Profile
Blog
Photos
Videos
Heyy tit!! :)
Í morgun sluppu vit endiliga at sova leingi, av tí vit ikki skuldu nakað í dag. Men tó vaknaðu Gurið, Una og Malan longu kl. 10, har tær lógu og roksaðu eina løtu, og vóru irreteraðar yvir, at tær vóru vaknaðar so tíðliga. Tað eydnaðist teimum at sovna aftur, og vit vaknaðu ikki aftur fyrr enn kl. 14 í dag, so vit fingu sovið ordiliga nógv í nátt. Vit fóru tó ikki upp fyrrenn kl. 15, tá vit fóru niðurundir í køkin at fáa okkum at eta. Aftaná at hava etið fóru vit báðar niðan til McDonalds at brúka netið, av tí at tey hava frítt internet har. Tá vit vóru har, keyptu vit okkum ís :p Eina løtu seinni komu Una og Malan eisini niðan, og her sótu vit eina løtu, áðrenn vit fóru avstað aftur. Á veg aftur til hostellið, fara vit inn í supermarked'ið at keypa inn til døgurða; vit báðar avgjørdu at gera tun og pasta við mais.
Vit fóru síðani í kamari, har vit hugdu eftir tv eina løtu, áðrenn vit fóru niðurundir at gera døgurða. Men av tí at so nógv fólk vóru har akkurát tá, og ongar grýtur ella pannur vóru ledigar, sluppu vit ikki framat beinanvegin, og máttu tí bíða eina góða løtu. Meðan vit gera mat, tosa vit við ein danskara, sum eitur Jeppe, sum eisini fjakkar. Eftir at hava etið og vaska upp, fóru vit niðan aftur í kamari at slappa av og gera okkum kláran at fara út. Av tí at Una skype'aði heim, fóru vit tríggjar oman í barrina í Beaches, og avtalaðu við Una, at møtast har niðri, tá hon var liðug. Men vit vóru ikki leingi har niðri, og fóru niðan aftur í kamarið. Una var liðug at skype'a, so vit fóru at spæla amerikaner eina løtu. Meðan vit sita og spæla, bankar tað uppá hurðina hjá okkum - tá er tað danskarin Jeppe og ein av hansara vinmonnum. Teir spyrja okkum, um vit koma við teimum út. Av tí at Malan hevði fingið migrenu, avgjørdu hon at fara í song, so bara vit tríggjar fóru við teimum báðum. Vit fóru fyrst í barrina Phoenix, men har var onki fólk, so vit fóru avstað aftur beinanveg. Nú gekk leiðin niðan í Irish Pub at vita, um fleiri fólk vóru her. Tað vísti seg, at tey vístu fótbóltskampin millum Man Utd og Liverpool, so her vóru ivaleyst av fólki. Vit hyggja eftir fótbólti eina løtu; meðan vit gera hetta, kemur Colin (sum var við á Whitsundays) yvir til okkum. Ein bólkur spældi her, so tað tók ikki langa tíð, áðrenn vit tríggjar vóru á dansigólvinum, og vit dansaðu allatíðina. Vit høvdu tað ordiliga skeg! Aftaná eina løtu avgjørdu vit tríggjar at fara til Mama Africa, sum er ein barr/klubbur, har man kann dansa. Meðan vit dansa her, møttu vit onglendingunum Ross og Matt, og dansaðu eina góða løtu við teimum. Meðan vit dansa, møta vit eisini Michael frá Sydney - hann dansar eisini eina løtu við okkum. Tá vit fara avstað, fær Gunnvá eitt bræv frá honum. Vit vita ikki hví, vit altíð skulu fáa brøv, men vit halda at tað er virkuliga skeg! :p
Vit fara síðani yvir til McDonalds at eta, men fara skjótt til klubban aftur. Á vegnum yvir til Mama Africa, fer Una á hostellið í song, tí hon er so troytt. Vit eru tó ikki leingi har, tí vit eru eisini so troyttar, og avgera at fara heim í song. Á veg heim møta vit Michael og hansara vinum - av tí at Michael ikki dugir at siga okkara nøvn, kallaði hann Gunnvá fyri Sarah og Gurið fyri Stacey :p Aftaná at hava tosa við teir eina løtu, fara vit heim í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments