Profile
Blog
Photos
Videos
Heyy tit :)
Í morgun fóru vit tíðliga upp - longu kl. 4.45 :p Vit skuldu við einum flogfari frá Chiang Mai til Bangkok kl. 6.55. Vit vóru so troyttar, at báðar sovnaðu í flogfarinum. Komnar til Bangkok skuldu vit bíða á flogvøllinum í 1½ tíma, áðrenn vit sluppu at flúgva víðari til Krabi. Her løgdu vit okkum so aftur av sova :) Hareftir gekk leiðin til Koh Samui, har vit skulu millumlenda. Hetta var tann lekrasti flogvøllurin vit nakrantíð hava sæð. Man sat bókstavilig talt i einum flottum garði við hópin av blómum og trøum. Vit skuldu bert vera her í 15 min, áðrenn vit aftur skuldu í flogfarið, har leiðin nú gekk til Krabi. Í bussinum á veg til flogfarið, komu vit at tosa við tveir frá Australia - ein frá Sydney og ein frá Melbourne. Hesir vóru á veg til Koh Phi Phi (vit fara har til 31. januar), so vit fara nokk at møtast við teimum har.
Vit lendu í Krabi kl. 13, og tá vit skuldu fara at biðja um taxa-bil, vóru tveir básar (tvey firma), ið man kundi velja ímillum - so sjálvandi var kapping um at fáa kundarnar. Bæði stóðu og róptu og biddaðu okkum at koma til teirra. Vit blivu so forvirraðar, at vit vistu slett ikki hvat vit skuldu gera. Tað endaði við at ein maður byrjaði at flenna eftir okkum, tí vit stóðu bara býttar og hugdu. Vit valdu so bara tað nærmasta :p Tá vit komu til taxa-bilin, sóu vit at vit faktiskt høvdu fingið ein taxabuss! Bara vit vóru í hesum bussi. Vit blivu so koyrdar á hotellið. Eftir at hava blakað bagaguna frá okkum, fóru vit direkta á strondina fyri fyrstu ferð á okkara ferð! Veðrið var so fantastiska gott. Krabi er ein so fantastiska vakur býur. Náttúrna er óbeskrivilig!
Meðan vit lógu á strondini kom ein kona yvir til okkum. Hon royndi at finna fólk til at blíva masseraði, so hon var sera blíð við okkum. Hon kom bæði við einum undirlagi at liggja á, meðan vit sólaðu okkum, og so eisini ananasi (Gurið er so lukkulig, tí hon hevur funnið útav, at hon dámar ananasini her - tey eru so frísk). Eftir ein tíma kom hon aftur, og segði at um vit komu at fáa okkum massagu, so kundu vit eisini fáa pedicure - alt hetta fyri undir 50 kr. So vit tóku sjálvandi av! :) Hesa ferð valdu vit at fáa okkum coconut massagu. Hendan var so góð! Og aftaná fingu vit so pedicure.
Tá vit vóru liðnar, fóru vit gongutúr eftir stronduni. Knappiliga sóu vit eina apu! Vit vóru so yvirraskaðar, tí vit vistu einki um, at villar apur vóru her. Vit fóru so yvir til hana, tí hon var so ker. Gurið gongur so eitt sindur tættari til hana, tí hon ætlaði at taka eina ordiliga góða og tætta mynd.. meeen í tí hon gongur í mótur apuni, byrjar apan at renna ímótir henni, og loypir á posan, sum Gurið helt í hondini. Opinbart vildi hon ikki við á myndina ;) So sóu vit fleiri apur. Tær allar leitaðu sær eftir mati har á einum stórum steini, men nú fóru vit ikki líka tætt, tí vit vildu ikki enda við einari apu í høvdinum :p Vit gingu eina løtu afturat á stronduni, tí vit vildu eisini síggja sólarsetur. Hetta gekk øgiliga skjótt fyri seg - sólin var høgt á himlinum, men eftir 5 min var hon longu burtur. Hetta var so flott at síggja.
Komnar heim á hotellið fóru vit at gera okkum klárar at fara út at eta og í beach party. Vit fóru aftur í kvøld at eta italienskt - spagetti bolognese. Áðrenn vit fóru í beach party fóru vit ein túr í Chang Bar. Her inni vístu tey m.a. dystin millum Liverpool og Wolverhampton. Bartendarnar komu við einum spæli og bjóðaðu okkum av. Hetta var ordiliga skeg, men tað eydnast okkum ongantíð at vinna á teimum, tí teir spæla spælið so ofta. Eftir at hava verið her eina løtu, gekk leiðin í Beach Party.
Tað vóru ikki nógv fólk inni her tá vit komu - bara fleiri fólk í hvítum klæðum, eitt par mitt í 20-unum, og so ein lítil genta (ikki meira enn 6 ár!), ið stóð á borðinum og dansaði! Vit vóru ordiliga sjokeraðar - ein lítil genta í einum náttklubba og dansar á borðinum! Dansurin hjá gentuni var eisini rættiliga óhóskandi til eina lítla gentu. Vit komu so at tosa við hesa gentuna, ið var mitt í 20-unum. Hon var fronsk og æt Isobel. Vit fylgdist rættuliga longi við henni. Meðan vit tríggar dansa, kemur ein thailendinguryvir til okkum, og spyr um vit ikki hava hug at koma og joina brúðleypi hjá systur hansara. Vit søgdu so bara jú, tí vit hildu hetta vera sera stuttligt at royna at vera 'wedding crashers'. Hetta brúðleypið var so skeg! Vit dansaðu við teimum øgiliga longi, og tað endaði við at vit komu at heilsa uppá tað mesta av familjuni - har í millum brúðgommin, brúðurna, the wedding planner og eisini tað mesta av familjuni. Øll vóru sera blíð, og vit hildu tað var sera stuttligt at verða bodnar við í brúðleyp í Thailandi - eitt ordiliga undarligt upplivilsi :p
Tá tey flestu í brúðleypinum vóru blivin toytt og farin antin heim ella at seta seg niður, komu fýra frá Australia yvir at dansa við okkum. Hesir eru allir fyrst í 20-unum og eita Mike (Brisbane), Eluan (Brisbane), Doug (Sydney) og Tim (Sydney). Vit endaðu so at fylgjast við teimum og beiggja brúðurna restina av kvøldinum. Vit høvdu tað ordiliga skeg og dansaðu allatíð. So kom Gurið eisini at tosa við eina australska gentu, Ginny.
Hetta var eitt ordiliga skeg og minniríkt kvøld - tað er jú ikki hvønn dag man endar í einum thailendskum brúðleypi! :)
Klemm Gurið og Gunnvá.
- comments
Beinta Nei, tað er ikki hvønn dag man sleppur í thailendskt brúdleyp ; ) tað høvdu tit nokk ikki væntað, tá tit sótu heima í Føroyum og planløgdu túrin, hihi :D