Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Í morgun fór Gurið við Shawn og Ben á eitt marked, sum bert er leygardag. Á hesum markedinum ber til at keypa alskyns lutir, ið fólkini her frá hava gjørt. Gunnvá kom tó ikki við; hon legði seg heldur oman á strondina.
Gurið skrivar:
Shawn og Ben komu at vekja meg klokkan 9, og so gekk leiðin til markedið, ið er á hinari síðuni á oynni. Tá vit komu til markedið, blivu vit yvirraskaði, tí vit høvdu ikki væntað tað vera so stórt. Vit gingu ígjøgnum markedið, har vit hugdu eftir tí ymiska, ið bar til at keypa. Tá vit komu oman til ein stóran pall, ið var mitt í markedinum, byrjaði akkurát eitt sokallað show. Tey hava hetta showið fyri at samla pengar inn, til tá teirra dansarar skulu runt heimin at framføra. Tey dansa sovorðnan "Hawaii-dans". Fyrst komu genturnar á pallin, hareftir tær lítlu genturnar og so trý mannfólk. Hetta var ordiliga skeg at síggja, og tær lítlu genturnar vóru simpulten so kerar :) Tá tey vóru liðug at dansa, kom ein maður á pallin, har hann opnaði eina kokusnøt við TENNINUM. Eg havi ikki anilsi fyri, hvussu hann kláraði tað, tí kokusnøtur eru so harðar í tí, so hetta sá ordiliga ógvisligt út. Tá hann hevði opnað hana, framførdu dansarnar eina síðstu ferð.
Tá showið var liðugt, hugdu vit í handlar eina løtu afturat, áðrenn Ben fór at keypa fisk og eg ein banana smootie. Hann keypti royktan Parrot-fisk, sum vit hava sæð so ofta, meðan vit hava dykkað og snorklað. Eg royndi eitt petti av fiskinum, og hann smakkaði nakað so gott. Meðan vit sita her, kemur Seth, ið eisini býr á Vara's Beach House. Vit tosa við hann eina løtu, og so spyrja Ben og Shawn, um vit øll skulu fara at eta saman í kvøld. Hetta tíma vit gott, og keypa tí fisk til at gera í kvøld. Ben er kokkur, so tað verður spennandi at vita, hvat hann fer at finna uppá. Tá vit høvdu keypt fiskin, fóru vit aftur á hostellið.
Tá Gurið kom aftur kl. 13, fór hon beinanvegin oman á strondina til Gunnvá at sóla sær við henni. Gunnvá hevði ligið á strondini síðan kl. 11. Vit vóru á strondini, inntil klokkan gjørdist 15.30. Gunnvá fór at keypa banana milkshake, tí hon hevði jú einki etið, meðan Gurið legði seg at sova eina løtu. Tá Shawn bankaði uppá hurðina til kamarið hjá okkum, hvakk Gurið so við, at hon datt á gólv :p Vit báðar roksaðu eina løtu við hann, áðrenn vit fóru undir brús.
Vit vóru blivnar rættiliga svangar nú, so fyri at fordríva tíðina, fóru vit at spæla kort. Tá klokkan var blivin uml. 18.30, tímdu vit ikki at bíða eftir Ben meira, og fóru at fáa okkum nudlir. Ben var úti og surfaði, og av tí at hann er kokkurin, máttu vit bíða við matinum, inntil hann kom aftur. Tað var so deiligt at fáa okkurt at eta, tí vit vóru blivnar rættuliga svangar. Vit spældu so kort eina løtu, áðrenn Ralph og Florian (vit kalla hann Flo) komu at roksa við okkum. Vit fóru so at spæla eitt spæl, har man skal gita, hvør kendur persónur, man er. Hetta spælið er soleiðis, at øll skriva ein kenda persón niður á eitt papír, og geva síðani papírið til ein annan persón, ið skal hava tað á pannuni, og síðani gita hvat stendur á tí. Gunnvá hevði "havfrúnna Arielle" (disney teknifigurur) á pannuni, Gurið hevði "David Hasselhoff", Ralph hevði "Michael Jackson" og Flo hevði "Minnie Mouse" (disney teknifigurur). Eftir at hava spælt og roynt at gitt longi, kláraði Gunnvá at gita sítt, og stutt aftaná kláraði Ralph at gita sítt. Gurið og Flo sótu eina løtu aftaná hetta, áðrenn Flo gitti sítt, so tað endaði við, at Gurið tapti. Tá spælið var liðugt kl. 21.30, var tíð at eta. Vit báðar og Seth sluppu undan at kokkast, hóast vit bjóðaðu okkum til, tí Ben gjørdi fiskin og Shawn gjørdi rísið og salatið. Ikki so galið at koma at kenna onkran, sum er kokkur, tí so fær man alt serverað ;) Maturin smakkaði nakað so gott! Tað var simpulten so lekkurt, og Gurið helt hetta vera eitt av bestu máltíðunum á túrinum. Tá vit vóru liðug at eta, vóru vit so mett, at vit mest sum bert sótu og stardu.
Tá vit báðar bestemmaðu okkum fyri at fara í song, kemur ein, ið arbeiðir her at vita, um vit komu at hyggja eftir eld-showið niðri á strondini. Hann og Seth høvdu síðani eitt eld show, ið minti um tað, vit sóu, tá vit vóru á Phi Phi. Tá vit høvdu hugt eina løtu, bleiv Gurið køld - tað var jú bara einar 22 gradir tá ;) - og eftirsum vit báðar vóru troyttar, fóru vit í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments