Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit!!
Í morgun skuldu vit tíðliga upp, tí vit skuldu avstað við bussinum kl. 8. Áðrenn vit fóru, ótu vit morgunmat í Dingo Bar - her møttu vit teimum norsku gentunum, sum vit hava fylgst við teir seinastu dagarnar. Síðani settu vit okkum í bussin; vit allar settu okkum aftast, tí vit vistu at tað fór at verða 'a bumpy ride', og aftast á bussinum er tað ógviligast :p Vit koyrdu tvørtur um oynna frá Kingfisher Bay til strondina á eystur síðuni. Tað er heilt fantastiska cool at koyra í einum bussi á strondini! Og tað vóru nógvir bakkar her, so vit vóru um at enda uppi undir takinum aðru hvørja løtu. Strondin eitur Seventy-five Mile Beach og er ótrúliga vøkur.
Fyrsta staðið, sum vit skuldu vitja í dag, var Eli Creek. Hetta er ein á, sum hevur ferskt klárt vatn, og til ber at ganga bæði oman og niðan gjøgnum hana. Meðan vit eru her og hyggja okkum um, møta vit Colin, sum vit møttu fyri fyrstu á Whitsunday-túrinum og sum eisini var á sama bussi sum vit til Hervey Bay. Vit tosa við hann eina løtu, áðrenn vit fóru víðari. Vit halda, at tað er so undarligt og skeg, at man blívur við at møta somu fólkunum alla tíð :)
Meðan vit ganga her, fylgjast vit við teimum norsku gentunum, VIlde, ið eisini er úr Norra og Henry frá Suðurafrika. Vit fara niðan til wc'ini, tí opinbart skuldi ein stórur eiturkoppur vera har uppi. Vit ganga niðan hartil, og á vegnum møta vit fleiri stórum eiturkoppum. Men teir eru tó ikki líka stórur og tjúkkir, sum tann uttanfyri wc. Henry fortelur fyri okkum, at tann eini sær út til at vera uppá vegin. Aftaná fara vit oman á strondina, har vit øll leggja okkum at sóla okkum, áðrenn vit fara víðari við bussinum.
Nú gongur leiðin at hyggja eftir einum gomlum skipsvraki, sum eftir at hava rent á, skolaði upp á strondina á Fraser. Ætlanin hevur fleiri ferðir at flyta vrakið, men tá tað endaði við at kosta meira at flyta vrakið, enn vrakið sjálvt var vert, bleiv tað liggjandi. Her stoppaðu vit eina lítla løtu, soleiðis at øll fingu tikið myndir av vrakinum.
Tað næsta staðið, sum vit skuldu vitja, var the Champagne Pools. Men áðrenn vit fóru hagar var lunch á skránni. Vit fingu pannukøkur, kylling og salat. Uhmm!! Tá vit vóru liðug at eta, sluppu vit endiliga oman til Champagne Pools - vit gingu gjøgnum nakrar trappur fyri at koma oman til teir. Champagne Pools eru nakrir hylar, har sjógvur brýtur uppí alla tíðina. Hylarnir vóru heitir í mun til tað vanliga havvatnið. Beint við hylarnir var eisini ein lekkur strond. Her løgdu vit okkum niður at lesa - vit eru endiliga blivnar so raskar, at vit eru farnar í hálvt við at lesa. Bøkurnar, vit lesa, fingu vit frá Unu og Maluni, tá vit vóru í Airlie Beach. Gurið bleiv so bitin av sínari bók, at hon gekk og las á veg niðan aftur til bussin! Hetta er ein sjón, Gunnvá ikki hevur sæð ofta, so ein mynd bleiv enntá tikin ;p
Nú gekk leiðin til Indian Head! Indian Head er eitt berg, sum faktiskt er gjørt av lava fyri fleiri árum síðani, tá vulkanútbrot var har. Grundin til, at bergið eitur Indian Head, er tí, at tá James Cook sigldi framvið tí, sá hann aboriginals ganga uppi á har. Av tí at aboriginals vórðu kallaði fyri indiánarir, fekk bergið navnið Indian Head. Indian Head er harumframt eisini tað eystasta punktið á Fraser Island. Vit gingu niðaná bergið og tóku nakrar myndir har uppi, áðrenn leiðin gekk oman aftur til te, kaffi og kakur! Hvønn dag fáa vit drekkamunn um 15-tíðina, og hvørja ferð hava tey tær somu smákakurnar, sum barasta eru tær lekrastu nakrantíð! Tað eru sjokolátukakur við nøtum í :) Gunnvá plagi vanligvís ikki at dáma nøtur, men hon helt, at tað smakkaði sera væl í hesum førinum.
Nú skuldi vit vitja tað seinasta staðið á túrinum í dag; the Pinnacles. Hetta staðið er ordiliga vakurt, og sandurin her er reyðlittur. Beint tá vit koma útúr bussinum, byrjar tað at regna. So vit takað eina mynd av tí, og vit skunda okkum inn aftur í bussin. Eftir ein áhugaverdan og stuttligan túr í dag fóru vit at koyra móti Kingfisher Bay, har vit búgva.
Tá vit komu aftur í lounge'ernar (har vit búgva), slappa vit av eina løtu, og fara síðani oman í Dingo Bar at fáa okkum døgurða. Tá vit eru liðugar, fara vit oman til har tær norsku búgva, tí vit genturnar hava allar avtala at fara at gera okkurt sama. Vit báðar eru tær síðstu, so tá vit koma sita tær norsku genturnar, Julie, Elise og Cecilie og tær donsku, Mie og Camilla, og bíða eftir okkum. Vit spæla kortspæl, áðrenn vit fara oman í Dingo Bar, har vit spæla Uno. Aftaná at hava sitið her eina løtu, fara vit niðan í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments