Profile
Blog
Photos
Videos
Heyyy tit!! :D
Í morgun sluppu vit endiliga at sova leingi. Gurið vaknaði kl. 10.30, og tosaði við øll hini í kamarinum, inntil tey fóru crusetúrin, har man kann svimja við delfinum. Vit skulu á tann túrin í morgin, so vit eru sera spentar at hoyra, hvat tey halda um hann. Tey fóru avstað klokkan 12, so tá slapp Gunnvá ikki at sova longur, tí Gurið vakti hana. Vit tóku skálir úr køkini niðan í kamar og fingu okkum havragrýn at eta, áðrenn vit fóru at gera okkum kláran at fara at renna og ein gongutúr til ein foss, ið liggur eitt sindur uttanfyri býin. Veðrið var ordiliga gott; stilt, men tó eitt sindur yvirskýggja. Vit runnu inntil við komu til eina brúgv og gingu síðani rest. Tá vit komu til skógin, ið man skal ganga í gjøgnum til at koma til fossin, var eitt jarnportur har, sum man skuldi flyta fyri at koma inn. Hetta virkaði eitt sindur skummilt, men vit komu so í gjøgnum hetta jarnportrið ;) Tá vit høvdu gingið uml. 1 km ella meira, var tað merkt upp, at tað var 5 km til fossin. Vegurin til fossin var ikki serliga strævið at ganga, tí har vóru ikki so nógvar brekkur. Vit hildu, at tað var ein mega góður gongutúrur, og tað var nógv flott at síggja. Náttúran var so vøkur, men tað sum vit serliga løgdu merki til, vóru øll trøini í vatninum, tá vit gingu á einari lágari brúgv tvørturum eina á. Hetta høvdu vit ongantíð sæð fyrr, og vóru tí ordiliga hugtiknar av hesum - ordiliga vakurt. Fossurin var tó ikki nakað at reypa av; ikki serliga stórur og vatnið í honum var gultlitt. Síðani gekk leiðin heim aftur á hostellið hjá okkum. Tað sirmaði innímillum, men tað bilti einki, tí tað var so heitt, og trøini tóku tað mesta av sirminum. Vit hava gingið einar 4-5 km frá fossinum og heim aftur á hostellið, so vit rokna við, at vit hava runnið/gingið einar 10-11 km hendan túrin. Ikki so galið at vera eitt sindur aktivar aftur :p
Tá vit komu heim, strektu vit út, áðrenn vit fóru undir brús. Beinini vóru so skitin aftaná gongutúrin, og sokkarnir hjá Gunnvá vóru gravskitnir av mold, so eitt brúsubað kom gott við ;p Aftaná at hava verið undir brús, fóru vit at keypa inn til døgurða, og síðani beinleiðis á hostellið at gera mat - hesa ferð gjørdu vit burritos við tuna, mais og agurk ;p Tá vit vóru mettar og vælsettar, fóru vit niðan aftur í kamarið at skriva bloggar. Meðan vit sita og skriva, koma okkara room-mates aftur frá delfin-túrinum; tey fortaldu okkum, at tey høvdu sæð delfinar, men sluppu ikki at svimja við teimum, av tí at tað var ov ringt veður á sjónum. So vit kross fingrar fyri, at tað verður betur veður í morgin, so at vit sleppa at svimja við delfinunum :)
Tá kl. var uml. 20 fóru vit øll í kamarinum at spæla kort. Seinni kom ein týsk genta og ein frá Eysturríki har eisini at spæla við okkum - týskarin, sum eitur Caroline, hevði faktiskt føðingardag, so tað var ordiliga skeg :) Vit spældu næstan alt kvøldið, inntil vit báðar fóru í song kl. 00.30. Angel og Nikolaj fóru eisini í song beint aftaná okkum, tí teir teir skuldu líka pakka. Lauren og Elliot fóru oman í barrina á hostellinum, og komu ikki í song fyrr enn um trý tíðina.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments