Hervey Bay, Queensland
Heey :)
Í nátt vaknar Gurið av telefonini, har mamma hennara ringir, at vita hvar vit búgva, tí flóðaldan er á veg í móti Australia nú. Vit búgva tíbetur eitt sindur frá strondini, so vit skuldu ikki havt nakað at bekymra okkum um, av tí at flóðaldan tíbetur ikki fer at raka Australia hart.
Vit vakna síðani av vekkaranum í morgun kl.7.20, og skunda okkum at hyggja út. Vegirnar eru enn turrir, so flóðaldan hevur ikki verið her og spø...