Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í morgun vóru vit uppi kl. 10. Vit vóru tíverri akkurát ov seinar at eta morgunmat (morgunmaturin endar kl. 10), men vit avtalaðu so at fara á strondina og keypa matpakka við okkum frá 7-eleven :) Longu so tíðliga var tað blivið rættiliga heitt, og tí orkaðu vit ikki at liggja og sóla okkum, so vit vóru tað mesta í vatninum. Hetta var mega lekkurt.
Um 13-tíðina avgjørdu vit at fara avstað, av tí at sólin var blivin so sterkt, og vit føldu eisini, at vit vóru um at brenna okkum, so tað tímdu vit ikki. Vit gingu og maldu og fóru inn í handlar á gøtuni. Men tað varð ikki nógv keypt, av tí at vit vóru so heitar og troyttar. Gunnvá keypti sær einar sólbrillur. Vit fóru síðani at keypa pizza, tí báðar tvær vóru rættiliga svangar. Vit valdu at keypa eina saman at deila, og fingu hana skjótt eftir at hon var bestillt. Hetta hildu báðar verða nokso merkiligt, men eftir at hava etið uml. helvtina av henni, finna vit útav, at vit faktisk hava fingið skeiva pizza. Tá stendur tjenarin við okkara pizza og leitar eftir teimum, sum hava bestillt pizzaina ;)
Aftaná fóru vit ein lítlan túr oman á strondina aftur, men tað var alt ov heitt, so vit fóru bara heim á hotellið.
Um 20-tíðina fóru vit út at eta italienskt; hetta var triði dagurin í trekt :) hehe :) Meðan vit sótu har og vóru næstan liðugar, kemur ein eitt sindur eldri kona yvir til okkum og spyr um hon ikki antin kann fáa pengar ella okkurt at eta. Gurið ætlar at geva henni eitt sindur av breyðnum, sum vit høvdu fingið afturvið pasta bolognese'num, men akkurát tá kemur ein av tjenarunum út, og biður hana fara avstað.
Síðani fóru vit í Chang Bar, har sum vit vóru í gjár. Her møttu vit Karl frá Englandi. Eftir at hava tosað við hann eina løtu, funnu vit útav, at hann var sjálvur í býnum, og ikki kendi nakran har, so vit bjóðaði honum bara at koma við okkum. Hetta tímdi hann gott, so eftir at hava sita eina løtu í Chang Bar og spælt eitt spæl, gekk leiðin til Luna Beach Bar. Tíverri var einki brúdleyp hesaferð ;p men vit høvdu tað ordiliga stuttligt, og dansaðu næstan alt kvøldið. Seinni sama kvøld møttu við fýra frá Canada, og fylgdist síðani við teimum restina av kvøldinum. Tá vit fóru heim, spurdu teir, um vit ikki komu við teimum í The Irish Rover tað næsta kvøldið. Vit hildu, at hetta ljóðaði stuttligt og avgjørdu at takka ja :) Síðani gekk leiðin á hotellið.
Vit komu innum hurðina og sóu, at vakturin lá á stólinum og svav. Hann vaknaði, og vit spurdu, um hann ikki vildu geva okkum lykilin til kamarið. Hann fer síðani eftir honum, men gevur okkum hann ikki beinanvegin, og tekur fartelefonina hjá sær upp úr lummanum. Hann sigur okkurt, sum vit ikki skilja ordiliga, men eftir eina løtu finna vit útav, at hann vil, at Gunnvá skal taka eina mynd av sær og Gurið. Vit stóðu bara púrasta býttar og hugdu uppá hvønn annan. Vit skiltu ikki ordiliga, hvat og hvussu. Vit tordu tí ikki at gera annað enn at takað bílæti, men aftaná vildu hann hava eina afturat, tí ljósið var ikki nóg gott á hinum fyrra. Gunnvá tekur so eina mynd afturat, og vit skunda okkum aftaná at spyrja, um vit ikki kunnu fáa lykilin til kamarið. Í somu løtu sum vit fáa lykilin frá honum, sigur hann: "Wait!". Vit ganga bara víðari nokso skjótt, meðan hann blívur við at rópa, "Wait!". Komnar soleiðis at hann ikki sær onkur longur, spurtar Gunnvá avstað. Gurið var ikki heilt klár yvir, hví Gunnvá bara rann soleiðis, men sum refleks spurtaði hon aftaná. Vit runnu allan vegin niðan í kamarið, og tá vit vóru komnar innum smekkaði Gunnvá hurðina aftur og stongdi beinanveg. Gunnvá var so sjokera og visti ikki heilt hvat hon skuldi siga - men so brustu vit útúr at flenna, tí hatta var ein so undarlig, vemmilig og stuttlig støða at vera í :p
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Gudrun Tit eru fínar, men ansi eftir hvørjum tit koma saman við, øll eru ikki líka fitt so verið ikki góðtrúgvnar, lova ommu tað, tað eru tit ov dýrabarar til.