Whitsunday, Queensland
Heey tit :)
Aftur í morgun blivu vit vaktar tíðliga (kl.7). Meðan vit ótu morgunmat, sigldi báturin til eitt stað, har tað er gott at snorkla. Vit lógu allar fýra og sólaðu okkum, inntil tað var klárt at fara at snorkla, men tá tað kom til stykkis, vóru tað bert Una og Malan sum fóru at snorkla, meðan vit báðar lógu og sólaðu okkum. Vit hava nú snorklað/dykkað so ofta í Great Barrier Reef, so vit vildu heldur bara liggja og slappa ...