Profile
Blog
Photos
Videos
Heyy!!
Í morgun vaknaðu vit úti! Vit høvdu jú bíða eftir bussinum í gjár, og av tí at hann ikki kom, tí ein vegur var stongdur, avgjørdu vit bara at leggja okkum á hvør sín bonk at sova.Vit høvdu fingið at vita, at ein bussur kanska fór um 7-tíðina, og tímdu tí ikki, at gjalda fyri eina nátt á hostelli, tá tað dreygaði seg um 4 tímar. Vit halda báðar, at hóast tað var strævið at liggja úti á einum bonki og sova, so var tað eisini ein uppliving, sum vit neyvan fara at gloyma.
Vit vaknaðu um 7-tíðina, og eftir eina løtu kemur ein kona at tosa við okkum. Hon væntaði, at bussurin fór at koma hvørja løtu, so vit báðar fingu eina lítla vón um, at vit fóru at sleppa úr Cairns í morgun. Lítla løtu aftaná síggja vit bussin! Glaðar verða vit og gera okkum klárar at fara avstað. Av tí at bussurin ikki kom vegna eina náttúruvanlukka, skuldu vit útfylla nøkur papír, áðrenn vit sluppu við hesum bussinum. Hetta skal man opinbart gera, hvørja ferð ein náttúruvanlukka er hend. Tá vit hava útfylt papírini og geva busssjafførinum tey, sigur hann, at vit ikki standa til at skula við hesum bussinum (opinbart skal man booka bussin umaftur, tá hann ikki fer til tað tíðina, man hevur booka hann til). Beint aftaná ringir telefonin hjá sjafførinum, og tá hann hevur lagt á, fortelur hann okkum, at vegurin í Ingham er stongdur. Hetta er ein vegur á veg til Townsville, so tað ber ikki til at koma longur suður enn til eitt, ið eitur Cardwell. Nú kemur ein kona frá Greyhound yvir og sigur, at øll sum skulu til Townsville ella longur, skulu koma við henni yvir á kontórið, har vit skulu fáa meira at vita. Hetta gera vit so. Her fáa at vita, at tað einasta, sum vit kunnu gera, er, at booka bussin, sum stendur til at fara kl. 13. Hetta gera vit so, men hava lítla vón.
Vit ætlaðu bara at sita her og bíða, til vit sluppa avstað, men eftir eina løtu kemur Tim inn. Vit møttu honum á bussstaðnum í gjár, har hann og vinmaður hansara Henry eisini bíðaðu eftir sama bussi. Hann fortelur okkum, at hann og Henry ætla sær á McDonalds at eta, tí har er frítt internet. Hann spyr, um vit hava hug at koma við; vit hava einki betur at gera, og halda at internetið er gott tíðsfordrív. Vit fara so við Tim, har vit báðar fara beinleiðis inn á McDonalds, meðan Tim fer eftir Henry. Vit sita leingi á McDonalds, har vit brúka tíðina á internetinum og eisini at skriva bloggar, av tí at vit eru eitt sindur afturúr við teimum. Tim og Henry koma síðani, og vit práta við teir eina løtu, áðrenn vit ringja til Greyhound fyri at vita, um bussurin koyrir. Øvv.. Tíverri er vegurin ikki opin enn, so eingin bussur koyrir, so nú mugu vit í hvørfall bíða til í morgin.
Um vit skulu lukkast allan vegin til Airlie Beach, áðrenn Whitsundays-túrin, mugu vit fara avstað í morgin. So í staðin fyri at bookað bussin til Townsville, bookað vit hann líka til Airlie Beach, og avgera at droppa at fara út á Magnetic Island. Tim og Henry fortelja okkum um eitt hostel, har teir hava búð. Tað hevur frítt internet, og er heldur ikki serliga dýrt (15 AUD pr. nátt). Vit finna ein taxa, og biðja hann koyra okkum á 'Cairns Beachhouse'. Vit bookaðu eina nátt her og settu okkum síðani við telduna.
Vit vóru á internetinum allan dagin, har vit bæði løgdu bloggar og myndir út. Sera avslappandi dagur - akkurát tað man hevur brúk fyri, aftaná at hava sovið úti á einum bonki. Her á hostellinum verður fríur døgurði serveraður kl. 19, so vit tímdu ikki at fara út at keypa nakað at eta. Tá klokkan gjørdist 19, bleiv ringt á eina klokku - nú var døgurðin klárur. Tíverri blivu vit eitt sindur skuffaðar, tí portiónin var ikki serliga stór, og tað smakkaði heldur ikki so gott - men vit eru jú backpack'arar, so alt sum er frítt, skal etast! :p Aftaná settu vit okkum aftur við telduna at leggja teir seinastu bloggarnir út. Vit halda sjálvar, at hóast vit næstan hava brúkt allan dagin á telduni, hava vit fingið nógv burturúr. Tað bar jú heldur ikki til at gera nógv annað, tí tað oysti niður allan dagin.
Vit leggja okkum at sova um 00-tíðina og hava nærmast ongar vónir um at sleppa avstað í morgin.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments