Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Vit eru enn umborð á flogfarinum. Tá vit vaknaðu, fingu vit pannukøkur, frukt og jogurt til morgunmat. Tíðin gongur altíð skjótast, tá man hyggur eftir filmum, so tí tendraðu vit beinanvegin sjónvarpið. Gunnvá fór at hyggja eftir "Glee", og tá Gurið ikki visti, hvørjum hon skuldi fara at hyggja eftir, fór hon bara eisini at hyggja eftir tí. "Glee" er ein seria, so tí hugdu vit eftir pørtum, líka inntil vit lendu. Ímillum partarnar roksaðu vit við okkara síðumann. Hetta var ein eldri maður úr New Zealandi, sum visti, hvar Føroyar var! Vit vóru so yvirraskaðar, tá hann forkláraði okkum, hvar tað var :D Maðurin skuldi flúgva við hesum flogfarinum líka til London, so vit søgdu bei við hann, tá vit vóru komin til Los Angeles.
Vit fingu sjokk, tá vit komu til Los Angeles. Tað var soo kalt! Vit væntaðu, at tað fór at vera heitt her í California, men vit vóru ordiliga frystar. Vit vistu ikki, hvar hotellið hjá okkum var, og vit funnu ikki nakað kort nakrastaðni. Vit fóru tí út, og til alla lukku kom ein shuttle bussur akkurát tá, har tað stóð Hacienda Hotel á. Hetta er navnið á hotellinum hjá okkum.
Tá vit komu til hotellið, sóu vit beinanvegin, at hetta var eitt fínt hotell. Tá vit høvdu chekkað inn, og vóru komnar í kamarið, vóru vit so glaðar, tí kamarið var ordiliga lekkurt. Vit hava ongantíð enn roynt roomservice, so tí ætlaðu vit at royna tað nú. Men so sóu vit, at tað var bert ávís tíðarbil, man kann nýta roomservice, so vit fóru tí heldur til Subway at keypa okkum okkurt at eta :) Vit tóku matin heim við, og av tí at vit hava frítt internet her í L.A. hugdu vit eftir pørtum av "How I met Your Mother" á internetinum, inntil klokkan gjørdist 00.30. Vit hava nú bert sovið einar 6 tímar uppá tvær nætur, so nú er endiliga tíð hjá okkum at sleppa at sova eitt sindur.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments