Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Hesa náttina lógu vit báðar við andvekuri. Tá vit endiliga sovnaðu, vaknar Gurið um náttina, og heldur at Gunnvá liggur og flennur í svøvni, men tá er tað hetta vælsignaða fýrbeini, ið goymir seg aftanfyri speglið, sum ger hetta ljóðið. Eftir eina sindur stravna nátt, skuldu vit so endiliga til Koh Phi Phi. Sum sagt bíløgdu vit ferguna, ið fór kl.13, so sjafførurin kom eftir okkum kl.12. Vit koyrdu við einum bussi, ið skuldi eftir fleiri fólkum, og vit vóru fyrsta stopp. Eftir eina løtu steðgaði bussurin, og tá kom ein maður inn. Hesin var úr Írlandi, men hevði ferðast í 12 ár! Fyri at hava ráð til allatíð at ferðast, var hann byrjaður at arbeiða sum dykkarainstruktør. Hann æt Joe. So koyrdu vit eitt petti gjøgnum ein øgiliga óslættan veg - vit blivu slongd runt í bussinum. Her komu fýra gentur uppí. Vit komu bara at tosa við tvær av teimum - tær itu Kate og Roda. Tær skuldu búgva á sama "hotellið", sum vit.
Fergan var lítil, men har vóru allíkavæl tvær hæddir. Vit báðar valdu at seta okkum á ovari hædd, tí vit hildu at tað virkaði rættuliga klastrofobist niðriundir. Síðnar av okkum sóru trý ung - Aden, Sarah og Marcel. Hesi vóru eisini úr Írlandi. Eftir at hava roksað við tey allan vegin til Koh Phi Phi, avtalaðu vit at møtast seinni á Rolling Stones. Beint frammanfyri okkum setti Joe seg. Hann fortaldi nógvar søgur, frá tí hann hevði verið og dykka, men tá hann byrjaði at fortelja frá, at hann hevði svomið beint síðnar av einum 12 m longum haji, kravdu vit fimm at síggja myndir. Hann hevði túsundatals myndir á telduni hjá sær av øllum ymiskum fiskum, og tær vóru óvtrúliga flottar. So nú gleða vit okkum ordiliga nógv, inntil vit skulu dykka í Australia - men vit vilja tó ikki møta einum haji eins og hann gjørdi! ;)
Komnar á Koh Phi Phi, var man noyddur at keypa sær loyvi at vera her (20 Baht - 4 kr). Eftir hetta var gjørt, stóð ein maður og bíðaði eftir okkum - hesin skuldu fylgja okkum og teimum ensku gentunum á "hotellið". Hann hevði eitt ting, sum kundi mint eitt sindur um eina trillubøru, at koyra alla bagaguna hjá okkum. Eftir at hava gingið eina løtu komu vit til eina brekku. Tá vit vóru blivnar koyrdar niðan ígjøgnum hesa, skuldu vit ganga niðan ígjøgnum nóógv trapputrin, ið vóru ordiliga høg. So komu vit endiliga til okkara stað. Hetta vóru eini lítil fitt hús, ið vóru gjørd úr bambusi (bungalow). Vit hildu, at vit høvdu booka eitt hotellkamar, men hetta var fínastaslag eisini. Men hey, hvussu nógv skil kann vera á, tá man bookar tað kvøldi áðrenn ;)
Vit fóru so at hyggja okkum um í býnum. Her er øgiliga øðrvísi, enn aðrastaðni vit hava verið í Thailandi. Gøturnar eru smalar við einum hópin av handlum, serliga nógvir við tatoo og dykkaraskeiðum. Meðan man gongur her, má man allatíð passa uppá fólk, ið eru á súkklu, og hesar vælsignaðu trillibørurnar. Strondin er so flott, og her er ein hópin av ungum fólki allastaðni, so tað er ordiliga skeg. Meðan vit ganga her og mala, møta vit knappiliga tveimum av teimum vit høvdu fylgst við í Krabi, ið vóru úr Australia - verðin er lítil altso :) Og opinbart búgva teir næstan beint síðnar av okkum. Teir fortaldu, at teir faktiskt høvdu verið á hotellinum hjá okkum í Krabi, at biðja okkum koma at gera okkurt, men tá høvdu vit skift hotell, og møttu teimum tí ikki.
Komnar aftur á hotellið fóru vit líka at gera okkum klárar, áðrenn leiðin gekk oman aftur í býin at fara út at eta. Vit fóru líka fyrst at heilsa uppá tey frá Írlandi. Vit avtalaðu so bara at fara út saman í morgin, tí vit báðar vóru so svangar, at vit vildu hava okkurt at eta nú. Vit ótu á einum meksikanskum staðið, ið eitur Banana Bar. Maturin var ordiliga góður. Tá vit vóru lidnar at eta, fóru vit upp á takið. Her var nemliga ein barr. Staðið sjálvt sá ordiliga festligt út, men av tí at kl. bert var 20.30, vóru bara tvær aðrar gentur har. Vit fóru so ein túr á strondina, tí eitt 'eld show' skuldi byrja kl.22, og hetta vildu vit síggja. Eftir at hava sett okkum niður fremst, komu nakrir dreingir. Tað vísti seg at vit høvdu tikið plássini hjá teimum. Ups :) Men tá var tíbetur nokk av plássi, so teir settu seg bara við síðirnar av okkum. Hesir vóru úr Suðurafrika. Vit trúðu teimum ikki ordiliga í fyrstuni, men so tá vit spurdu um ikki næstan øll í Suðurafrika vóru myrk, byrjaði teir at flenna so nógv, at vit blivu ordiliga flovar (:: So vit lærdu í dag, at øgiliga nógv fólk í Suðurafrika faktiskt eru hvít ;) Eld showið var ordiliga flott; tey høvdu tvær eldkúlur hvør. Meðan vit standa og roksa við hesir suðurafrikanarnar kemur Graeme yvir til okkum. Hetta var ein av teimum frá Kanada, ið vit eisini fylgdist við í Krabi. Lítil verð! Hann spurdi okkum so, um vit ikki komu við at hyggja eftir Muay Thai (thai boksing), og segði at allir hinir úr Kanada vóru har eisini. Vit fóru so við. Tá vit komu inn, vóru thai boksarnar við at verða lidnir. Tá Muay Thai endar, kunnu áskoðaðar sleppa at royna seg í boksiringinum. Tveir dreingir, ið vóru vinmenn, fóru so í ringin - hetta var skeg at síggja, men vit báðar blivu yvirraskaðar um, hvussu hart teir slógu hvønn annan.
Eftir at hava hugt eftir hesum, fóru vit (vit báðar, Graeme, Jordan og Robbie) til bungalow'irnar hjá teimum, tí her var Luke. Tá vit sóu Luke, noyddist vit báðar bara at flenna. Hann hevði blátt eyga! Tað vísti seg, at Luke og Robbie høvdu verið í ringinum kvøldi áðrenn og boksast - Robbie vann, og Luke endaði við at fáa blátt eyga. Eftir at hava sitið her og tosa eina løtu, fóru vit út í dans. Gunnvá fyldist við Jordan, Graeme og Luke, meðan Gurið og Robbie vóru farin at spæla eitt spæl, har tey gingu runt og gittu, hvar øll vóru frá. Gurið hevði oftast rætt ;) Klokkan var longu tvey, tá vit vóru komin oman á stondina (tað var her dansur var allastaðni), og tá steðga øll at spæla musikk. Vit fóru so aftur til bungalow'irnar hjá teimum, har vit roksaðu eina løtu, áðrenn vit fóru heim. Teir skuldu eisini týðiliga upp dagin eftir, tí tá fara teir til Burma at 'fornýggja' visum (man kann bert vera 30 dagar í Thailandi uttan visum, og teir høvdu verið 31 dagar).
Vit dáma ordiliga gott her í Koh Phi Phi, so vit vita ikki enn, hvussu longi vit vera verandi her. Sum nú er, hava vit bert bílagt tvær nætur, men vit fáa at síggja hvat og hvussu.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
helgi Har ljóðar at vera sera hugnaligt, men minnst til....tíðliga í song:) Hav tað gott og passi gott uppá tykkum :)
Jonny Deiligt at hoyra frá tykkum. Tit hugna tykkum ordeliga. Stuttligt at møta so nógvum fólkum. Ja, verðin er lítil :) Havið tað gott báðar og ansið væl eftir tykkum. Ooooog sum Helgi sigur ....... tíðliga í song :))
Malin Hey. How are u? Where are u? I am in Golden Hill where we booked. It's not far away from the pier. Tried to call you but something's wrong with my phone. :( take care and can u pleas try to call me ? the thai nr.