Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :D
Í dag byrjar Chiang Mai Jungle Adventure! Eftir at hava etið LEKRAN morgunmat á hotellinum, har tað m.a. bar til at fáa EPLIR og MJÓLK, kom onkur eftir okkum. Síðani steðgaðu vit við eitt annað stað, har tvey frá Onglandi komu við. Tey itu Sally og Mark og vóru ávikavist 49 og 55 ár. Hareftir gekk leiðin í Tiger Kingdom. Her ber til at vera so tætt við tigarar, at tú kanst kela teimum og eisini liggja á teimum. Hesir tigarnar eru ikki dopaði uppá nakran hátt (teir í Tiger Temple í Bangkok eru dopaðir). Men av tí at teir altíð hava fingið nógv at eta, er teirra veiðu-instinkt minkað nógv. So tí leypa teir ikki á fólk. Man kundi velja ímillum nýføddir tigarar, lítlir tigaraungar, miðal tigarar ella stórir tigarar. Vit báðar valdu sjálvandi teir stóru tigararnar. Eftir at bíða í 15 min sloppu vit endiliga inn til tigarnar. Vit fingu at vit ikki máttu sita framman fyri nakran tigara ella røra høvdið hjá teimum; og um teir komu yvir ímóti okkum, máttu vit standa ordiliga stillar, tí annars kundi tað vera at teir komu eftir okkum. Vit fóru fyrst til ein, ið lá niðri. Vit skiftust um at kela honum; men meðan vit gjørdu hetta, lá ein tigara 1 metur frá okkum og brølaði/knurraði eftir okkum. Vit blivu eitt sindur forskrektar, men hann kom ikki nærri at okkum, so tað var fínt :) So fóru vit yvir til ein annan; hesum lógu vit hjá. Hann var so deiliga heitur og bleytur :)
Eftir at hava verið á Tiger Kingdom fóru vit fyrst á eitt market og síðani at eta døgurða. Eftir vit vóru liðug at eta, møttu vit okkara guide Chai Boon, og gingu við honum niðan til ein foss. Hesin var ovtrúliga vakur.
Hareftir gekk leiðin til Hot Springs. Fyrst hugdu vit eftir geysum; hesir vóru lítlir - nógv minni enn teir í Íslandi. Síðni byrjaðu vit at ganga í gjøgnum jungluna. Eftir at hava gingið í 1,5 tímar komu vit til eina lítla bygd (60 fólk búgva her), ið eitur Bongnoi. Her vóru vit eina løtu, og sóu hvussu hesi fólk livdu. Hareftir byrjaðu vit at ganga til Memanai - tað var her vit skuldu sova okkara fyrstu nátt. Tá vit komu í bamboo-húsið hjá okkum, føldu vit okkum ordiliga heima - her var streymur, Manchester United plakatir og myndir av Jesusi. Hvør skuldi trúð at tey høvdu streym summastaðni í jungluni?! :)
Tað fyrstu tíðina var guide'in hjá okkum sera stillur - hann hevði nemliga Chang-over. Chang-over kemur av, at ølin her eitur Chang (merkir elefantur), so í staðin fyri at hava hang-over, so hava tey Chang-over.
Tey høvdu gjørt klárt til okkum at eta lekran thai mat. Vit skuldu sita á gólvinum - hetta var ordiliga undarligt at hava fult av mati á gólvinum, men stak hyggeligt :) Eftir at vit fýra vóru liðug at eta komu guide'in og ein annar thailendari at joina okkum. Tey øll vóru sera forvitin um Føroyar, so tí royndu vit at læra tey at telja á føroyskum - hetta var soo skeg, serliga at hoyra báðir thailendarnar royna at siga tað, tí at var nærmast ómøguligt hjá teimum at siga nakað av tølunum. Eftir eina løtu fóru Sally og Mark oman til tað stóra bálið. Men vit fóru ikki beinanvegin, tí nú skuldu thailendarnar læra okkum okkurt thailenskt. Tað er sera torført at úttala orðini, men vit duga nú nøkunlunda at telja upp í 10, siga 'hey', 'bei', 'takk' og 'skál' :)
Síðani fóru vit báðar eisini oman til tað stóra bálið - her sótu Mark og Sally, og so ein annar bólkur (tey vóru á einum 2 daga jungle adventure). Guide'in hjá teimum roksaði alla tíð, so vit flentu øll øgiliga nógv eftir honum - ikki tí hann var stuttligur, men tí hann var so tápuligur. Hann royndi eisini at fortelja óhugnaligar søgur, men søgurnar vóru alt annað enn óhugnaligar, so hvørja ferð hann var liðugur at fortelja, spurdi hann: "are you scared, no?" og so flentu øll.
Hesa náttina svóvu vit betur enn okkara fyrstu nátt í jungluni - nú vóru vit meiri fyrireikaðar. Vit svóvu í buksum, tveimum pørum av sokkum, toppi, troyggju og jakka, og so høvdu vit eisini travelsheet og teppi :)
Vit dáma tað sera væl í jungluni :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Karin Gott at tit komu út aftur úr jungluni í øllum góðum, Gutti var bangin fyri at tikarnir ótu tykkum....góðan túr víðari og passi gott uppá tykkum :)
Jonny Gott eg onki visti um at tit skuldu vitja tikarar. Og super gott at tit ikki skulu í jungluna aftur. Ansi nú væl eftir tykkum. Alt tað besta og góðan túr víðari :) Klemm