Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Í morgun fóru vit upp kl. 9.30, og fóru beinaleið oman á strondina. Vit vóru her allan fyrrapartin, har vit m.a. sólaðu okkum, svumu og tosaði við Ralph og Ben. Seinnapartin fóru vit at gera nuddlir, har vit aftur blivu argaðar eitt sindur við okkara nuddlum, og fóru aftaná at snorkla. Vit vóru yvirraskaðar, tá vit byrjaðu at snorkla, tí vit høvdu ikki væntað at sæð so nógvar ymiskar tropiskar fiskar. Tað var ordiliga skeg at snorka, so vit hyggaðu okkum við hesum í eina tíma. Tá vit komu aftur, tóku vit kortini við okkum, og fóru at keypa milk shake. Meðan vit sita og drekka milk shake og spæla kort, kemur Ben. Vit roksa við hann eina løtu, og so kemur ein frá New Zealandi, ið er ættaður herfrá, eisini at tosa við okkum. Hesin býr eisini á Vara's Beach House eins og vit, og hann kendi okkum aftur. Hann argaði okkum við, at vit aftur í dag spældu kort. Hann segði, at hvørja ferð hann hevði sæð okkum, sótu vit og spældu kort :p So nú vera vit bæði argaðar fyri at spæla kort og eta nudlir x) Hann keypti sær at eta, og vit fingu chipsini frá honum. Tá Ben var liðugur við sítt milk shake, bestemmaðu vit okkum fyri, at fara at hyggja eftir sólsetri, tí klokkan nærkaðist 19. Ben skiftir hostell í dag, so tað var meiningin, at vit skuldu møtast við honum á hansara hostellið, og síðani koyra víðari til okkurt stað, har man sær sólsetur. Men vit vóru so seinar heim, at tá vit vóru á veg vð skutara, til har hann nú býr, fór sólin niður. Vit steðgaðu við strondina, har vit báðar fóru at seta okkum at hyggja eftir sólsetrinum. Vit lukkaðist ikki til Ben, tí um vit høvdu hildið áfram við at koyra, høvdu vit ikki sæð sólseturin. Tað var heilt ótrúliga flott! Ein av vakrastu sólsetrum vit hava sæð, og tað hevur heilt klárt sína sjarmu at sita á strondini og hyggja eftir tí.
So gekk leiðin aftur til 'Kai Kai Time'. Tað er her, vit vanliga keypa okkara milk shakes, men hesa ferð keyptu vit kyllingaburgara. Vit hildu, at vit máttu forkela okkum í kvøld, og ikki bara eta nudlir. Hesin var ordliga góður, serliga tí at man fekk ordiligan kylling ímillum, sum var kryddaður. Áðrenn vit fóru heim, fóru vit í tríggjar ymiskar handlar at keypa okkum okkurt lekkurt heim við. Vit keytu sjokulátakakur, vatnmelón og coca cola. Í kvøld fara vit at hava eitt hygge-kvøld við filminum "P.S. I Love You" og so eisini skriva bloggar.
Meðan vit sita og skriva bloggar, síggja vit fyrst ein krabba ganga á gólvinum, síðani eina krabbagoggu og so sjálvandi eisini gekko og kakkulakk :p Vit eru nú blivnar so vanar við at hava so nógv djór rundan um okkum allatíð, so vit løgdu okkum bara at sova, uttan at gera nakað við tey. Men hetta er tó fyrstu ferð vit hava havt krabba og krabbagoggu í kamarinum, men tað skal jú eisini roynast :p
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments