Profile
Blog
Photos
Videos
Heey aftur :)
Í nátt vaknaði Gurið inni í skápinum.. Hon hevur gingið í svøvnið í nátt, so tá hon vaknaði stóð hon í skápinum við lakinum í favninum. Hon var so í ørviti, tá hon vaknaði, tí hetta er fyrstu ferð hon hevur gingið í svøvnið. Hon vendi inn í móti vegginum, og tað var myrkt í kamarinum, so tað var eitt sindur ringt at sleppa út aftur. Tá hon so hugdi runt í kamarinum, sá hon at onkur lá í eini song og svav, so fyrsta reaktiónin hjá henni var at skunda sær út úr kamarinum. Men av tí at hon var eitt sindur í ørviti, tók tað ordiliga langa tíð, áðrenn hon kláraði at fáa huðina upp. Tá hon endiliga kom út úr kamarinum, sá hon at hetta var okkara kamara. Tá hon hugdi inn aftur, sá hon at tað var Gunnvá, ið lá í songini og svav. Hetta hendi um 2.30-tíðina. Tá Gurið er á veg í song aftur, ringir telefonin hjá Gunnvá. Tá er tað Beinta (systir Gunnvá), ið hevur gloymt, at tað faktiskt er nátt hjá okkum ;) Tá Gunnvá er liðug at tosa, leggja vit okkum aftur.
Túrurin byrjaði kl. 9.30 í morgun, so vit sluppu at sova líka inntil 8.30. Tað er longi í okkara verð! :p Vit fóru oman í Dingo Bar at fáa okkum morgunmat saman við Julie, Elisa og Cecilie (teimum norsku gentunum). Tá vit vóru lidnar at eta, kom ein bussur eftir okkum, ið koyrdi okkum oman í gjøgnum brekkuna "Heart Attack" (orsøkin til navnið er, at brekkan er so long og brøtt, at hon er til at fáa hjartaanfall av) til the Jetty, ið liggur á kajuni. Her skuldu vit bíða eftir øllum hinum, ið eisini eru á okkara túri. Orsøkin til at vit komu í gjár og ikki í dag, er, at tá man bookar túrin í gjøgnum Kilroy, hevur man eisini eina pre-night, altso eina eyka nátt á Fraser Island. Meðan vit sita her og bíða, síggja vit ein dingo, ið gongur niðri á strondini. Vit halda, at hann líkist ordiliga nógv einum hundi.
Tá báturin hevur lagt at, vóru vit eini 30 fólk í tali, ið skuldu vera á sama túri. Vit høvdu tí ein stóran buss, ið skuldi koyra okkum runt. Vit báðar og Julie sótu aftast, meðan Elisa og Cecilie sótu beint frammanfyri okkum. Vit vóru allar rættiliga troyttar, men tá vit byrjaðu at koyra, sóu vit, at tað var eingin møgulleiki hjá okkum at sova. Fraser Island er ikki størsta sandoyggin í heiminum fyri einki. Alt á henni er sandur - eisini vegirnar, so tit kunnu ætla, hvussu óslættur vegirnir vóru. Vit vóru um at enda uppi undir takinum aðru hvørja løtu, og sótu tí í skelliláturi alla tíðina, meðan vit koyrdu í bussi.
Vit koyrdu ikki longi í bussi, áðrenn vit komu til okkara fyrsta stopp. Vit skuldu ganga í gjøgnum skógin fyri at koma til Basin Lake. Hetta var eitt stórt vatn, har nógvar ferskvatns sjaldbøkur eru. Vit vistu tó einki um, at sjaldbøkur vóru her, tá vit vóru har uppi, so tað hugsaðu vit slett ikki um, og sóu tí onga :p Men vit hava nú sæð so nógvar sjaldbøkur á okkara ferð, so tað løgdu vit ikki í :) Vit vóru bert her uppi í einar 15 minuttir, har vit tóku myndir, og fóru so oman aftur til bussin.
Vit koyrdu nú til okkara næsta stopp, ið var tætt við Wanggoolba Creek. Vit skuldu nú ganga í gjøgnum regnskógin, ið Wanggoolba Creek liggur í. Vit fylgdu eini gøtu einar 2 km oman eftir Wanggoolba Creek. Tá vit vóru liðug við gongutúrin, var bussurin eftir okkum, og vit koyrdu til Central Station at fáa okkum døgurða. Her gjørdu vit eitt sjálvtøkuborð, har vit fingu okkum burgara og kylling.
Tá vit øll eru mett og væl sett, byrja vit at koyra til Lake McKenzie. Tá vit koma har til, síggja vit hví øll tosa so nógv um hetta vatnið. Sandurin kring vatnið er krita hvítur, og vatnið hevur ein kláran bláan lit. Men um man hyggur eitt sindur langt út, sær man, at vatnið har úti hevur ein myrkari lit. Hetta er tí, at vatnið verður ordiliga djúpt ordiliga knappliga, og har tað er djúpt eru fleiri algur á botninum, ið gera at vatnið fær hendan myrka litin. Vit fóru øll at svimja her, hóast vatnið ikki var so heitt. Tað var sól hendan dagin, so vit todnaðu skjótt aftur :p Tá vit ikki orkaðu at svimja meira, fóru vit niðan til eitt campingpláss, at fáa okkum ein drekkamun og kakur. Vit fingu tær lekrastu sjokulátakakurnar, so vit komu mettar aftur í bussin :p Hetta var seinasta staðið á degnum, so nú gekk leiðin aftur til lounge'irnar.
Hendan dagin høvdu vit fylgst nógv við teimum norsku gentunum og tveimum donskum, ið komu í dag. Tær eita Mie og Camille, og eru frá Vejle. Vit avtalaðu so allar at fara at gera okkurt, aftaná vit høvdu etið náttura í Dingo Bar.
Vit fingu aftur lekran náttura í Dingo Bar hetta kvøldið, har tað var stórt sjálvtøkuborð. Tá vit vóru lidnar, fóru vit allar í lounge'ina hjá teimum norsku gentunum. Mie hevði Uno við, so vit endaðu at spæla hetta longi. So koma Rob, Andy og Pedro (Pedram) inn, og spyrja um vit ikki koma oman í Dingo Bar á diskotek. Teir búgva eisini í hesi lounge'ini. Vit spæla nøkur fá spøl afturat, og tá Mie og Camille fara heim, fara vit báðar og tær norsku oman við teimum. Vit dansa allatíð, og hava tað so skeg. Tað góða við diskotekinum er, at tað endar longu kl.00, so tá fóru vit øll niðan aftur í lounge'ina hjá teimum, har vit roksa eina løtu, áðrenn vit fara í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments