Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :D
Tá vit komu til Chiang Mai kl.9, fingu vit at vita, at vit skuldu búgva á Chiang Mai Plaza. Hotellið er eitt mega luksus hotell við bæði svimjihyli og fitness. Og tað er so stórt, at man nærmast villist í tí :p
Vit fóru út beinanvegin vit høvdu chekka inn - leiðin gekk í tann gamla býarpartin av Chiang Mai. Vit fóru at fyrst at hyggja eftir templunum Karakod, Chedi Luang, Chiang Man og Lam Chang. Templið Chiang Man er tað fyrsta, ið er bygt í tí gamla býarpartinum. Hetta var sera vakurt, men nú hava vit altso fingið nokk av templum! :) Meðan vit gingu og hugdu eftir templum, steðgaðu vit við eina sjokulátafabrik. Her keyptu vit okkum drinkin Ice Chocolate. Vit sóu meðan tey gjørdu sjokulátuna til drinkin. Hesin smakkaði ordiliga gott, og kom væl við í tí góða veðrinum :)
So fóru vit á Warorot Day Market. Hetta var eitt kempi stórt market við alskins handlum. Her kundi tú nærmast keypa alt, ið tú kundi hugsað tær - frá livandi fiskum til klædnahandlar. So her shoppaðu vit eitt sindur, tí vit hava ætlanir um at senda tað heim.
Eftir at vit vóru komin aftur á hotellið, fóru vit at svimja. Tíverri var tað kortsíðan blivið yvirskýggjað, so tað var rættuliga kalt at svimja. Hareftir møttist vit við tí manninum, ið skal vera tour-guide hjá okkum í morgin, og tríggjar dagar fram. Her fingu vit m.a. upplýst hvat vit skulu hava við í jungluna og hvar vit fara.
So var tíðin komin til tað, ið vit sóu mest fram til í dag. Nemliga Muay Thai Boxing! :D Hetta var sera áhugavert, men vit tóku so synd í teimum, ið blivu bangaðir.. Men tað var eisini ordiliga skeg, tí eina løtu vóru tríggir inni í ringinum samstundis. Hesir høvdu allir bind fyri eyguni, og tí var einki skil á, hvar teir slógu og sparkaðu - teir endaðu eisini ofta við at loypa á dómarin og sláa hann :p Tað vóru ikki bert mannfólk ið boksaðist - konufólka boksing var eisini á skránni. Í samband við at vit fóru at hyggja eftir hesum, hevði Gurið keypt eitt Thaiboxing shorts, ið hon var í :) Meðan vit hugdu eftir thai boxing, komu vit at tosa við tey frá San Fransisco. Tey góvu okkum nøkur góð ráð, um hvar var best at fara meðan man er her :) Men tað er jú long tíð inntil tá, soo :)
Vónandi hava tit tað ordiliga gott! :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Karin Góðan túr inn í jungluna og passa gott uppá slangur og tikarnir :)
Gudrun Kristiansen Hey, stuttligt at lesa :) aftur í jungluna :( Ansi væl eftir tykkum. Omma og Abbi
Beinta Sum tit uppliva nógv!!!! Og tit hava ikki verið burtur meir enn eina viku :)
Jonny Eg vil síggja eina mynd av Gurið í Thaiboxing shorts :) Gott tit ikki endaðu í ringinum. Framhaldandi góðan túr. Ansi nú ordeliga væl eftir tykkum, mær dámar onki jungluna.