Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Vit fóru upp kl. 9, at fáa okkum tann lekra morgunmatin her á Hotel Chiang Mai Plaza! :) Hareftir fóru vit niðan aftur í kamarið, tí vit skuldu chekka út kl. 12, so vit vildu gera alt klárt í góðari tíð. Meeen Gurið legði seg aftur at sova, og Gunnvá setti seg við telduna. Vit byrjaðu tí ikki at pakka og gera klárt fyrr enn 11.30, so vit vóru í síðstu løtu allíkavæl. Vit fingu síðani ein taxa-bil at koyra okkum á Anoma Guesthouse, ið vit skulu sova á í eina nátt. Hetta guesthouse'ið var eisini mega lekkurt. Av tí at vit búgva á ovastu hædd (4. hædd), hava vit bæði altan og uttandura boblubað! Og tað besta er, at nú búgva vit ordiliga í miðdeplinum á Chiang Mai.
Eftir at vit høvdu blakað taskurnar frá okkum her, fóru vit at ordna tey klæðini, ið skuldu vaskast. Vit eru ikki so raskar allíkavæl, at vit vaska tey sjálvar - vit lótu tey inn til reseptiónina. Tey bæði vaska og koyra tey í turkitrumlu :) Vit hava keypt onkrar lítlar gávur til nøkur av teimum har heima og onkrar souvenier'ir. So av tí at vit liva í ryggsekkum, bestemmaðu vit okkum fyri at senda tað heim. So nú fóru vit at leita eftir einum posthúsið her í Chiang Mai. Veðrið var so lekkurt, at vit góðu okkum góðar stundir, meðan vit gingu, og so fóru vit eisini at keypa smooties :) Á posthúsinum var eingin trupulleiki at fáa tað sent avstað - so nú vóna vit bara, at pakkin finnur heim :)
Av tí at vit hava verið fleiri nætur í jungluni, fóru vit at forkela okkum vit eini 'Thai Massage' eftir at hava verið á posthúsinum. Hetta var sooo lekkurt - nógv betur enn tann fyrsta massagan, sum vit fingu í Kanchanaburi! :)
So gekk leiðin í parkina her í gamla býarpartinum í Chiang Mai. Á veg her til fóru vit inn í ein klædnahandil. Hvørja ferð man fer inn í ein handil ella tílíkt, skal man lata seg úr skónum - so man gongur faktiskt í berum bibbum í teinum flestu handlunum ;) Her inni bleiv Gurið so forlipt í eini hálsketu, at hon noyddist at keypa hana :p
Í parkini sótu vit og ótu kakur og sjokuláta kips (Gurið eeelskar tey)! :) Parkin var so flott og hugnalig. Eftir at hava gingið her eina løtu, fóru vit at leita eftir eini italienskari restauratión. Vit tímdu ikki aftur rís í dag, tí vit vilja ikki blíva troyttar av tí. So í dag vildu vit hava spagetti og bolognese! Meðan vit leitaðu, komu vit fram á pannukakurnar, ið Sally og Mark (sum vit vóru í jungluni við) høvdu tosað so nógv um. Hesar noyddist vit eisini at royna. Fyrst bleiv pannukakan gjørd; hareftir blivu bananir og sjokuláta koyrd í pannukakuna. Hon smakkaði ordiliga væl! :)
Meðan vit leitaðu eftir tí italiensku restauratiónini, royndu vit eisini at finna eitt apotek. Vit báðar eru blivnar bitnar av moyggjabitum, men tað hjá Gunnvá blívur ikki gott aftur, og hon blívur við at blíva so illa bitin. So ein thailendsk ráddi okkum til at keypa tikarabalsam at koyra á bitini hjá Gunnvá. Tað eydnaðist okkum at finna eitt apotek, so nú vóna vit bara at bitini hjá Gunnvá fara at laga seg, eins og tey hjá Gurið hava gjørt.
Beint við guesthouse'ið hjá okkum liggur ein resturatión, har man kann keypa spagetti og bolognese, so vit vóru ordiliga fegnar at sleppa at eta her. Tá vit vóru liðugar at eta komu vit at tosa við Andreas (Svøríki) og Brian (San Francisco), og tað endaði við at vit fingu email addressuna hjá Brian, tí hann vildi fegin vísa okkum runt í San Francisco. Vit koma til S.F. 16. apríl, so tá fara vit nokk at møtast við Brian aftur :)
Eftir at hava etið, fóru vit metta og væl settar aftur á guesthouse'ið. Nú fóru vit so at slappa av í okkara uttandura boblubaði. Hetta var uml. kl 19.30, so tá var tað blivið myrkt úti. Hetta var so lekkurt, at vit endaðu vit at sita her í 1 tíma :)
Restina av kvøldinum fara vit bara at hugna okkum og slappa av, tí vit skulu longu vera á flogvøllinum kl. 4 í morginárini!
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Beinta Maaaa, alt ljóðar sooo lekkurt og spennandi :)))) góða ferð víðari :) Ansið eftir tykkum og Jesus veri hjá tykkum! Muss og klemm
Jonny Góðan túr víðari, Jesus fylgi tykkum. Ansi væl eftir hvørjari aðrari
Karin Góðan túr víðari......muss og klemm