Profile
Blog
Photos
Videos
Ohøj :)
Vit eru enn til sjós ;) Okkara fyrsta nátt umborð var ordiliga góð - vit svóvu sum steinar. Vit eru enn í sama staðið, nevniliga Milln / Whale. Vit blivu vaktar kl. 6.45 av tí eina, sum arbeiðir umborð. Beinanvegin vit vóru komin upp, skuldu vit rigga útgerðina til. Hetta er tað síðsta dykkið, áðrenn vit blíva certifikeraðir dykkarir. Vit vóru longu í havinum kl. 7.25. Øvilsini í hesum síðsta dykkinum vóru buoyancy/weight check, at klára at svimja niður á botn uttan at brúka bandið, lata okkum úr maskuni undir vatninum, og koyra hana á aftur, og eisini at gera eitt trygdar stop, sum er eitt stopp, sum man skal gera, tá man er á 5 metrum, og er á veg upp aftur. Tá vit eru á veg niður í havið, kemur ein skildpadda upp til yvirflatuna at fáa sær luft.
Meðan vit eru í ferð við at gera buoyancy check, svimur ein fiskur allatíð í millum okkum. Hetta er ein Harlequin Tuskfish. Ordiliga forvitin ;) Tá vit hava gjørt øll øvilsini, svimja vit runt her niðri eina løtu. Tá vit koma upp í bátin aftur, eru vit øll certifikeraðir dykkarir, og kunnu nú fara sjálvi at dykka í havinum! :D
Vit fara at fáa okkum morgunmat, mysli, frukt og jougurt :D Eftir morgunmatin leggja tey flestu seg at sova, tí báturin fer at sigla til eitt nýtt stað. Vit fara nú til Flynn / Tennis court. Tá klokkan verður 11, byrja øll at rigga útgerðina til. Áðrenn vit kunnu fara í vatnið, skulu vit hava briefing - tað skal man, tá man er certifikeraður dykkari, og skal dykka sjálvur við sínum buddy. Eftir briefing spyr Jennie, um hon kann koma við okkum - og hon var sjálvandi vælkomin. Gunnvá skuldi gera øvilsið við at fáa vatn í maskuna eina ferð aftur at, so tí komu Pierre og Ken eisini við okkum. Hetta var ein góður máti at byrja, sum certifikeraður dykkari uppá, tí nú byrjaðu vit ikki við alt ov stórari ábyrd :) Vit sóu nógvar tropiskar fiskar, meðan vit svumu her, t.d. Swarthy Parrotfish, Sealfaced Puffer, o.s.fr.. Tá vit vóru á veg aftur til bátin, kom ein stórur Humphead Maori Wrasse, betur kendur sum Wally, svimjandi tætt at okkum. Hesin var líka stórur sum Gurið (Gurið er 173 cm). Vit svumu við honum eina løtu, áðrenn vit fóru upp í bátin. Hesa ferð vóru vit 16,1 metur niðri, og vóru har niðri í 30 min :)
Í bátinum var nú døgurði á skránni - spagetti og bolognese! Tá vit vóru liðug at eta, sigldu vit aftur til eitt nýtt stað. Hesa ferð sigldu vit til Flynn / Gordon's. Vit spældu Uno, meðan vit bíðaðu til okkara næsta dykk, sum var um 15-tíðina. Kl.15 byrjaði briefing, og so skuldu vit rigga útgerðina til. Tá vit báðar og Jennie vóru klárar at fara út í, spyr Utsav, um hann kann sleppa við okkum. Vit siga sjálvandi ja. Alt gongur fínt at byrja við. Beinanvegin vit koma niður síggja vit eina skildpaddu. Tá vit svimja eitt sindur longur, síggja vit eina aðra, ið svimur frá staði til stað at fáa sær at eta. Skildpaddur eru so flottar.
Vit báðar fingu láturkrampa undir vatninum. Beinið hjá Gunnvá beiv fast í 'regulatorinum' (tí sum man andar við) hjá Gurið. Ikki so smart at hava láturkrampa undir vatni, men vit kláraðu til alla lukku at steðga aftur :) Eisini hesa ferð sóu vit nógvir fiskar, men vit høvdu tó trupuleikar við at halda rutuna. Og tað endaði við at Utsav bleiv irreteraður inn á okkum, og skeldaði okkum tríggjar, tá vit komu til yvir flatuna :') Hann er ein sovorðin typa, ið heldur seg duga so øgiliga væl. Vit snorklaðu so aftur til bátin, av tí at vit vóru farin rættuliga langt útav kós. Tá vit komu í bátin, roksaðu vit tríggjar um, hvussu skeg vit høvdu tað, meðan hann var meiri stillur ;D
Aftur nú fingu vit kaku, tá vit komu upp. Vit fáa mat eftir hvørt dykk, so tað er ordiliga lekkurt! :) Vit lukkast ongantíð at blíva svangar umborð her. Eftir at hava etið, fóru vit at spæla Uno. Vit høvdu heilar tríggjar tímar í millum dykkini :)
Tað síðsta dykkið á degnum var tað, sum Gurið hevði stúrt fyri. Hetta var náttardykkið. Um náttina eru allir hajarnar frammi, so vit skuldu leypa í havið, meðan vit sóu allir hajarnar svimja undir okkum. Alt var myrkt, men so sá man sovorðnir gráir plettar í vatninum - jep, hetta vóru alt hajar! Gurið er so bangin fyri hajum, so hon hevði ordiliga ringt við at loypa niður í havið til teir tríggir hajarnar, sum bíðaðu eftir henni. Vit báðar vóru tær síðstu í havið, Gurið var fyrst og so Gunnvá aftaná. Tá vit báðar vóru komnar í vatnið, lýstu vit rundan um okkum við lummalyktunum, og sóu hajar allastaðni! Men undarligt nokk, vóru hajarnar ikki líka vemmiligir, tá man var við teimum undir vatninum - tey eru nógv óhugnaligari frá yvirflatuni.
Hetta var eitt felags dykk, so vit vóru aftur við okkara instruktøri Pierre. Tá vit skuldu niður á botnin hesa ferð, fylgdu vit linjuni, av tí at vit dykkaðu í myrkri. Meðan vit fóru niður eftir við linjuni, gloymdi Gurið at equlize'a (halda fyri nøsuna og blást luft til oyrini ella hvussu man nú skal siga). Tá vit vóru 5 metur niðri fekk Gurið so ilt í oyrini av hesi orsøk, at hon var noydd at fara upp í bátin aftur. Gurið var eitt sindur kedd, tá hon kom upp, tí hon vildi ikki missa nakað; men hon fekk tó tað besta við - svimja við hajum. Øll hini forstettu niður á botnin. Niðri á botninum hugdu tey eftir fiskum - tað vóru tó ikki so nógvir at síggja, av tí at teir flestu fiskarnar svóvu. Eftir eina løtu settu øll seg niður á botnin. Pierre byrjaði at peika eftir Gunnvá. Gunnvá visti fyrst ikki hví, men so sá hon, at ein fiskur (gulur við svørtum strípum) bleiv við at svimja beint við bringuna hjá henni :) Tá tey høvdu sitið her eina løtu, blivu allar lummalykturnar sløktar, og tey sótu í myrkri í 1 minutt. Hetta helt Gunnvá vera fínastaslag; man var slett ikki bangin ella nakað :)
So var tíð at koma upp aftur í bátin, og sum vanligt skal man gera eitt trygdarstopp, tá man er á fimm metrum. Her hongur ein stong, ið man kann halda fast í. Meðan øll hanga her, lýsir Pierre eftir hajunum eina løtu, og koyrir síðani lummalykina burtur. Hetta ger hann nakrar ferðir. Fyri hvørja ferð hann ger hetta, sær man, at hajarnar nærkast; hajar tiltrekkjast av ljósi. Eftir at hava hingið á stongini í tríggjar minuttir, komu tey aftur í bátin.
Meðan tey øll eru í havinum, stendur Gurið og hyggur eftir hajunum í sjónum. So kemur hitt holdið, sum Sarah er instruktørur hjá, upp úr havinum. Tá tann síðsti, Graham, er í ferð við at koma upp, kemur ein hajur skjótt yvir í mótir honum. Orsøkin til at hesin hajurin svimur so skjótt, er tí hann akkurát er í ferð við at veiða ein fisk. Hann etur fiskin, og endar við at geva Graham eitt skump, av tí at hann hevði so nógva ferð á. Øll vóru ordiliga forskrekt - uttan Graham :) Graham og Lindsey eru eitt so fitt enskt par; tey vóru á teirra pre-honeymoon.
Vit fingu sjálvandi aftur lekkra kaku, aftaná vit vóru liðug at dykka. Hetta kvøldið spældu vit aftur Uno, áðrenn vit fóru í song. Ordiliga hyggeligt :)
Mitt í nátt vaknar Gurið. Tá hon vaknar, situr hon uppi í songini og heldur fyri nøsuna. Hon er so í ørviti, tá hon vaknar, at hon heldur at kamarið er fult av vatnið, og blívur tí við at royna at equliza. Tá hon hevur sitið soleiðis eina løtu, klárnar hon, og følir seg ordiliga býtta :p Hareftir leggur hon seg aftur at sova.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments