Profile
Blog
Photos
Videos
Hey :D
Í morgun mátti vit fara upp longu kl. 6.15, av tí at í dag byrjaði Trek America-túrurin. Vit skuldu møta í lobby'ini kl. 7.30. Her sótu fleiri fólk og bíðaðu, so vit vistu ikki ordiliga, hvør skuldi við á okkara túr. Aftaná eina løtu kom ein maður, Mike, har. Hesin samlaði okkum øll saman, sum skuldu við á okkara túr. Tá hann hevði rópt øll nøvnini upp, vóru vit bara 5 tilsamans, og tað skuldi vera 10 fólk. Vit møttu Susanne, Charlotte og Emil, sum øll komu frá Danmark, og eru nøkunlunda javngomul við okkum. Skjótt aftaná komu tvær aðrar, tann eina frá Australia, sum eitur Claire og hin frá Sveis, og hon eitur Isabelle. Nú manglaðu tríggjar gentur frá Norra, so vit máttu bíða til kl. 8.30 at vita, um tær komu ella ikki. Tíggju minuttir áðrenn vit skuldu fara, fóru vit báðar yvir til Subway at keypa okkum ein sandwich, tí vit høvdu ikki etið morgunmat, og vóru tí rættiliga svangar. Tá klokkan var 8.30 vóru genturnar ikki komnar, so vit máttu bara koyra avstað uttan tær. Bussurin, sum vit koyra við, er ein minibussur, sum hevur ein stóran vogn við einum króki á, har bagagan og maturin er í.
Áðrenn vit skuldu koyra til Lake Havasu, gekk leiðin til Hollywood. Vit vóru inni í Kodak Theater og gingu út til eitt stað, har man sá Hollywoodskilti. Síðani gingu vit oman til gøtuna, har vit aftur sóu Walk of Fame-stjørnurnar á fortovinum. Tá vit høvdu gingið har í eini 30 min. fóru vit aftur til bussin, tí vit skuldu víðari. Her fingu vit at vita frá Mike, at tær norsku genturnar vóru komnar á hotellið nú, og at hann mátti fara eftir teimum. Hann fortaldi okkum, at meðan hann fór eftir teimum, kundu vit fara á Santa Monica Beach, soleiðis at tað ikki bleiv alt ov nógv koyring hjá okkum. Vit báðar blivu ordiliga glaðar, tí vit ætlaðu jú at fara í gjár, men tað bleiv ikki av nøkrum, tí tað var so seint. Vit koyrdu í 5-10 min og komu til strondina; vit fóru av her, meðan Mike fór eftir teimum norsku.
Fyrst gingu vit eftir einum gonguvegi á strondini, og vit løgdu beinanvegin merki til øll fólkini, sum vóru her. Her vóru fleiri ymiskir aktivitetir; onkur gjørdi yoga, onkur trenaði, onkur spældi beachvolley og nógv annað. Vit sóu eisini beinanvegin tornini frá Baywatch(lívbjargaratorn). Vit gingu eina løtu niðri við sjóvarmálan, men fóru so niðan aftur á vegnum. Á vegnum har, stóðu fleiri og seldu ymiskt; taskur, myndir, hálsketur, armbond, mat og annað. Tá vit høvdu gingið eina góða løtu, møttu vit Mike, sum var afturkomin við teimum norsku gentunum. Vit heilsaðu uppá tær - tær eita Astrid, Anna og Lotte og eru 19-20 ár. Vit keyptu okkum okkurt smátt at eta og fóru síðani at koyra úr LA. Á veg út úr LA koyrdu vit framvið skúlanum, har Grease var tikin upp - hetta var ordiliga undarligt at hugsa sær, tí tað eru 30 ár síðan, at filmurin var tikin upp har, og tað líktiskt nógv sær sjálvum.
Vit koyrdu í heili 2 tímar, áðrenn vit komu út úr LA (av tí at tað er so stórt), og eina lítla løtu aftaná, vit vóru komin úr LA, steðgaðu vit beint við eitt Walmark (supermarked). Tá vit øll komu út úr bilinum, fingu vit eitt sjokk, tí tað var nógv nógv heitari her, enn tað var í LA - vit vóru ordiliga glaðar, tí teir seinastu dagarnar í LA, hava vit verið so kaldar!
Í Walmark keyptu vit okkum okkurt at hava við til restina av biltúrinum, meðan Mike keypti inn til morgunmat og lunch til teir næstu dagarnar. Tá øll vóru liðug, fóru vit víðari. Vit komu út í "the desert"(oyðimørkina) og koyrdu eina løtu, áðrenn vit stegðaðu við eina bensinstøð, har Mike koyrdi bensin á bilin, og meðan kundu vit hava okkara "Poo-Poo Pee-Pee time"(fara á wc), sum Mike kallar tað ;p Aftaná fóru vit at koyra víðari, og meðan vit koyrdu, sóu vit kaktusar og sólsetur, sum var ordiliga flott.
Tá klokkan var 20.30 komu vit endiliga til Lake Havasu, har vit skulu sova okkara fyrstu nátt. Vit fingu lyklarnar til kamarið, og vit skuldu sova tvey og tvey saman, so vit báðar fingu kamar saman :) Vit mundu næstan fingið eitt sjokk, tá vit sóu kamarið - vit høvdu tvær mega stórar sengur, líka stórar sum ein dupultsong!! :D Vit hildu, hetta vera ordiliga luksus :)Tá vit høvdu blakað bagaguna inn í kamarið, fóru vit oman í kamarið hjá Mike, har vit øll skuldu møtast, tí hann skuldu fortelja okkum, hvat fer at henda í morgin; nær vit skulu upp, nær vit skulu eta morgunmat, o.s.v. Hetta tók kanska 15 min. og so fóru vit báðar, Susanne og Charlotte í okkara kamar; tær høvdu spurt, um tær kundu lána teldurnar at fara á facebook, eftirsum vit høvdu frítt internet. Vit tendraðu eisini sjónvarpið, har tey vístu onkran film, sum vit síðani hugdu eftir. Eftir at tær fóru, fóru vit undir brús, og aftaná beint í song!
Í dag koyrdu vit tilsamans 400 miles, so tað er ein langur koyritúrur!
Klem Gurið og Gunnvá
- comments