Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit!!
Aftur í morgun skuldu vit tíðliga upp, av tí tey frá ProDive komu eftir okkum kl. 7.30. Í dag byrjaði ein dykkari at fortelja okkum um dykkaraútstýr, so sum svimjibrillurnar, svimjiføtunar og snorkulin. Hann fortaldi, hvat var gott, og hvat var minni gott at keypa, um man hevði hug til at keypa dykkaraútstýr. Harumframt fortaldi hann eisini frá, hvørji støð vóru góð, um man skuldi dykka. Vit fara jú víðari bæði til New Zealand og Cook Islands, og har skuldi tað verið rættiliga gott at fara at dykka, so tað gera vit møguliga :) Aftaná maðurin var liðugur, skuldu vit í svimjuhylinum. Nú skuldu vit øva okkum tey seinastu "skills'ini", sum vit skulu duga, tá vit fara at dykka í opnum havi. T.d. skuldu vit taka okkara masku heilt av undir vatni, og okkara "buddy" skuldi síðani halda í okkum, meðan hann skuldi svimja og føra okkum til eitt ávíst stað í svimjihylinum. Tá vit vóru komin hartil, skuldi man koyra maskuna á aftur, og blása alla luftina úr maskuni, soleiðis at man sá ordiligt aftur. Vit báðar hildu, at hetta øvilsi var nokso óbehagiligt, men tíbetur kláraðu vit tað :)
Tá vit høvdu øvað okkum øll "skills'ini", gekk leiðin út at eta. Vit øll fóru í Night Market, har vit fóru at eta kinesisk - man kundi keypa eina stødd av einum tallerki og so fylla hann við tí man vildi hava at eta. Vit báðar keyptu ein X-Large tallerk saman, og fyltu síðani á hann. Tá vit høvdu koyrt alt á, sum vit vildu royna, var tallerkurin rokaður :D So vit ótu okkum proppmettar til tallerkurin var næstan tómur ;p Aftaná at øll vóru liðug at eta, gekk leiðin til ProDive handilin, har vit skuldu finna fram okkara útstýr, sum vit skuldu hava við á túrinum. Men áðrenn hetta, vísti tey frá ProDive okkum ymiskt dykkaraútstýr, sum man kundi keypa. Av tí at tey høvdu ein pakka við svimjibrillum, svimjiføtrum, snorkli og skóm, keyptu vit ein í part. Nú hava vit møguleika at fara at snorkla ella dykka aðrastaðni, har vit fara, uttan at skula leiga útstýr :) Av tí at vit keyptu hetta, var ikki so nógv at finna fram til okkum, tí vit høvdu tað mesta, man skal brúka, tá man fer at dykka.
Síðani fóru vit aftur til ProDive skúlan, tí nú skuldu vit gjøgnumganga teir tveir seinastu kapitlarnir, áðrenn vit skuldu til EXAM!! ;) Examurin var ikki ringur, og tað var onki problem at snýta, um man vildi. Hetta gjørdu vit sjálvandi ikki ;p Aftaná at øll høvdu bestaðið, fóru vit avstað við bussi. Tey, ið vildu sleppa heim á hostelli hjá sær, blivu koyrd hartil, meðan vit báðar og ein, ið eitur Utsav fóru av í býnum, tí vit ætlaðu okkum til Reef Teach. Hetta er eitt firma, sum hevur fyrilestrar um the Great Barrier Reef, har vit skulu dykka, og harumframt fortelja tey um øll sjódjórini og allir koralirnir, sum man kann síggja í Great Barrier Reef. Tey bjóðaði te, kaffi, kakao og smákakur. Vit høvdu eisini restina av einum Subway-sandwich við, tí vit høvdu etið har, áðrenn vit fóru til Reef Teach. Brian frá okkara bólki var eisini komin til fyrilesturin í Reef Teach. Av tí at tað regnaði í morgun, høvdu vit regnklæðir við okkum, so tá Reef Teach endaði, lótu vit okkum í tey, og fóru so fittar heim til gongu. Vit vóru ikki komnar langt, áðrenn vit avgera at taka bussin sum fer um 40 min. til hostellið, av tí tað regnaði so illa. Aftaná at hava bíða eftir bussi og komnar á hostellið, fara vit at pakka, tí í morgin gongur leiðin til havs at dykka :D Eftir at hava pakka, fóru vit beinleiðis í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments