Profile
Blog
Photos
Videos
So vóru vit aftur her við einum nýggjum bloggi ;)
Í morgun noyddist vit upp kl.8, tí vit skuldu rógvað í kano. Vit vóru ikki sovnaðar fyrr enn 6, so tit kunnu ætlað at tað var ringt at koma úr seingini! Vit skundaðu kkum at eta morgunmat, áðrenn farið var avstað. Eftir at hava koyrt í 1 tíma, kundi vit endiliga byrja at rógva kano. Vit báðar vóru í eini kano, meðan guidin hjá okkum, Sophia, var í eini. Vit fóru fyrst til eina grottu, ið kallast The Big - Headed Ghost (eisini nevnd Skull Cave). Hendan er kend fyri at hava tekningar, ið eru 5000 ára gamlar, og eisini leivdir av teimum fólkum, ið livdu her í sama tíðarskeiði. So gekk leiðin til eina "tunnelcave", ið vit skuldu rógva í gjøgnum, og síðani til tað síðstu grottuna, ið gekk inn til eitt óbeskriviliga vakurt og idyliskt stað.
Lidnar at rógva fingu vit døgurða frá teimum. Fyrst fingu vit suppu, ið hevði rakjur í. Hendan var so sterk, at tað var eingin møguleiki hjá okkum at eta hana. Aftaná kom servitrisan við 4 rættum. Hesir vóru ordiliga lekrir, men tað var eingin tjansur at vit kláraðu at eta upp! :) Omaná fingu vit frukt - vatnmelón og ananas, ið vanliga verður servera eftir døgurða her.
So fóru vit at svimja. Vit svumu í eini á, har vatnið var so klárt, at tú kundi síggja allir teir flottu fiskarnar. Við hesa á var ein sveiggja, har tað bar til at spæla Tarzan ;) Vit royndu at sveiggja okkum so langt út sum til bar, áðrenn vit sleptu. Hetta var sera skeg, og av tí at vit ikki hava sovið í meira enn 2 tímar hesa náttina, var humørið í toppi - fólk byrjaðu at hyggja býtt eftir okkum, tí vit flentu eftir øllum :D
Vit vóru aftur á hotellinum kl. 15.30. Tá vit høvdu verið í kamarinum eina lítla løtu byrjaði tað at regna fyri fyrstu ferð á okkara ferð her í Thailandi. Vit vóru glaðar at tað ikki regnaði á kano-túrinum :) Tá vit hoyrdu regnið, løgdu vit okkum so gott undir dýnuna.
Seinni fóru vit út at eta og síðani hava vit bara slappa av restina av kvøldini.
Klemm Gurið og Gunnvá :)
- comments
Gudrun Kristiansen Frálíkt skriva av tveimum órvitisknokkum, nú mugu tit sova ella orka tit ikki til alt hetta, men stórt upplivilsi, sakna tykkum;-)