Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Í morgun skuldu vit sjálvandi møtast kl. 8, so tí var vekkarin settur kl. 7. Gurið vaknar kl.7.30, og sær at vit hava forsovið okkum. Vit skunda okkum at pakka taskurnar, tí í morgun skulu vit "chekka út". Eftir at hava pakka alt, runnu vit oman gjøgnum brekkuna til Dingo Bar. Á veg her til møta vit Mie og Camille. Tær fylgjast so við okkum oman hartil, hóast tær hava etið. Bussurin kemur nemliga eftir okkum við Dingo Bar. Vit eru í allar síðstu løtu, so vit lukkast akkurát at taka nakrir breyðbitar við í bussin.
Í dag eru vit bert 16 eftir, tí øll hini fólkini vóru bert á einum túri, sum vardi í tveir dagar, meðan okkara er í tríggir dagar. Vit koyra síðani í 40 min., har vit koyra tvørtur um oynna til Lake Wabby. Vit sita sum vanligt aftast í bussinum, tí tað hoppar mest her afturi. Vit fáa ikki koyrt líka til vatnið, og vera tí noydd at ganga 2,3 km í gjøgnum skóg. Tá man gongur gjøgnum skóg her í Australia, endar tað altíð við, at man fær eiturkoppaspinn í høvdið. Hetta hendi eisini hesa ferð, men tíbetur uppdagaðu vit tað, áðrenn vit fingu teir stóru eiturkopparnar við í høvdið :p
Hetta vatnið liggur beint við síðnar av tí stóra Hammerstone Sandblow, sum vit sóu fyrsta dagin á túrinum. Lake Wabby hevur sand á tí einu síðuni, og skóg á hinari. Eisini er sandur í vatninum, so tað er ordiliga lekkurt at svimja her. Men Lake Wabby minkar allatíð, tí sandur blívur við at blásast inn yvir vatnið. Ein forskari hevur mett, at Lake Wabby verður burtur áðrenn tað næsta ár hundrað.
Økið kring Lake Wabby er soo lekkurt. Eftir at hava gingið niðan í gjøgnum ein stóran sandbakka, høvdu vit eitt so vakurt útsýnið. Vit stóðu nú mitt í Hammerstone Sandblow. Her hava vit sand allastaðni rundan um okkum, men hetta er tó ikki sum at vera í eini oyðimørk; langt burturi síggja vit aftur í ein skóg, og aftanfyri skógin síggja vit havið. Heilt ótrúliga vakurt! Vit báðar brúka tað mestu tíðina á hesum staðnum við at taka býttar/stuttligar myndir :)
Vit ganga aftur til bussin, og byrja at koyra í móti Eurong Beach Resort. Her skulu vit eta buffét. Vit allar; vit báðar, tær norsku og tær donsku, seta okkum við sama borð, har vit byrja at skovla mat í okkum. Vit hava allar sama motto fyri tíðina - tá matur er gratis, so etur man inn til man ikki klárar at ganga :D Eftir aðru rundu vóru øll hini (mannfókini) steðgaði at eta, og byrjaðu leiðina aftur í bussin, men vit fóru allar upp aftur at fáa okkum. Eftir triðju runduna í buffétini vóru vit allar proppmettar, og fóru aftur í bussin at seta okkum. Nú gongur leiðin í móti Lake Birrabeen.
Fyri at koma til Lake Birrabeen noyðast vit at ganga 800 metrar. Av tí at tað hevur regnað so nógv her í seinastuni, var øgiliga nógv vatn í Lake'inum. Gongugøtan var ymirsvomin summastaðni, og fyri at koma til tað einu strondina, noyddist vit at ganga í vatninum. Sandurin her minti faktiskt nógv um kava. Hann var kritahvítur og rættuliga fastur í tí. Mannfólkini lupu út í vatnið, meðan vit lógu á strondini og sólaðu okkum og lósu. Ordiliga avslappandi serliga við tí vøkru náttúruni rundan um okkum. Tá vit høvdu ligið her eina løtu, byrjaði tað spakuliga at sirma. Vit hopaðu, at tað bert var eitt lítið æl, men tað bleiv við. Vit báðar og Mie og Camille (tær donsku) bestemmaðu okkum tí fyri at byrja at ganga spakuliga í móti bussinum. Tá vit akkurát vóru komnar í bussin, byrjaði tað at oysa niður. Tað fyrsta vit sóu, tá vit komu inn í bussin, var tær lekkru sjokuláta køkurnar. Vit hugdu allar uppá hvørja aðra, og fingu okkum so hvør sína kaku, og goymdu okkum aftast í bussinum við teimum. Meðan vit sita her og eta kakur, síggja vit, at øll koma rennandi ímóti bussinum. Tá fólkini koma aftur í bussin, eru tey flot vát av regninum. Vit koyra so til Central Station til picnic. Her fáa vit kaffe/te og sjokuláta køkur :) Tá vit eru liðug at roksa, gongur leiðin aftur til Kingfishers Bay Resort. Vit blíva sleptar av á Sand Bar, ið liggur tætt við kajuna. Vit seta okkum við teldurnar, tí vit skulu deila myndir við tær norsku. Vit hava fylgst við Julie, Elise og Cecilie (teimum norsku gentunum) allatíð á hesum túrinum, so vit hava nógvar felagsmyndir, sum vit vilja deila í millum okkum.
Klokkan 17 fara vit við báti til Hervey Bay. Í bátinum koma Bascal og Thomas at seta seg hjá okkum. Hetta eru teir frá Paris, ið Gurið var til te hjá :) Gurið roksar við teir allan vegin til Hervey Bay, og roynir at læra teir eitt sindur um Føroyar. Gunnvá er ov upptikin av síni bók til at vera við í prátinum. Tá vit koma í land, tosa vit eina løtu við Hayden (guide'in hjá okkum á túrinum) og hansara elskuliga son Jamie, sum er 4 ár. Hayden hevði ein lítlan leikutoys bil við á túrinum, sum hann hevði fingið frá Jamie. Hann tók so myndir av hesum bilinum ymisk støð á túrinum - ordiliga fitt. Øll fólkini umborð á bátinum Kingfisher Bay fara síðani í bussin, sum skal koyra okkum til hostellið. Fyrst koyrir hann til hostellið, har Mie og Camille búgva. Tað var keðiligt at siga bei við tær, tí vit koma nokk ikki at síggja tær aftur á túrinum, tí tær fara norðureftir. Hareftir gekk busssjaførurin runt í bussinum fyri at vita, hvar øll skuldu. Vit skuldu, sum ikki eina ferð, á apotekið. Úti á Fraser Island blivu vit aftur bitnar av moyggjabitum; men tó ikki ógvisligt. Busssjaførurin var so fittur, at hann segði, at meðan vit vóru á apotekinum, fór hann at koyra øll hini heim, og kundi síðani koma eftir okkum aftur, og koyra okkum heim. Vit vóru so glaðar og fingu at vita, at hann kom eftir okkum um 15 min. - og tað gjørdi hann. Tá vit endiliga komu á hostellið, var klokkan 19. Tann sami, sum arbeiddi, tá vit vóru har áðrenn Fraser Island, arbeiddi eisini nú. Hann var so fittur, at geva okkum eitt dorm, har bert tríggjar sengur vóru inni! :) Vit høvdu tí tað rúmliga kamarið fyri okkum sjálvar. Tá vit vóru komnar upp á pláss, fóru vit í ein mathandil at keypa mjólk. Meðan vit ganga til mathandilin, ringir Karin (mamma Gurið), og fortelur okkum, at ein jarðsjálvti hevur verið í Japan, og hevur ælt til eina flóðaldu. Reyði krossur ávarar øll økini rundan um Japan, har í millum Australia. Aldurnar vóru 10 metur høgar, tá tær byrjaðu.
Tá vit komu aftur til hostellið, spyrja tey sum arbeiða, um vit hava hug at koma út við teimum í kvøld, men vit takka nei, av tí at vit vilja sleppa at slappa av og fara tíðliga í song - ordiliga óinterssantar, men tað hevur man brúk fyri aftaná tíðina úti á Fraser Island. Vit fara so í køkina, sum hoyrir til okkara dorm, at fáa okkum havragrýn og mysli við mjólk. Tá vit hava vaskað upp, fara vit í kamari at skriva bloggar. Vit fáa tó ikki nógv burtur úr, tí 30 min. aftaná liggja vit báðar í somu song og hálvsova. Gurið leggur seg at sova, meðan Gunnvá líka skrivar tann eina bloggin lidnan, áðrenn hon eisini fer at leggja seg.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments