Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Í dag fara vit til Cook Oyggjarnar! :D Hóast tað er 31. mars í dag, koma vit til Cook Oyggjarnar 30. mars. Hetta ljóðar løgi, men av tí at vit flúgva yvir um dato-linjuna hendir hetta :)
Vit máttu longu upp kl. 4 í morgun, so av tí at vit ikki fóru í song fyrr enn klokkan nærkaðist 1, hava vit ikki sovið nógv. Vit eru nú blivnar so vanar við at sova lítið, so vit vóru úthvíldar, tá vit vaknaðu. Hetta var okkara síðsta nátt, har vit svóvu á dorms! :) Hóast at tað er ordiliga skeg at búgva á dorms, gleða vit okkum at hava eitt kamar aftur, soleiðis at tað bara eru vit báðar aftur.
Tá vit høvdu chekkað út, fóru vit oman til bussstoppstaðið í góðari tíð - vit vóru heilar 30 min ov tíðliga :) Á veg til bussstopstaðið møta vit nógvum, sum enn eru í býnum. Tey eru tí sera prátingarsom, og onkur bjóðar seg enntá til at bera taskurnar fyri okkum. Men av tí at vit eru so sterkar, sum vit eru, bóru vit tær heldur sjálvar ;) Tá vit settu okkum niður á bonkin at bíða eftir bussinum, koma tveir frá Turkalandi yvir at tosa við okkum. Vit roksaðu eina løtu við teir, og so vildu teir hava eina mynd av okkum øllum saman, so vit tóku eisini eina fyri stuttleikar :p Vit søgdu síðani bei við teir og fóru í airbussin (bussurin sum koyrir til flogvøllin). Tá vit hava koyrt eina løtu í bussinum, og eru við tað næsta bussstoppið, bankar uppá rútin. Tá eru tað teir, ið standa uttanfyri vindeyga :) Allarhest hava teir hildið tað vera skeg at renna aftaná bussin. Vit koyra eitt sindur longur til tað triðja stoppið. Júst tá vit byrja at koyra avstað, banka teir aftur uppá rútin. Teir vóru virkuliga herligir, so vit sótu við láturkrampa í bussinum :')
Vit komu á flogvøllin í góðari tíð, nevniliga tríggjar tímar áðrenn vit skuldu á flog :) Vit chekkaðu inn, og fóru síðani á subway at eta. Tað er blivið ein vani hjá okkum nú at fara á subway at eta, áðrenn vit fara úr einum landi. Vit gjørdu hetta bæði í Thailandi, Singapore og Australia :)
Áðrenn vit fóru í flogfarið, kannaðu vit taskurnar hjá okkum at vita, um nakar matur var í - ella nakrar kiwi-fruktir ;) Tá vit einki funnu, fóru vit í flogfarið. Í flogfarinum fingu vit tíðina at ganga við at hyggja eftir filmum; fyrst hugdu vit báðar eftir einum filmi, sum eitur "The Kids Are Alright" (hesin var eitt sindur løgin filmur), aftaná fór Gunnvá at hyggja eftir "Going the Distance" og Gurið eftir "Little Fockers". Hesir filmarnar hildu vit vera skeg :) Meðan vit hugdu eftir filmi, fingu vit morgunmat - jogurt við frukt og mysli :) Hetta var lekkurt at fáa aftur, tí vit hava ikki etið tað síðan Thailand. Tá filmarnar vóru lidnir, varð gjørt klárt til at lenda.
So komu vit til Cook Oyggjarnar! :) Cook Oyggjarnar eru 15 ymiskar oyggjar, men vit fara bert til eina av teimum. Tann, sum vit fara at vera á, eitur Rarotonga. Tað er bert á hesu oynni, at ein internationalur flogvøllur er, og eisini er høvuðsstaðurin, Avarua, á hesi oynni. Oyggin er sera lítil; tað er bert 35 km at koyra runt um oynna.
Tá vit lendu var klokkan 13.40, og tað var aftur 30. mars :) So nú fara vit at uppliva sama dag á nýggjum :p
Tá vit komu á flogvøllin, var ein bussur eftir okkum, ið koyrdi okkum til Vara's Beach House, ið er hotellið hjá okkum. Vit vóru so glaðar, tá vit komu til hotellið, tí tað liggur beint á strondini! :) Vit kundu ikki chekka inn, tí reseptiónin er bert opin í millum 9 og 13, so vit blivu vístar til okkara kamar og fingu lykilin. Vit skulu chekka inn í morgin ístaðin. Kamarið hjá okkum er stórt og hevur eitt wc! Hetta er í okkara eygum ordans luksus, tí vit hava nú búð á dorms longi. Vit hava eina stóra kingsize song, so nú sleppa vit endiliga at sova í somu song aftur - fyrstu ferð síðan Kuala Lumpur.
Tað, fyrsta vit gjørdu, tá vit komu inn í kamarið, var, at hála øll klæðini úr taskuni, og koyra tey í skápið. Nú fara vit ordiliga at flyta inn, tí vit skulu búgva á hesum hotellinum í heilar 8 nætur - hetta er tað longsta, vit hava verið á nøkrum staðið. Tá vit høvdu lagt øll klæðini í skápið, settu vit øll hini tingini á hyllar, so nú eru vit ordiliga fluttar inn.
Tá tað var gjørt, skuldu vit fáa moyggjabita-netið upp. Gurið fór í hálvt við at royna at heingja tað upp, har hon skrúðar ein króg upp undir loftið. Síðani koyra vit netið fast í krókin, soleiðis at tað er sum ein himmal yvir seingini - ordiliga fínt ;) Hetta er fyrstu ferð vit brúka netið, sjálvt um vit hava drassað tað við okkum allan vegin úr Danmark, men um vit sleppa undan nøkrum moyggjabitum, so er tað, vert tað.
Nú tá alt var komið uppá pláss, blakaðu vit okkum í songina, har vit fóru í hálvt við at flyta allar myndirnar á telduna. Tá hetta var gjørt, fóru vit út at keypa. Vit hava bara etið ein subway í dag (kl. 6) og morgunmat umborð á flogfarinum, so vit eru blivnar rættiliga svangar, nú klokkan næstan er blivin 18. Tá vit komu í handilin, sóu vit, at maturin her var øgiliga dýrur. Vit endaðu tí bara vit at keypa fransbreyð, súltutoy og ein kakupakka. Vit ótu nakrir fransbreyðbitar, tá vit komu aftur í kamarið, og spældu kort ('500' ella '1000') eina løtu, áðrenn vit byrjaðu at gera videofilmar av okkara ferð til tey ymisku støðini. Hesum sótu vit og tvætlaðu við, inntil klokkan gjørdist 2, og fóru síðani í song. Vit halda, at tað er so lekkurt at ikki at skula búgva í dorms meira! Nú kunnu vit ordiliga sleppa at slappa av :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments