Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í morgun høvdu vit sett vekkarin at vekka kl. 9, men fóru tó ikki upp fyrrenn kl. 10. Sum vanligt løgdu vit okkum oman á strondina at sóla okkum. Gurið las í síni krimibók, og vit vóru av og á niðri í sjónum og dippaðu okkum. Veðrið var betur í dag, enn tað var í gjár, so hetta nýttu vit ordiliga. Tá kl. var 12 avgjørdu vit at fara at eta (ja, gita eina ferð) nuddlir (sum vanligt) ;) - vit høvdu jú onki etið í morgun. Aftur hesa ferð blivu vit argaðar við, at vit eta nuddlir allatíð :p
Aftaná at hava etið, fóru vit at finna okkurt stað, har man kundi leiga skutara. Fyrsta staðið, vit komu til, var tætt við hjá okkum, men her sluppu vit ikki at leiga skutara, tí tey høvdu 21-ára aldursmark. So vit byrjaðu at stúra fyri, at tað ikki fór at lata seg gera at leiga ein. Vit fingu at vita frá hesari konuni, sum arbeiddi her, at vit kundu royna onkra aðra staðni. Vit fóru síðani til tað næsta staðið, sum leigaðu skutara út; tíbetur var aldurmarkið her bara 18 ár, so tað var ordiliga deiligt. Vit bíðaðu tó eina góða løtu, áðrenn vit sluppu framat, av tí at ein maður og ein kona skuldu leiga ein bil, og tey blivu við at tvætla og siga við mannin við diskin, at tað kostaði ALT ov nógv at leiga, og flentu ordiliga býttisligt. Vit blivu eitt sindur irriteraðar uppá hetta gamla parið, tí ein familja og vit stóðu í kø har. Tá hetta parið endiliga var liðugt her, slapp familjan framat og vit skjótt aftaná. Av tí at Gurið hevur roynt at koyrt skutara fyrr, var tað hon sum slapp at koyra. Gurið koyrdi jú skutara fyri fyrstu ferð i Thailandi. Gurið skrivaði undir nøkur papír, vit goldu fyri skutaran, og til endans skuldi hon taka testina til koyrikortið, fyri at kunna koyra skutara her á Cook Oyggjunum - ferðandi her skulu hava eitt koyrikort úr Cook Islands fyri at kunna koyra her. Testin gekk tó bara út uppá at koyra eitt lítið strekki, venda og koyra aftur. Hetta tók kanska 2 min. Síðani skuldi hon inn aftur at fáa eitt fyribilskoyrikort, av tí man má á politistøðna (sum er inni í býnum uml. 20 min. herfrá) at fáa eitt ordiligt koyrikort. Fyribilskoyrikortið varar í eitt døgn, so vit avgjørdu at fara eftir tí ordiliga koyrikortinum beinanvegin í dag. Síðani spurdu vit tey, um tey høvdu hjálmar, sum vit kundu leiga. Maðurin segði, at tað høvdu tey, men fortaldi okkum, at tað ikki var neyðugt at brúka hjálm her (man fær ikki bót fyri ongan hjálm at hava). Men vit vildu gjarna hava ein í part, so vit goldu 2 dollarir í part og fingu hvør sín hjálm. Seinni funnu vit útav, at tað faktisk bara eru vit, sum brúka hjálm her ;p Fólk koyra enntá vi lítlum børnum á skutarunum, uttan at geva teimum hjálmar. Fólk hugdu summastaðni eitt sindur løgi eftir okkum, men tað leggja vit ikki petti í :) Better safe than sorry ;)
Eftir at hava ordna alt og fingið lykilin til skutaran, gekk leiðin við skutara rundanum oynna Rarotonga. Á veg inn til høvuðsbýin Avarua, steðgaðu vit á einum plássi, har tað var ein strond - hon var tó ikki so vøkur, sum tann vit hava her í Muri Beach. Her høvdu vit eitt útsýni til eina oyggj og fult av pálmatrøum, sum jú eru allastaðni her á oynni. Vit parkeraðu skutaran og tóku nakran myndir her. Á strondini lógu fleiri kokosnøtur, sum vóru dottnar av pálmatrøunum.
Nú gekk leiðin inn í býin Avarua, sum er høvuðstaðurin her á Cook Oyggjunum. Komnar inn í býin, fara vit beinleiðis á politistøðna, har Gurið fer ordna sítt koyrikort - við mynd á og tað heila. Hon skuldi fyrst fylla nøkur papír út, og síðani fór hon inn í eitt rúm, har Gunnvá ikki slapp inn við. Her vísti hon sítt koyrikortið, skuldi síðani gjalda 20 dollarir, tey tóku eina passmynd av henni, og síðani fekk hon sítt Cook Islands' koyrikort.
Vit lótu skutaran standa parkeraðan á politistøðni og fóru ein gongutúr í býnum. Her hugdu vit í handlar, keyptu okkum hvør sítt banana-smoothie, sum tó ikki var nøkur succes :( Í býnum gingu vit eisini framvið strondina, har vit sóu skipsvrakið Maitai mitt í sjónum. Áðrenn leiðin gekk víðari, fóru vit inn í ein supermarked, har vit keyptu nuddlir og juice. Vit koyrdu síðani víðari, framvið flogvøllinum, hospitalinum, framvið strondini og síðani komu vit framá eitt stað, har man kundi keypa frískar fruktir. Hetta var frá lokalum fólkum. Vit keyptu okkum seks bananir og eina avokado (ongin av okkum hevur roynt avokado fyrr, so tað vildu vit gjarna sleppa). Akkurát tá vit skulu fara á skutaran, rópar konan á okkum, og kemur við eini mango til okkum - gratis. Ordiliga fitt av henni :)
Vit fara síðani heim, og avgera at fara at seta okkum oman á strondina. Her leggja vit okkara handkløð út, spæla kortspælið '500' og eta smákøkurnar, sum vit keyptu í gjár. Vit halda, at hetta var ordiliga hugnaligt, og nýttu tað ordiliga. Tá vit ikki tíma at spæla korrt meira, sita/liggja vit eina løtu har og práta, áðrenn vit fara niðan í køkin at gera okkum nuddlir.
Seinni um kvøldið fara fleiri, eini 12 fólk, sum búgva her á Vara's Beachhouse til eina barr/restaurant beint við. Vit báðar hildu, at hetta var tað herligasta selskapið nakrantíð. Blandingin var so skeg, og tað vóru ótrúliga nógvir orginalar í okkara selskapið :) Tá man fjakkar hevur aldur heldur ikki so stóran týdning. Gurið var tann yngsta (20 ár), meðan tann elsti var 39 ár, so aldursmunurin er stórur. Vit hugnaðu okkum her eina løtu, har vit sótu og prátaðu. Tá klokkan gerst 22.30 fara Emma og Chris avstað; tey skulu flúgva seinni. Vit siga bei við tey. Skjótt aftaná fara vit aftur til Vara's, har vit sita úti eina løtu og tosa vit Ralph, Ben og Florian. Tá klokkan er uml. tólv, fara vit báðar í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments