

Los Angeles, California
Hey :D
Í morgun mátti vit fara upp longu kl. 6.15, av tí at í dag byrjaði Trek America-túrurin. Vit skuldu møta í lobby'ini kl. 7.30. Her sótu fleiri fólk og bíðaðu, so vit vistu ikki ordiliga, hvør skuldi við á okkara túr. Aftaná eina løtu kom ein maður, Mike, har. Hesin samlaði okkum øll saman, sum skuldu við á okkara túr. Tá hann hevði rópt øll nøvnini upp, vóru vit bara 5 tilsamans, og tað skuldi vera 10 fólk. Vit møttu Su...