Profile
Blog
Photos
Videos
Heyy tit :)
Í morgun vóru vit uppi kl. 6. 45, tí í dag skuldu vit í Australien Zoo, sum crocodile hunter Steve Irwin og hansara familja eiga. Vit lukkaðist ikki at eta morgunmat, so vit tóku 3 myslibar og eina smarties-sjokolátaplátu við okkum í bussin :) So har sótu vit so fittar í bussinum kl. 7.45 um morgunin og ótu sjokolátu til morgunmat :p
Vit sótu og hálvsvóvu restina av túrinum til Zoologiskahavan; tíbetur tók tað ikki meira enn 1 tíma og 10 minuttir at koyra. Vit komu akkurát hartil, tá tað opnaði, so tað vóru ikki so nógv fólk akkurát tá. Vit settu okkum fyri beinanveg, at vit skuldu síggja øll djórini og fara til tey mestu av showinum, man kundi fara til. Vit byrjaðu við at fara at hyggja eftir krokudillum, lizards, iguana og øðrum líknandi djórum. Ein av krokodillunum var fødd í 1933, so hon var heili 78 ár. Kl. 10 fóru vit at hyggja eftir, meðan ein gav tveimum skildpaddum at eta. Hesar báðar skildpaddurnar vóru beiggjar, og itu Goliat og Iggi. Teir vigaðu hvør heili 170 kg og vóru frá Madagascar :) Aftaná fóru vit beinleiðis at stilla okkum í kø til at geva elefantunum at eta! Maturin, sum vit fingu at geva teimum, var salat, melón, agurk og annað. Sagt var, at elefantar kunnu eta upp til 300 kg av mati um dagin! Vit fingu tikið mynd av hvørja aðrari, meðan vit góvu teimum at eta.
Aftaná at hava givið elefantunum at eta, fóru vit at hyggja eftir fleiri krokodillum. Allar høvdu eitt navn, og tær itu Agro, Acco, Shaka Bluey og Casper. Eisini sóu vit ferskvatn krokodillur. Harumframt sóu vit tasmanian devils, men av tí at teir eru so smædnir, tá fólk eru rundanum, sóu vit teir ikki so heilt gott. Nú var kl. blivin næstan 11 og vit skuldu til eitt show kl. 11. Hetta var eitt Wildlife Warrier Show. Her sóu vit eina stóra slangu, sum kundi svimja eina góða løtu undir vatni. Eisini sóu vit fuglar, sum flogið eina ávísa runtu, soleiðis at tað bleiv eitt flott show. Seinast í showinum kom ein STÓR krokudilla út; tveir menn skuldu royna at lokka krokodilluna til at leypa á teir. Teir lokkaðu hana við mati, soleiðis at hon bleiv meira aggressiv. Stuttligt var at síggja, tá krokudillan var niðri undir vatni og byrjaði at leita eftir monnunum, eftir at teir høvdu goymt seg. Krokodillan var undir vatni og kom so spakuliga upp úr vatninum og lúrdi fyri at síggja menninar. Vit hildu, at showið var ordiliga spennandi og áhugavert!! :)
Aftaná fóru vit at keypa okkum okkurt at eta, áðrenn vit fóru víðari at hyggja eftir fleiri djórum. Vit fóru fyrst í Kids Zoo, har vit sóu geitir og SEYÐ!! Men seyðurin sá slett ikki líka út, sum seyðurin í Føroyum - her hava teir langan hala og ullin er heilt annarleiðis. Vit føldi okkum næstan sum heim, tá vit hoyrdu seyðin jarma :D Harumframt sóu vit eisini fimm lítlir grísar - teir vóru tvær vikur gamlir, og teir høvdu eisini fingið navn. Tað stuttligast navnið hildu vit vera Brad Pigg ;p
Vit gingu síðani víðari, og sóu dormidarar, lamaðir, dingo's (líka sum vit sóu á Fraser Island), cassowaries, binturong og koalair. Dingo's líkjast ordiliga nógv hundum, men tó eru teir ikki heilt eins. Umframt at teirra kropsbygnaður er ørvísið, kunnu Dingo's nevniliga ikki goyggja eins og hundar. Vit sluppu at taka eina mynd saman við eini koala, meðan vit kelaðu henni. Vit sóu eisini fleiri sløg av slangum - tann eina, sum vit sóu, kundi blíva heilt upp til 7 metur long! Vit sóu eisini ymiskar tropiskar fuglar, sum vóru øgiliga flottir. Eftir eina løtu avgera vit, at vit skulu fara at keypa kengurumat, so vit kunnu fara í kenguru-umráðið at geva teimum at eta. Vit hildu hetta vera sera spennandi, men blivu eitt sindur skuffaðar í byrjanini, tí eingin kenguru vildi eta frá okkum ;p Men til alla lukku funnu vit nakrar, sum vóru svangar, so tær ótu allan matin frá okkum.
Nú gekk leiðin at síggja tey seinastu djórini, sum vit kundu síggja. Hetta vóru tær reyðu pandairnar, elefantarnir og tigararnir. Tað vóru tríggir elefantar, og teir vóru 52, 53 og 55 ára gamlir. Tá vit fóru at hyggja eftir tigarunum, skuldi eitt show byrjað, so vit settu okkum niður at hyggja. Her sóu vit eina konu, sum lokkaði tigararnir at spæla við ymiskt ting, soleiðis at teir blívu meira spælisjúkir. Eftir at hava arga teir eina løtu, tveitti hon tingið í svimjihylin, og tigarin leyp so í hylin eftir tí! Hetta var eisini stuttligt at síggja. Alt showið fyrigekk aftanfyri ein glasrút.
Tá vit vóru liðugar at hyggja eftir tigarunum, var klokkan so nógv, at vit máttu so smátt fara at gera okkum kláran at fara avstað. Vit keyptu okkum líka okkum okkurt at eta, áðrenn vit fóru til bussstoppistaðið. Busstúrurin gekk skjótt - vit sóu endan av filminum '21', og roksaðu so restina av túrinum.
Komnar til Brisbane fóru vit beinleiðis at keypa tuna til døgurða, og á hostellið at gera mat saman við Sara (Svøríki). Eftir at hava etið, settu vit okkum at skriva bloggar og leggja myndir á okkara blogg á netinum. Vit skypaðu eisini við tey har heima, áðrenn vit løgdu okkum at sova.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments