Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit!!
Nú hava vit sovið okkara fyrstu nátt í USA. Vit fóru upp í morgun kl. 9. Vit høvdu avgjørt at fara inn til býin at síggja ymiskt. Vit tóku metroina alla vegin inn til býin, av tí hetta sikkurt var bæði nemmast og bíligast. Hetta var ein langur vegur. Fyrst skuldu vit ganga eitt fitt petti, áðrenn vit komu til statiónina, og harfrá skiftu vit metro minst tríggjar ferðir. Einaferð máttu vit koyra við bussi til eina aðra statión, av tí at tey arbeiddi uppá skinnararnar til metroina. Vit høvdu ætlað okkum fyrst at fara til Santa Monica Beach - tað er strondin, har Baywatch var upptikið. Men meðan vit sita í metroini, avgera vit bara at fara av á statiónini Hollywood Highland fyrst, og so bara fáa at síggja, hvat vit hava tíð til.
Tá vit koma út á gøtuna har, síggja vit, at vit eru mitt í Hollywood. Her er Kodak Theater centrið, har Grammy verður hildið, og har finalan av American Idol plagar at vera, eisini er tað kenda Grauman's Chinese Theater her, har allar filmspremierirnar plaga at vera. Á gøtuni síggja vit eisini fleiri stjørnur við nøvnum av kendum standa á. Hetta er Walk of Fame, sum kann síggjast fleiri blokkar omaneftir herfrá. Meðan vit ganga og leitar eftir ymiskum nøvnum á stjørnunum, kemur ein maður yvir til okkum og spyr, um vit ikki vilja koma á ein tour við teimum um 10 min., har man sleppur at síggja Hollywood-skilti, koyra frammvið húsinum hjá kendum og so eisini ein túr til Rodeo Drive, sum er ein gøta, har øll tey kendu shoppa (merkja handlar). Av tí at hann bjóðaði okkum tað fyri barnaprís, tóku vit av. Vit høvdu onki etið í morgun, so vit spurdu, um vit líka kundu loypa inn í eina café at keypa okkum okkurt. Tað var ongin trupulleiki. Tá vit høvdu keypt okkum okkurt til matna, fóru vit til møtiplássið, har øll bíðaðu. Skjótt aftaná kom ein bilur eftir okkum. Hetta líktist einum lastbili, sum hevði setur í lastini, soleiðis at man sat gott. Hann var opin, altso onki tak, so man hevði eitt gott útsýnið allastaðni frá í bilinum.
Tað fyrsta, vit løgdu merki til, tá vit byrjaðu at koyra, var, at tað var mega kalt. Nú hava vit akkurát verið á Cook Oyggjunum, har tað var so heitt, so vit frystu næstan.
Vit koyrdu fyrst niðan til eitt stað, har man sá Hollywood-skilti, har vit tóku myndir, og koyrdu skjótt avstað aftur. Hareftir gekk leiðin til Bel Air at hyggja eftir húsum hjá kendum fólkum. Her ímillum vóru vit uttanfyri hjá Justin Timberlake, Jodie Foster, Richard Gere, Lady Gaga, Will Smith, Justin Bieber, Jennifer Lopez og har Fresh Prince in Bel Air var tikið upp og nógvum øðrum. Síðani koyrdu vit eisini í Beverly Hills, har vit sóu Beverly Hills-hotellið og politistøðina, har Beverly Hills Cop var tikið upp. Tað síðsta stoppið á túrinum var Rodeo Drive. Hetta er ein kend gøta, har nógvir merka handlar eru, og her er tað tey kendu shoppa. Sjafførurin fortaldi okkum, at tað var møguleika at síggja onkran kendan her, so vit hildu eyguni opin, tá vit gingu omaneftir gøtuni. Her vóru handlar, so sum Louis Vuitton, Chanel, Ralph Lauren, Lacoste o.s.v. Aftaná at hava gingið har í eini 15 min., fóru vit aftur til okkara tour-buss uttan at hava sæð nakran kendan ;p Tá fortaldi sjafførurin, at í gjár hevði onkur sæð Sandra Bullock koma út úr einum handli. So tað ber til at síggja kend her. Síðani blivu vit koyrd til har, vit byrjaðu, tí nú var túrurin liðugur. Tá vit vóru lidnar við túrin, kundu vit ikki lata vera við at flenna eitt sindur, tí vit hava verið á "safari" í jungluni, har vit hava roynt at sæð vill djór, og nú hava vit eisini verið á "safari" í býnum, har vit hava roynt at sæð kend fólk - stór kontrast :)
Av tí at H&M lá beint við, har vit fóru av, fóru vit inn har at vita, um vit funnu nakað at keypa. Tá vit hava hugt eina løtu sjálvar runt har, møtast vit aftur við nógvum klæðum, sum skulu roynast. Vit verða yvirraskaðar og finna útav, at vit gjarna vilja keypa nógv av teimum, sum vit hava roynt. So aftaná at hava roynt øll klæðini, ganga vit eina rundu runt afturat í handlinum, og finna enn meira klæðir, sum skulu roynast. Tá vit endiliga skulu gjalda fyri klæðini, vit hava funnið, hyggja vit eftir hvørja aðrari og bara flenna, tí vit hava so nógv klæðir ;) Eftir at hava goldið og konan við diskin koyrir tey seinastu klæðini í ein posa, puffar hon bara og flennur :)
Síðani fóru vit í ein handil, sum eitur Hollywoodland. Her seldi tey alt møguligt, sum reklameraði fyri Hollywood. Her fekk man m.a. Oscars, t-shirtir, lyklaringar, magnetir, plakatir og nógv annað. Vit keyptu báðar okkurt har inni at hava heim við.
Tá vit vóru liðugar her, fóru vit í Hard Rock Café. Hetta er fyrstu ferð, vit báðar hava verið inni í eini Hard Rock Café, so vit báðar eru sera stoltar, at fyrstu ferð vit royndu tað, var í Hollywood. Í fyrstuni gingu vit bara inn og settu okkum við eitt borð, men av tí at ongin kom yvir við nakrari menu ella nakað, vinkaðu vit til eina servitrice. Hon segði, at man skuldi bíða til man fekk eitt borð, so vit máttu fara alla vegin til inngongdina aftur, har ein servitrica vísti onkur veg til eitt borð. Vit keyptu okkum ein pizza at deila, og til dessert keyptu vit browniekøku við ísi afturvið, sum vit eisini deildu. Hetta var ordiliga lekkurt, og servisin var ordiliga góð :) Inni í hesum bygninginum var eisini ein Hard Rock handil, har man kundi keypa t-shirtir og annað. Her inni funnu vit hvør sín mp3-spælari fyri einans 20 Dollarir = uml. 100 kr. :) Henda vóru vit sera glaðar fyri!
Aftaná fóru vit út á gøtuna at hyggja eftir Walk of Fame-stjørnunum og tóku eisini myndir av teimum, sum høvdu nøvn á, sum vit kendu. Meðan vit ganga og hyggja, kemur ein yvir til okkum og spyr um vit vilja keypa eina fløgu frá honum. Hetta var ein, sum roynir at arbeiða seg inn í musikbranchina. Gunnvá keypti eina fløgu frá honum fyri 5 dollarar og síðani fingu vit eina mynd av honum. So nú fara vit at sita spentar og bíða, um hesin einaferð verður kendur ;p hehe :)
Tá tað byrjaði at myrkna, fóru vit til statiónina, tí ætlanin var at fara til Santa Monica Beach. Men komnar í metroina, og á veg hartil avgera vit at fara beinleiðis heim, tí klokkan var næstan 20, og vit vistu, at tað var ein langur vegur heim aftur, og vit vóru so troyttar. Á vegnum heim aftur fóru vit inn í Subway at keypa okkum ein sandwich og vóru heima aftur á hotellinum klokkan 21.30. So vit vóru glaðar fyri, at vit ikki fóru til Santa Monica Beach!
Restina av kvøldinum pakkaðu vit, tí í morgin skulu vit byrja uppá okkara TrekAmerica túr, og so sótu vit eisini á facebook. Klokkan 2 gekk leiðin inn í dreymaland.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments