Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Í nátt vaknar Gurið av telefonini, har mamma hennara ringir, at vita hvar vit búgva, tí flóðaldan er á veg í móti Australia nú. Vit búgva tíbetur eitt sindur frá strondini, so vit skuldu ikki havt nakað at bekymra okkum um, av tí at flóðaldan tíbetur ikki fer at raka Australia hart.
Vit vakna síðani av vekkaranum í morgun kl.7.20, og skunda okkum at hyggja út. Vegirnar eru enn turrir, so flóðaldan hevur ikki verið her og spøkt :) Vit eta havragrýn og mysli til morgunmat, og kanna síðani nær hostellbussurin fer til bussterminalin. Greyhound-bussurin til Brisbane fer kl.9, og hostellbussurin kl.8.30, so hetta passaði so væl :) Vit geva okkum síðani góða tíð at pakka, áðrenn bussurin fer.
Á bussterminalinum møta vit aftur Sara frá Svøríki. Tað er ófatiligt, at vit møtast allatíð! :D Vit vera so glaðar hvørja ferð vit síggjast, tí vit hava nú fylgst so nógv í Australia - líka frá Cairns til Brisbane.
Greyhound-bussurin ger eitt stopp við eitt matstað, har man kann keypa alskins av mati. Vit keyptu okkum sandwich og mjólk við banana smaki - ordiliga góð mjólk, tí hon minnir ordiliga nógv um banana milk shake frá Thailandi! Meðan vit keypa, møta vit einari gentu frá Englandi, sum var á tí sama bussinum vit vit vóru við frá Airlie Beach til Hervey Bay. Vit seta okkum so at eta. Júst sum vit hava sett okkum niður, síggja vit fyrst Hendrik; tann týski, sum vit vóru á holdi saman við á Fraser Island. Lítla løtu aftaná síggja vit Colin, hann sum vit møttu á Whitsundays túrinum. Vit roksa so eina løtu, har vit fáa at vita, at eisini teir báðir skulu til Brisbane. Tá vit seta okkum í okkara buss aftur, síggja vit ta gentuna, ið sat frammanfyri okkum í bussinum til Hervey Bay. Ótrúligt at man skal møta so nógvum fólki, man kennir á einum matstaði in the middle of no where :D
Vit fordríva tíðina í bussinum við at lesa bøkur og skriva bloggar. Tá vit koma til Brisbane, siga vit, sum ikki eina ferð, bei við Sara (Svøríki), og royna at finna útav, hvar vit skulu fara. Ein drongur kemur so yvir til okkum, og spyr um vit eisini ætla at búgva á Base hostel. Tá vit hava sagt ja, sigur hann, at hann akkurát hevur tosað við tey í telefon, og tey eru fult bookaði. Her standa vit trý nú pen og vita ikki, hvar vit skulu fara. Drongurin eitur David og er frá Englandi. Hann sigur so við Gurið, at hon kann royna at ringja til Base, um hon hevur hug. Tað ger hon so, og fær at vita frá Base, at tey bert hava gentu dorms eftir! Nú hava vit báðar so eitt stað at sova - deiligt! :) Vit bíða inntil David eisini hevur funnið eitt stað at búgva, og fylgjast síðani út av terminalinum. Eingin av okkum veit, hvar hostellini eru, so vit spyrja ein á gøtuni. Hann peikar í ein rætning, og sigur at har eru næstan øll hostellini.
Vit byrja so at ganga; vit báðar hava nógva bagagu - tann stóra ryggsekkin, lítlan ryggsekk, matposa og so eisini alla snorklara útgerðina. Tá vit hava gingið í einar 10 min., koma vit til øll hostellini, harímillum hostellið har David skal búgva.. men hostellið hjá okkum er ongastaðni at síggja. Vit hyggja so á eitt kort, og síggja at vit skuldu havt gingið í øvutan rætning, tá vit komu út av terminalinum. Vit skuldu ongantíð hava lurtað eftir manninum :p
Vit seta okkum so niður á einar trappur, tí vit báðar eru so troyttar aftaná gongutúrin (ikki tí at hann var langur, men vit høvdu so nógv at bera). David fer síðani at chekka inn á hostellinum, men sigur, at hann skal koma út aftur at hjálpa okkum at bera ryggsekkirnir til hostellið hjá okkum. Hann er ikki burtur í meira enn 10 min., áðrenn hann kemur aftur, og er klárur til at hjálpa. Hann tekur tann eina ryggsekkin, og so deila vit báðar hina bagaguna ímillum okkum. David hevur kortið, tí hann pástendur, at englendarar hava so góðan rætningssans, men tá vit hava gingið eina løtu, og eiga at vera við Base Central hostellið, er tað ongastaðni at síggja. David hevur tá dreyga eina ferð ov tíðliga, so tað liggur á vegnum beint omanfyri. Hann berur so ryggsekkirnir inn í á hostellið, og sigur síðani bei. Vit vóru sooo glaðar fyri at hava møtt David - ein ordans gentlemaður! :D
Tá vit komu á hostellið, seta vit okkum í felagsøkið, ið hoyrir til dormið hjá okkum at slappa av og hyggja eftir nýggjheitunum. Tað blivu vístar nógvar óhugnarligar upptøkur frá Japan; jarðskjálvtin og flóðaldan. So nú mugu vit fara at skriva til Kentaro, Soh og Joe, at vita um alt stendur væl til hjá teimum. Meðan vit sita og hyggja eftir hesum, kemur Sarah inn í dormið. Hon skal eisini búgva her - ótrúligt! :D Vit sita so bara og roksa, inntil vit fara at gera døgurða. Vit fara fyrst í Woolworts at keypa tilfar, og síðani at kokkast. Vit báðar keyptu bert tuna, mais og spaghetti (vit eiga skrúir á hostellinum), og so sjálvandi eisini okkurt lekkurt ;)
Í kvøld er ladies night í barrini, sum liggur niðri undir hostellinum hjá okkum. Hon eitur The Down Under Bar :) Vit báðar fóru fyrst oman at dansa, og Sarah kom eftir at hon var liðug at uploada myndir. Í barrini møttu vit aftur David, so vit roksaðu við hann eina løtu. Hareftir endaðu vit at tosa við nakrir frá New Zealandi, sum arbeiða her í Australia. Ordiliga fittir, men tó ordiliga pussigur. Tá vit søgdu bei við teir, søgdu teir, at um nakar generaði okkum, skuldu vit endiliga fortelja teimum tað, og so skuldu teir taka sær av tí.
Meðan vit tríggjar dansaðu, komu tveir frá Brisbane at dansa við okkum. Teir vóru heilt ótrúliga herligir! Tann eini dugdi allar sangir, og hann dansaði so skeg. Hann sat niðri á gólvinum aðru hvørja løtu.
Vit fóru í kamarið aftur kl. 1, har Gunnvá setti seg at skype'a, og Gurið fór í song. Tá Gunnvá kom inn í kamarið, tosaði Gurið í svøvni. Hon forkláraði á enskum í svøvnið, at Føroyar lá í millum Danmark og Ísland, og eitt sindur afturat um Føroyar! Tað sigur eitt sindur, tá Gurið forklárar hetta í svøvnið. Vit geva hesa forkláringina minst tríggjar ferðir um dagin - og tað er í minsta lagi.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments