

San Francisco, California
Heey!!!
Hetta er so okkara seinasti dagur á okkara FANTRÚLIGU fjakkaraferð!! Sera syrgiligt at hugsa, men nú gleða vit okkum til at koma heim aftur til tykkum øll.
Í morgun var meiningin at fara upp kl. 7.15, tí vit høvdu avtalað at møtast við teimum frá TrekAmerica-túrinum á Pier 33, har vit ætlaðu at keypa billettir til at fara yvir til fangaoynna Alcatraz. Men opinbart hava vit báðar sløkt vekkaran hjá okkum, og knappliga vaknar Gurið...