Profile
Blog
Photos
Videos
Heyy!!
Í morgun høvdu vit sett vekkarin at vekja okkum eitt sindur í 7, soleiðis at vit kundu ringja til Greyhound-kontórið at vita, um bussurin koyrdi. Vit tímdu illa upp, tí vit vistu, at tað hevði regna í nátt, so vit høvdu ongar vónir. Vit fingu konuna í receptiónini á hostellinum at ringja fyri okkum. Vit báðar vóru klárar at fara at leggja okkum aftur í kamari, men hvøkka við, tá konan sigur við tey á telefonini: "That's fantastic, thanks". Báðar hyggja uppá hvørja aðra, og smílast eitt sindur, og verða ótrúliga glaðar, tá hon fortelur okkum, at vegirnir eru opnaðir aftur. Tá vit hoyra hetta, loypa vit niðan aftur í kamari eftir ryggsekkinum og biðja konuna ringja eftir einum taxabili.
Taxabilurin koyrir okkum til Greyhound-bussstoppistaðið, har bussurin stendur klárur at fara avstað. Her møta vit Sarah, svenskarinum, sum var við á ProDive-bátinum, tá vit dykkaðu í Great Barrier Reff. Vit møta eisini Tim og Henry, sum vit prátaðu við í gjár. Øll eru á veg til Airlie Beach! :) Vit vóru nokkso troyttar, so vit báðar sova í 1-2 tímar í bussinum, áðrenn vit steðga fyri fyrstu ferð. Av tí at vit onki høvdu etið og ikki høvdu nakað við okkum í bussinum, fara vit at leita eftir einum supermarket. Vit finna eitt beinanveg, og keypa okkum breyð, av tí vit eiga smyrjisjokolátu. Síðani seta vit okkum so fittar í bussin og eta fransbreyð við sjokoláta uppi á.
Vit sita allan busstúrin og roksa, og tíbetur sleppa vit av og á út at strekkja beinini, av tí at bussurin steðgaði nokkso ofta. Vit halda, at busstúrurin gongur skjótt, og áðrenn vit vita av, eru vit komnar til Airlie Beach. Nú er kl. 19, og vit hava koyrt í bussi í 11 tímar!
Av tí at bæði Sarah, Tim og Henry skulu búgva á sama stað sum vit, fylgjast vit øll niðan til hostellið Beaches. Tá vit koma í receptiónina og skulu checka inn, hoyra vit Unu og Maluna :) Vit blakað ryggsekkinirnir frá okkum, har vit standa, og loypa yvir til tær! Tað var sooo deiligt at síggja kend andlit aftur! :) Vit ýla og klemma hvørja aðra, og eru allar ordiliga glaðar at endiliga at síggjast! :D Vit mugu nokk hava ljóða nakað tápuligar, men tað løgdu vit ikki petti í ;)
Vit checkað síðani inn, og fáa kamar saman við Unu og Maluni. Sarah fekk eisini kamar saman við okkum.
Vit allar vóru so glaðar fyri at kunna tosa føroyskt aftur! Vit roksaðu næstan um kapp at fortelja frá ymiskum, man hevur upplivað. Eftir at vit báðar hava verið undir brús, fara vit allar oman í barrinum á hostellinum at bestilla okkum okkurt at eta. Tá vit eru liðugar at eta, sita vit har eina løtu og tosaðu við fólk har. Her tosaðu vit við Tom frá Englandi og Sofie frá Danmark og fleiri onnur. Vit møttu eisini Tim og Henry har niðri, og tosaði við teir. Aftaná eina løtu fóru Una og Malan í song, meðan vit fylgdist við Tim og Henry. Vit fóru inn í eina írska pubb, har vit dansaðu ein løtu, áðrenn vit øll fóru heim á hostellið og í song. Vit siga síðani bei við Tim og Henry, tí teir fara avstað í morgin, so vit koma nokk ikki at síggja teir aftur á hesum túrinum.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments