Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Í dag skulu vit SKYDIVE'A! :D Vit vóru noyddar at chekka út kl.10, hóast minibussurin, ið skuldi koyra okkum til Innisfail, ikki kom fyrr enn kl.10.45. Meðan vit bíðaðu eftir minibussinum, vóru vit rættuliga nervøsar - ikki tí at vit skuldu leypa úr einum flúgvara, men av tí at veðrið ikki var av tí allar besta, so vit vóru bangnar fyri, at tað bleiv avlýst. Komnar í bussin spurdu vit beinanvegin, um tað bar til at skydive'a. Sjafførurin fortaldi okkum, at tað bar illa til at siga áðrenn, tí veðrið er so skiftandi her. Vit fóru hareftir til trý onnur hostell eftir fólki. Tilsamans vóru vit 9 fólk, ið skuldu leypa við faldskermi. Busstúrurin til Innisfail tók um 1,5 tímar. Tá vit komu har til, blivu vit deild í tveir bólkar; tí øll sleppa ikki í flúgvaran í senn. Vit báðar vóru í tí seinna bólkinum, so meðan fyrsti bólkurin fór avstað, sótu vit og bíðaðu. Í biðihølinum vóru sofur og sjónvarp, so vit fimm sótu og hugdu eftir Academy Awards og the Oscars.
Vit fingu skógvar frá teimum at fara í, og eisini sovorðnar 'fínar' reyðar buksur við lillafarvaði strípu á fyri ikki at bliva moldutar, tá vit lendu. Tað er so heitt her í Cairns, so vit vóru bert í toppi, tá vit hoppaðu út úr flogfarinum.
Tá vit bíløgdu skydiving, bíløgdu vit eisini myndir og video við. Tað plagar at vera rættiliga dýrt at skydive'a, men vit fingu eitt rættiliga gott tilboð, har vit fingu alt fyri 1850 kr :) Og tað var sooo pengarnar vert! ;)
Tá vit vóru komnar í útgerðina, byrjaði teir at taka video. Vit báðar vóru saman á videoinum í fyrstuni, altso áðrenn vit fóru út úr flogfarinum. Instruktørurin, sum Gunnvá hevði, ordnaði felagstosingina. Hann var virkuliga herligur. Instruktørurin hjá Gurið var eisini ordilliga herligur, so vit kláraðu slett ikki at bliva nervøsar, tá vit skuldu hoyra uppá teir báðir, tí teir bara tvassaðu býtt. Áðrenn vit vistu av, vóru vit uppi á 14000 feet = 4,27 km. Nú var tíð at leypa úr flogfarinum! Fyrst fóru ein genta, og so var tíð hjá Gurið at fara út og síðani Gunnvá. Tá man skuldi út úr flogfarinum, bleiv man settur á kantin, soleiðis at beinini hingi út úr flogfarinum. Meðan man sat her, sá man líka niður á jørðina - sum er 4,27 km niður! Man fekk ikki ordiliga tíð at hugsa seg um, áðrenn man var úti úr flogfarinum. Tey fyrstu fimm sekundini vóru tey villastu. Man maldi runt í luftini, soleiðis at man sá flúgvarin blíva minni og minni. Vit tonktu báðar "hvat er hetta, vit hava blaka okkum út í". Men eftir hasi 5 sekundini, bleiv tað ordiliga avslappandi og skeg :) Eftir 1 min av fríum falli í 210 km/t, bleiv faldskermurin koyrdur út. Teir gjørdu eitt sovorðið skeg triks, har man bleiv snaraður runt ordiliga skjótt. Gurið prøvaði at stýra sínum faldskermi eina løtu, men tá vit skuldu lenda skuldi instruktørurin sjálvandi hava tað, sum man stýrur faldskerminum við. Lendingin hjá okkum báðum gekk sum smurt, so vit báðar lendu á beinunum. Av tí at Gurið var fyrst úr flogfarinum, var hon eisini fyrst á jørðini. Tá Gunnvá kom á jørðina nøkur sekund aftaná, hugdu vit uppá hvørja aðra við stórum smílum - vit báðar kláraðu tað! :)
Tað hevur einki uppá seg at skydive'a :) Tað vóru líka tey fyrsti 5 sekundini, ið vóru eitt sindur øðrvísið, enn nakað vit báðar høvdu roynt. Eitt ordiliga adrenalin-kick! Aftaná tað, føldist tað undarligt nokk, avslappandi at detta. Vit mæla øllum til at royna hetta, tí tað er slett ikki vemmiligt, men ordiliga skeg (man behøvist ikki at dáma væl rytsjibanar ella nakað líknandi, tí tað er heilt øðrvísi enn tað).
Vit fóru síðani aftur til Cairns við bussi. Tá vit komu á Calypso aftur, høvdu vit einki kamar, av tí at vit skulu avstað við bussi kl. 00.25 í kvøld. Tá vit høvdu sitið í sofunum eina løtu, sovnaðu vit báðar. Vit svóvu í einar 3-4 tímar, men vaknaðu tá Una og Malan ringdi til okkum. Vit skulu á Whitsunday-túrin við teimum 3. mars, so tað fer at vera ordiliga skeg og deiligt at síggja onkur kend andlit aftur! :D Vit tosaðu so um hostell og hvat og hvussu. Tá vit vóru liðugar at roksa, fóru vit í c*** and Bull at eta okkara síðstu máltíð her. Vit fingu okkum lambakjøt :)
Tá vit høvdu etið, fóru vit í handilin hjá Tandem Skydive Cairns eftir okkara myndum og video. Vit sluppu at hyggja eftir video'inum í handlinum; og vit vóru um at skrædna, sum vit flentu! Man sær húðina í andlitinum flaksa, og tað er so skeg at síggja video, tí man fær ordiliga summarfuglar í búkin, tí man følir ordiliga, at man upplivir tað umaftur! :)
Vit fóru so aftur á hostellið, har vit ordnaðu tey síðstu tingini, áðrenn vit skuldu avstað. Vit gjørdu matpakkan kláran - fransbreyð við nutella, flustu gularøtur og so høvdu vit eisini keypt kakur. Vit blivu koyrdar til bussstaðið kl.23, so vit vóru í góðari tíð, tí bussurin skuldi ikki fara fyrr enn kl.00.25. Eftir at hava sitið og bíða eftir bussinum í tveir tímar, fór ein maður a kontórið hjá teimum at kannað hvat fyrigekk. Tá hann kom aftur, hevði hann ring boð.. Av tí at tað hevði regnað so illa, vóru vegirnir stongdir - teir vóru undir í vatni. Hetta var í Ingham økinum, ið er tríggjar tímar sunnan fyri Cairns. Fyri at sleppa til Townsville er hesin vegurin noyddur at vera opin. Tað regnaði stadivekk har niðri, so tí var bussurin avlýstur. Klokkan var nú 2 um náttina, og eingin av øllum hesum fólkunum hevði nakrastaðni at sova. Vit fingu at vita, at fyrsti møguligi túrur er kl. 7 í morginárini. Tey flestu fólkini rýmdu av bussstaðnum, men vit báðar tímdu ikki at gjalda fyri 4 tímar á einum hostellið, so vit løgdu okkum á hvør sín bonk at sova :p So nú hava vit eisini roynt at vera heimleysar.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Mannbjørn Gleði meg at síggja myndir og video av tykkara skydiving :-)
Sigmundur Ljóðar ordiliga stuttligt. Kundi hugsað mær at roynt tað :-) Góða ferð víðari.
Beinta GUNNVÁ!!!! Tú lovaði at tú ikki skuldi finna upp á sovori!!! hihihi :) Nei tvætl, tað ljóðar ordiliga spennandi og eg gleeeeeði meg at síggja myndir og film :)))) Gott eg ikki visti av tí áðrenn, so hevði eg roynt at yvirtalað teg ikki at gera tað ;) muss og klemm