Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í dag er 1. apríl. Hetta visti Gunnvá gott, men Gurið hugsaði ikki um tað. Gunnvá vildi ikki siga nakað fyri Gurið, tí hon vantaði, at Gurið fór at lumpa hana við "apríl apríl" (OFTA). So Gunnvá hevði planlagt, at lumpa Gurið. Men tað endaði við, at Gunnvá gloymdi sjálv alt um hetta, og tað endaði við, at ongin lumpaði nakran ;)
Í morgun fóru vit upp kl. 10, tí vit høvdu avgjørt at fara oman á strondina at sóla okkum. Veðrið var ordiliga gott, so tað var ordiliga lekkurt at liggja har. Vit sólaðu okkum og svomu í vatninum nokkso leingi, inntil ein drongur/maður kom gangandi forbí. Hann spurdi okkum, um vit ikki brendu okkum av at liggja her. Vit tosaðu eina løtu við hann, og fingu at vita, at hann æt Shawn og kom frá Kanada. Hann fortaldi okkum, at hann og nakrir aðrir fóru ein gongutúr niðan á fjallið her, og spurdi, um vit vildu koma við. Vit orkaðu ikki akkurát tá, so vit takkaðu nei, og sólaðu okkum víðari eina løtu.
Um 14-tíðina fóru vit at keypa inn, tí vit høvdu bara etið 1 breyðbita, og ætlaðu at fara at gera nuddlir. Á vegnum heim aftur ganga vit forbí eina restaurant, har man kann keypa milkshakes. Vit steðgaðu á her, og fóru inn at hyggja fyri at kannað, hvussu nógv tað kostar, og bestemma okkum at keypa. Aftaná at hava goldið og bíða eina løtu, kemur konan út aftur og fortelur okkum, at tey eiga ikki nakran ís, so tað ber ikki til at gera shakes. Vit fáa so pengarnir aftur og ganga heim. Av tí at vit vóru nokkso svangar, fóru vit at gera okkum nuddlir. Tá vit hava etið, seta vit okkum at spæla kort uttanfyri kamarið hjá okkum - uttanfyri stendur eitt borð og tveir stólar, so hetta hildu vit vera ordiliga hyggiligt. Tá kl. var uml. 17, fóru vit undir brús og at gera okkum kláran, tí vit ætlaðu at fara inn í býin seinni. Her á Rarotonga eru flest fólk úti fríggjadag - tað er tað stóra kvøldið her.
Tá vit hava gjørt okkum kláran, fara vit í køkina at spæla kort fyri at draga tíðina út. Eftir at hava spælt eina løtu, koma Shawn, sum vit møttu í dag, og Ralph, ein týskari, har. Teir seta seg eisini niður at spæla við. Seinni kom Ben frá Frankaríki eisini at spæla við. Vit sita øll her og práta og spæla kort. Shawn tekur síðani sín guitar fram, og byrjar at spæla nakrir sangir, meðan vit spæla kort, so tað var ordiliga hugnaligt.
Kl. 22 fara vit báðar og Ralph til bussstoppistaðið, tí nú ætlaðu vit inn í býin. Shawn og Ben hava leigað sær ein skutara, so teir koyrdu við honum inn til býin. Aftaná at hava bíða í eini 10-15 min. kemur bussurin, og vit seta okkum í hann. Bussurin fór tann langa vegin rundan um oynna, so tað tók 30 min. at koma fram. Vit fór til Whatever Bar, beinanvegin vit komu inn til býin - her ber til at dansa, so tað fóru vit báðar beinanvegin. Eftir eina løtu komu Shawn, Ben og Ralph eisini at dansa við. Meðan vit dansa, kemur ein yvir til Gunnvá at práta. Hesin eitur Simon og er frá Adelaide í Australia. Eina løtu aftaná kemur vinmaðurin hjá Simon eisini yvir - hann eitur Lee. Tey práta saman nokso leingi.
Gurið, Shawn og Ben eru samstundis byrjaði at tosa við tvær frá New Zealandi, sum vita um eina lokala barr. Tá tær fara í barrina, siga tær okkum frá. Gurið, Shawn og Ben tímdu ordiliga gott í hesa barrina, av tí at tað altíð er so skeg at fara har, tey lokalu eru. Av tí at Gunnvá heldur vildi vera í Whatever Bar, fyldist hon við Simon og Lee restina av kvøldinum, meðan Gurið, Ben og Shawn fóru við teimum frá New Zealandi til Hidie's, ið er tann lokala barrin. Í Hidie's vóru øgiliga nógv fólk, og tað stuttligasta var, at øll vóru lokal. Vit endaðu skjótt at práta við tey, og so royndu tey eisini at læra okkum at dansa á sama hátt, sum tey gera her í Cook Islands. Dansigólvið var stórt, og tað vóru nógv fólk á tí. Vit dansaðu líka inntil tað lukkaði, og endaðu við at blíva ordiliga væl við summar lokalar konur :) Tá tað lukkaði, fóru vit aftur til Whatever Bar til Gunnvá, men tá var tað lukkað, so vit møttist øll í barrini Rehab ístaðin. Tá Whatever Barrin var lukkað, var Gunnvá farin oman í Rehab við teimum frá Australia. Vit øll høvdu eitt ordiliga skeg kvøld, men tað var tó trupult at koma heim aftur, men tað eydnaðist :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments