Profile
Blog
Photos
Videos
Heyyy :)
Aftur í morgun fóru vit upp kl. 8, av tí í dag skuldu vit rógva kajakk. Av tí at vit vóru so seinar, stóð chafførurin og bíðaði eftir okkum. Ups!! ;p Í bussinum møttu vit einum eldri hjúnum, sum vóru frá Englandi. Hesi skuldu sama veg sum vit, bara á ein annan túr. Vit koyrdu eini 30 min. áðrenn vit komu fram til har, vit skuldu rógva kajakk. Vit skuldu rógva úti á sjónum - Andaman See. Fyrst róu vit til eina strond. Tá tað er fjøra, plaga apur at koma oman á strondina at eta smáir krabbar. Av tí at tað var fjøra, sóu vit eina apu. Hareftir róu vit til strondina, sum verður kallað Sand Bank. Tað fyrsta, man legði merki til, tá man kom, vóru allir teir smáu krabbarnir. Her vóru túsundatals av krabbum - teir vóru ALLASTAÐNI! Av tí at tað vóru so nógvir krabbar, var eisini NÓGVUR krabbalortur ;) Hesin líktist akkurát sandinum, men var bara í klumpum og eitt sindur størri. Harumframt sóu vit eisini krossfiskar á strondini - teir høvdu bæði fýra og fimm bein/armar.
Eftir hetta róu vit til eina "canyon". Hetta var ordiliga flott, og vit lærdu eisini nógv, so sum at tey ikki hava fjøll her í Krabi, men limestones. Limestones eru nakrir steinar, sum síggja út sum um teir bara eru smekkaðir niður onkrastaðni. Teir kunnu vera øgiliga stórir og eru ymiskar litir. Trø veksa á teimum, men bara har, sum teir eru svartlittir. Hetta hildu vit vera sera spennandi, av tí at vit hava gingið og hugsað um hetta, síðan vit komu til Krabi.
So var tíð at eta. Guide'in segði, at vit skuldu rógva yvir til eina strond, sum var ordiliga flott, og har ongir turistar komu til, uttan tey, ið róu við teirra firma'ið. So byrjaðu vit at rógva. Vit róu og róu og róu, men komu barasta ikki fram. Vit hildu, at hetta ongan enda fekk! Vit vóru soo troyttar, og tá vit endiliga sóu strondina, róu vit so skjótt, sum ongantíð fyrr. Komnar á strondina, sóu vit, at HETTA var stríðið vert!! :) Tað var barasta SOO flott! Um nakað er paradís á jørð, so er hetta staðið :D Ongin av okkum hevur sæð vakrari sjón fyrr. Vit lukkaðist tíverri bert at taka fimm myndir her, áðrenn battaríið fór :(
Guide'in kallið hetta staðið fyri Venezuela. Á strondini vóru nógvir ymiskir steinar, ið vóru nógvir ymiskar litir - serliga reyðligir. Um vit gingu eitt sindur vekk frá strondini (aftur um nakrir steinar, sóu vit nógv, ið vit ongantíð hava sæð fyrr. Um tú gekk til høgru, sást tú eitt runt hol í einum fjalli. Aftanfyri hetta holið var ein grein. Hendan grein hevði skapilsi av einum elefantasnábli, ið tekur í eitt træ. Ringt at forklára, men vit lukkaðist tíbetur at fáa mynd av hesum. Um tú gekk til vinstru, sást tú eina rúgvu av slættum reyðligum steinum og á eitt stórt træ, ið stóð úti í sjónum. Tað allar besta var, at her var eingin annar uttan vit og guide'in. Hetta gjørdi tað enn meira serligt.
Eftir at hava gingið og njósnast eitt sindur skuldu vit eta. Gurið helt hetta vera besta matin, hon hevði smakkað á allari ferðini. Vit fingu tríggjar rættir. Tann fyrsti var ein rættur við bert grønsakum, tann næsti við kyllingi og tann triði við barracuda. Hetta er eitt slag av fiski, ið er líkur haji, men bert minni. Hann livur m.a. í canyon, har vit vóru. Hesin smakkaði væl, men øgiliga øðrvísi enn nakar annar fiskur Gurið áður hevur smakkað (Gunnvá troystaði sær ikki at royna hann :p) :)
Eftir vit vóru lidnar at eta, høvdu vit tveir tímar á hesum staðnum. Vit lógu og sólaðu okkum, hugdu eftir hesum undarligu steinunum, stiglaðu og so fóru vit við guide'ini hjá okkum gjøgnum nakrar "trappur". Orsøkin til at trappur eru í gásareygnum, er at náttúra sjálv hevur forma hesar trappur. "Trappurnar" førdu til toppin av steininum/fjallið við holinum og elefantasnáblinum. Her hevði tú tað vakrasta útsýnið, har tú sást yvir ordiliga nógvar oyggjar her í Suðurthailandi, og so eisini yvir strondina. Um man er í Krabi er hetta staðið eitt alvorligt MUST! Hetta hevur heilt klárt verið eitt av hæddarpunktunum á túrinum.
Kl. 15 gekk leiðin so heim aftur við kajakk. Nú var nógvur streymur komin, so tað var rættiliga tungt at rógva allan vegin - serliga tá tað var í móti streyminum allanvegin. Tað einu ferðin kom so nógvur streymur, at vit hildu, at vit fóru bara longur og longur út á havið. So vit vóru glaðar, tá vit í øllum góðum komu uppá land aftur. Vit spurdu guide'in hjá okkum, hvussu nógvar km vit høvdu róð, og fingu at vita 9,5 km :) So vit vóru rættiliga stoltar av okkum sjálvum :D
Tá vit komu heim fóru vit at eta. Seinni gingu vit bara runt har í býnum og hugdu inn í handlar. Vit komu forbí eitt stað, har man kundi bíleggja pláss við á ferguni til Koh Phi Phi. Her arbeiddi ein 'lady boy' ;) Vit fóru inn og bíløgdu pláss til næsta dag. Hareftir gekk leiðin at spæla pool ;) Tað endaði við at Gurið vann ;) Síðani máttu vit finna okkurt stað á Koh Phi Phi, har vit kundi búgva. Vit fóru inn til eitt turist firma, sum hjálpir fólki við at ordna ferðir og hotellir í Suðurthailandi. Tær, sum arbeiddu har, ringdu til fleiri hotellir, áðrenn tey funnu eitt til okkum. Seinni hava vit fingið at vita, at tað er rættiliga ringt at fáa hotell um hesa tíðina, tí her ferðast so nógv fólk akkurát nú. Av tí at vit ikki høvdu nokk av pengum við okkum til at gjalda fyri hotellið, máttu vit á hotellið aftur eftir fleiri pengum. Tá vit hava verið eina løtu í kamarinum og klárar at fara avstað aftur, síggja vit at eitt fýrbein er komið á vitjan ;) So byrjaði fýrbeinajaktin! Vit royndu at fanga tað, men so fór tað aftur um speglið, og tá høvdu vit ongan tjans, tí speglið kundi ikki takast av. So gav tað eitt ljóð frá sær, og tað ljóðaði faktiskt akkurát sum um tað flenti :p Vit fóru so út, og gloymdu alt um hetta.
Nú gekk leiðin til Chang Bar. Beinanvegin vit komu, kendir tey okkum aftur, so vit vóru væl móttiknar. Her var ordiliga nógv fólk. Vit komu at tosa við Billy (L.A.) og Tom (Thailandi). Báðir búðu í Los Angeles. Teir vóru her í Krabi orsakað av upptøkunum til filmin "The Hangover 2". Billy er nemliga stuntmaðurin hjá Bradley Cooper, og Tom er ein av leiðaranum í Singha, ið sponsorerar filminum. Teir vóru ordiliga skegir at tosa við, og vit fingu eitt sindur at vita um filmheimin, men tó høvdu teir ikki loyvi til at siga nakað um nýggja filmin. Billy var eisini við í filminum "The Wedding Crashers", ið Bradley Cooper eisini spælir við í. Billy skal gera allar scenurnar, ið Bradley ikki hevur hug til. So í hesum filminum skuldi hann spýggja einar 10 ferðir, áðrenn tað var gott nokk. Vit tosaðu longi; um vit báðar hava tíð, tá vit eru í Los Angeles, er planurin at møtast við teimum aftur :) Vit vóru heima aftur longu kl.2, tí vit skulu jú við ferguni í morgin.
Hesin bloggurin bleiv kanska í so langur, but oh well ;)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Jonny Hatta ljóðar sum ein dreyma verð, bara synd at tit ikki kundu takað fleiri myndir. Tit eru raskar at rógva :) Ja, sig so tað nú "kenna" tit ein stuntmann :) Klemm klemm