. Hesa ferð lukkaðist vit ikki eingongd at liggja í 10 min, áðrenn tað aftur fór at regna.
Nú tímdu vit ikki meira at royna at fáa nakrar sólstrálur í dag, so vit fóru í kamarið hjá okkum at spæla kort. Aftur hesa ferð spældu vit '500', '1000' ella hvussu nú man kallar tað. Men hjá okkum eitur tað heldur 10.000, av tí at vit hava spælt tað so longið nú :) Tá vit hava spælt í eina góða løtu, kemur Shawn í kamarið hjá okkum, at vita um vit hava hug at læra at jongulera. Gurið og Shawn høvdu tosað um hetta í gjár, av tí at Shawn arbeiðir sum jonglør í New Zealandi. Hann greiddi okkum fyrst frá, hvussu vit skuldu gera, so síðani skuldu vit royna við tveimum bóltum eina løtu, áðrenn vit vóru klárar til at gera tað við trimum. Við tveimum gekk heilt gott, men tað var so nógvar ferðir verri at skula konsentrera seg um tríggir, men tað gekk eftir eina løtu.
Eftir at hava lært okkum at jongulera, var aftur tíð til nuddlir. Aftur hesa ferð flentu øll, tá vit koma at spyrja um eld :p Meðan vit kóka nuddlirnar, koma Ben og Shawn at vita, um vit koma við at hyggja eftir sólsetri. Hetta kundu vit tíverri ikki, men vit fara at leiga skutara í morgin, so vit gera tað bara tá ístaðin. Tá vit fóru lidnar at eta, fóru vit aftur í kamarið at spæla kort eina løtu. Vit elska einki at hava at gera! Tað er ordiligt luksus :) Teir seinastu tríggir mánaðirnar hava vit allatíð havt planir, so ferðin til Cook Islands kom gott við, tí vit høvdu ordiliga brúk fyri at sleppa at slappa av :)
Eftir at hava spæla kort eina løtu, hildu vit, at vit burdu fari at socialisera eina løtu, serliga tí at Shawn fer avstað í kvøld. Tá vit eru á veg til felagsøkið, møta vit Shawn og Ben, sum eru á veg til okkum at vita, hvar vit blivu av. Vit fara so øll í felagsøkið, har vit báðar og Shawn fóru at spæla kortspælið 's*** Kid', inntil bussurin kom eftir honum. Tá vit øll høvdu sagt farvæl við Shawn, fóru vit at spæla eitt spæla sum eitur 's*** Head'. Hetta spælið spældu vit við Emmu (Englandi), Chris (Englandi), Flo, Ben og Ralph. Tað næsta spælið vit spældu, kallaðu tey mushroom. Hetta gongur út uppá, at leggja kort omaná eina fløsku, har tvey hjørn skulu síggjast. Api, ið er ein, sum arbeiðir her, kom at spæla við í hesum spælinum. Ordiliga skeg, og tað eydnaðist okkum, at fáa 2,5 kortspæl at liggja omaná hesu fløskuni. Tá vit vóru liðug at spæla hetta, vísti Gurið teimum eitt skeg triks við tveimum boygdum øl-proppum. Vit báðar høvdu tað so skeg, meðan vit hugdu eftir teimum royna at finna útav triksinum :) Tilendans lærdi Gurið tey triksið, og vit fóru í song :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments