Hervey Bay, Queensland
Heyyy :)
Í morgun vaknaðu vit í bussinum - nú var ikki so leingi til við komu til Hervey Bay. Kl. 8 komu vit til bussstatiónina í Hervey Bay. Vit vistu ikki ordiliga, hvar vit skuldu fara, men vit høvdu hoyrt um eitt hostell, sum samstarvast við Base, so vit vistu, at vit kundu fara hertil. Vit spurdu tey á Greyhound kontórinum, hvussu vit skuldu sleppa hartil, og tey fortaldu okkum, at bussarnir til hostellini stóðu hinumegin vegin. Vit fóru har...